Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 sosialurin 6. februar 2009 Lestrarblaðið Nýggj skúlaskipan verður sett í verk í komandi ári. Men longu í summar fara næmingar í mið­ námsskúlunum at merkja nakrar broytingar. Afturat vanliga prógvinum fara tey nevniliga at fáa eitt skjal, har miðlapróvtalið er umsett til nýggja sjeytals stigan, sum frá komandi ári verður galdandi í Føroyum. Stóran ans uttanlands Í umleið tvey ár hevur verið arbeitt við umfatandi broytingum innan skúlaverkið. Serliga gymnasialu útbúgvingarnar verða endur­ skoðaðar, og tá tað snýr seg um námsætlanir, fer tað eisini at merkja fólkaskúlan. Tvørfakligir bólkar hava fyrireikað og arbeitt við námsætlanum, og arbeiðið hevur fingið sera stóran ans uttanlands, nevniliga tí saman­ hangur og stigvøkstur skal vera frá 1.flokki og til lokna miðnáms­ útbúgving. Bæði Syddansk Universitet og Undervisningsministeriet í Dan­ mark fylgja arbeiðnum væl og vísa stóran áhuga fyri arbeiðnum, sum er slóðbrótandi. – Vit gera okkara egnu skipan, men vit nýta eisini íblástur úr grannalondunum. Serliga norska skipanin hevur verið áhugaverd, men vit hava eisini hugt at danska leistinum, av tí, at flestu føroy­ ingar framvegis fara til Danmark­ ar at lesa, sigur Mortan Zachariassen fulltrúði í Menta­ málaráðnum. Fleiri fyrimunir Broytingarnar fara at menna fak­ liga støðið í miðnámsskúlunum. Tað verður lættari hjá lærarunum at meta um avrikini hjá næming­ unum, tí saman við nýggja próv­ talsstiganum verður eisini ein nýggj og ógvuliga neyv lýsing av, hvat næmingarnir skulu duga, fyri at fáa ymsu próvtølini. ­ Hetta fer eisini at gera krøvini eins um alt landið. Tí við hesum neyvu lýsingunum verður ásett júst hvat næmingarnar skulu duga, og tí kunnu vit eisini lættari tryggja okkum og vísa á, at vit fakliga eru á minst sama støði sum londini kring okkum, vísir Mortan Zachariassen á. Fyri lærararnar fer tað at merkja, at tað verður lítil ivi um próvtalið, sum næmingarnir hava uppiborið fyri avrikið, tí lýsingin av hvat krevst fyri at fáa ymsu próvtølini. Nýggja skipanin hongur sostatt ógvuliga neyvt saman við 7­talsstiganum, sum eisini skal setast í verk. ­ Tað er lutfallsliga lætt hjá okkum at seta slíkar umfatandi broytingar í verk, tí vit eru so smá. Vit hava ikki so nógv fólk sum skulu kunnast og setast inn í tingini, fyri at fáa nýggjar skipanir at fungera, greiðir Mortan frá og samanber við Danmark, sum er umleið 100 ferðir størri enn vit, hóast tað í altjóða høpi er eitt ógvuliga lítið land. Hví ikki bókstavir? Í sambandi við, at 7­talsstigin varð tikin í nýtslu í Danmark, var ofta ført fram, hví sonevnda bókstavaskipanin, eisini nevnd ECTS stigin, ikki varð sett í verk í staðin. Og tað hevur eisini verið ført fram her heima. Men fyrimunirnir við 7­talsstiganum eru fleiri. – Tað er soleiðis, at allir hægri lærustovnar í Danmark taka fólk inn eftir miðaltalinum av øllum givnum próvtølum. Og tað letur seg jú ikki gera at finna miðal­ talið, um tú hevur ein próvtalsstiga við bókstavum, sigur Mortan. Hann vísir á, at eitt umráðandi krav til danska 7­talsstigan var, at hann skal kunna samaberast við evropeiska ECTS­stigan. Við 7­tals stiganum fært tú tískil bæði roknað miðaltalið og samanborð beinleiðis við evropeiska ECTS stigan. Tað er stórt granskingararbeiði handan 7­tals stigan, og hann var mettur at vera besta loysnin í Danmark. Og av tí, at nógv tey flestu, sum fara út um landoddar­ nar at lesa, framvegis fara til Danmarkar, so er tað best at nýta tann stigan, sum gevur beinleiðis atgongd til danskar lærustovnar. – Nýggi próvtalsstigin fer at gera tað lættari hjá føroyingum, ið ætla sær undir lesnað í Danmark, tí nú verða tølini tey somu. Samstundis verður tað eisini lættari at søkja á lærustovnar uttanfyri Danmark, vísir Mortan Zachariassen á. Nýggj próvtøl í summar Men hóast nýggju reglurnar ikki koma í gildi fyrr enn í august komandi ár, so fáa næmingar, sum verða lidnir á gymnasialu útbúgvingunum í summar, eitt eyka skjal við próvnum. Afturat prótølum givin eftir 13­tals stiganum, fáa tey eisini eitt skjal, har miðalpróvtalið er roknað eftir 7­tals stiganum. Tað fer at lætta um, tá tey skulu søkja inn á hægri lærustovnar. ____________________________ Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Nýggj skúlaskipan Sjey ístaðin fyri trettan Pisurnar fáa í summar eitt eyka skjal, har miðaltal teirra eisini er roknað út eftir nýggja 7-tals stiganum. Hetta verður gjørt sum ein tænasta, hóast skipanin ikki kemur í gildi fyrr enn komandi ár. Eyka skjalið fer at lætta um, tá nýklaktu pisurnar skulu søkja inn á hægri lærustovnar Myndir: savnsmyndir 13 talsstigin ETCS stigin 7 talsstigin Verður givið fyri: 13 og 11 A 12 framúrskarandi avrik 10 B 10 Sera gott avrik 9 og 8 C 7 gott avrik 7 D 4 miðal avrik 6 E 2 nøktandi avrik 5 og 03 F+ 0 ikki nøktandi avrik 0 F -3 vánaligt avrik Nýggju námsætlaninar og nýggi 7­tals próvstigin, sum kemur í verk í 2010, fara at lætta um hjá bæði næmingum og lærarum. Harafturat fer skúlaskipanin at hanga betri saman, heilt frá fólkaskúla og inntil søkt verður á hægri lærustovn