Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 sosialurin 6. februar 2009 Lestrarblaðið ■ Hugsa um hví tú vilt lesa uttanlands ■ Byrja í góðari tíð at umráða teg og at fyrireika – eitt ár frammanundan ■ Hugsa um hvat tú væntar tær av lestrinum ■ Finn landið ella londini tú kundi hugsað tær at lisið í ■ Ger av um tú vilt taka alla útbúgvingina ella bert ein part av henni uttanlands ■ Ger av um tú vilt ferðast sjálvstøðugt ella gjøgnum onkra umskiftisskipan ■ Fá tær nágreiniligar upplýsingar um tey universitet og tær útbúgvingar, tú hugsar um ■ Ber saman innihald, upptøkukrøv, umsóknarfreistir og prísir ■ Søk um SU góðkenning av útbúgvingini, so tú veist, um tú fært stuðul ■ Hvussu við fígging? Ger eina fíggjarætlan yvir fyrsta árið ■ Kanna, um útbúgvingin kann brúkast, har tú ætlar at brúka hana ■ Søk í góðari tíð, áðrenn umsóknarfreistin er úti. Tryggja tær, at alt er fylt rætt út ■ Kanna um málroynd er kravd. Søk um undantaksloyvi ella tak royndina, um tað krevst ■ Kanna bústaðarviðurskiftini og søk so tíðliga sum gjørligt ■ Søk um visum um tað er neyðugt ■ Kanna tryggingar- og skattaviðurskifti Tjekklisti frá ASK: »Áðrenn tú fer uttanlands at lesa«