fríggjadagur 6. februar 2009síða 43
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2009
43
Útbyggingar skulu fremjast av flogvøllinum og
farstøðini eins og virksemið hjá floghavnini skal
rekast á handisligum grundarlagi. Ein spennandi tíð
stendur fyri framman. Flogvøllurin verður longdur, og
farstøðin skal útbyggjast.
Søkt verður tí eftir projektsamskipara til P/F Vága
Floghavn. Projektsamskiparin skal í samstarvi við
leiðslu felagsins hava ábyrgdina av:
• at ábyrgdin hjá Vága Floghavn sum byggiharra
verður hildin og uppgávurnar loystar stundisliga
• at samskipa nógvu ymisku áhugamálini í sambandi
við útbyggingina, so arbeiðið ótarnað kann ganga
sína gongd, har í millum at tryggja at neyðugar
avtalur og loyvi eru tøk so hvørt, sum tørvur er á
teimum
• saman við ráðgevum, arbeiðstakarum og veitarum
annars støðugt at virka fyri, at bestu loysnir
viðvíkjandi góðsku, tíð og kostnaði verða nýttar
• regluligari rapportering til leiðsluna um gongdina
• øðrum uppgávum í sambandi við virksemið hjá
Vága Floghavn
Førleikakrøv
Tann rætti umsøkjarin
• hevur útbúgving sum verkfrøðingur ella aðra
hóskandi útbúgving
• hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur royndir frá privata ella almenna
arbeiðsmarknaðinum innan samskipan, planlegging
og leiðslu av húsabygging og annlegsarbeiði, fegin
frá byggiharrasíðuni
• hevur kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál
løn og setanartreytir
Miðað verður ímóti at seta starvið 1. mars 2009,
ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við
at venda sær til Dávid Reinert Hansen á telefon
354400 ella teldupost drh@floghavn.fo
Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. februar 2009.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu
sendast til:
Dávid Reinert Hansen,
P/F Vága Floghavn
380 Sørvágur
Ella við neyðugum fylgiskjølum til teldupost
drh@floghavn.fo
P/F Vága Floghavn hevur frá juli 2008 tikið við virkseminum
hjá Vága Floghavn haðani eini 220.000 ferðafólk árliga
ferðast til og úr Føroyum.
Projektsamskipari
P/F Vága Floghavn søkir eftir projektsamskipara
sansir.fo
Javni skipar
fyri veitslu
Leygardagin 14. mars klokkan 18 verður
veitsla í B36 húsinum. Á skránni verður
hugnatónleikur, felagssangur, skemt,
røður, linedansur og dansur adlibitum.
Kostnaðurin er 250 krónur fyri vaksin
og 150 krónur fyri børn undir 12 ár.
Tilmelding á tlf. 314827 ella
teldupost: skriv@javni.fo.
Peningurin skal flytast á
konto 6460 1539622
Síðsta freist at tekna seg er
4. mars klokkan 14.
Øll eru vælkomin
Javni
Langur leygardagur