mánadagur 9. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2009
27. mai í fjør var ein
maður útsettur fyri
ránsroynd, tá ein
ávirkaður maður
royndi at ræna bilin
hjá honum. Tað
eydnaðist kortini
bilføraranum at
sleppa til rýmingar,
og hin maðurin varð
stutt eftir handtikin
av løgregluni
RÁNSROYND
Leo Poujlsen
leo@sosialurin.fo
Tað bleiv ein nátt, sum hetta
vitnið seint fer at gloyma
- Eg standi fyri reingerðini
í SMS, og sum so ofta var
eg á veg oman at vita,
hvussu til stóð, um fólk-
unum manglaði nakað og
kanna eftir arbeiðinum. Tá
eg koyrdi oman rampuna til
vørumóttøkuna hjá Mikla-
garði, sá eg ein mann koma
rennandi. Eg hugsaði, at
hetta helst var onkur, sum
arbeiddi í SMS, og sum vildi
spyrja um okkurt, so eg
steðgaði, greiddi vitnið frá.
Og hesin maðurin ætlaði
at spyrja um okkurt, men
tað var langt frá tí, sum
vitnið hevði hugsað sær.
Komin fram at bilinum
skrykti ákærdi hurðina upp,
og meðan hann hálaði og
skrykti í vitnið, rópti hann,
at hann skuldi hava bilin, og
um vitnið ikki umgangandi
fór úr bilinum og læt honum
lyklarnar, so skuldi hann
stinga og drepa vitnið.
- Hann segði eisini, at
hann hevði sligið pápa sín.
Eg royndi at tosa hann til
sættis, men har var einki at
gera. Hann rópti bara at
hann skuldi petta meg sund-
ur og skjóta meg, greiddi
vitnið frá.
Vitnið dugir ikki at siga,
um
ákærdi
yvirhøvur
hoyrdi, hvat vitnið segði.
- Eg bjóðaði mær at koyra
hann, har hann vildi fara.
Eg royndi at sissa hann,
men einki hjálpti. Eg tendr-
aði so fartelefonina, sum lá
á setrinum við síðuna av
mær og ringdi til vaktina í
SMS. Eg hevði ringt til
hann stutt framman undan,
so tað var bara at trýsa á
recall, segði vitnið.
Vaktin tók telefonina, og
hann hoyrdi tí hvørt orð,
sum varð sagt niðri í
bilinum.
Slapp avstað
Ákærdi royndi alla tíðina at
fáa vitnið úr bilinum, og
hálaði alsamt í hann fyri at
skrykkja hann út, men hetta
eydnaðist kortini ikki. Alla
tíðina hótti hin ákærdi við
at drepa og stinga.
Vitnið metti, at hetta stóð
upp á í einar 20 til 30 minutt-
ir. At enda lovaði vitnið, at
um ákærdi flutti seg, so
vitnið slapp úr bilinum,
skuldi hann fáa lykilin.
Vitnið sløkti síðani motorin,
tók lykilin og fór úr bilinum.
Men hann gav tó ikki
ákærda lykilin, men rann
avstað, niðan rampuna og
víðari niðan brekkuna móti
parkeringsplássunum
framman fyri høvuðsinn-
gongdina til SMS.
Ákærdi elti hann, og
knappliga steðgaði vitnið.
Ákærdi royndi at sláa og
sparka eftir vitninum, sum
tó kláraði at skáka sær
undan. Vitnið rann so víðari
suður um SMS, har hann
bukaði á dyrnar inn til
hølini hjá vaktunum, og
slapp inn har.
Vitnið heldur, at vaktin
má hava ringt til løgregluna,
sum var skjót á staðnum.
Men tá ákærdi sá løgreglu-
bilin, tók hann til rýmingar.
Annar av løgreglumonn-
unum elti tó viðkomandi,
og handtók henda nakað
seinni.
Vitnið og vaktin fóru
nakað seinni oman á politi-
støðina, har teir vórðu av-
hoyrdir um hendingina.
Vitnið er sannført um, at
hin ákærdi var ávirkaður av
einum hvørjum, tó hann
dugdi ikki at siga hvørjum.
Hann luktaði kortini ikki av
brennivíni, so talan hevur
helst
verið
um
onnur
rúsandi evni.
Hendingin hevur ávirkað
vitnið so mikið, at hann nú
altíð koyrir við løstum
hurðum um náttina.
Skilti hann var í neyð
Hitt
vitnið,
sum
varð
avhoyrt
fríggjadagin
í
Føroya Rætti, var náttar-
vaktin. Hann greiddi frá, at
telefonin ringdi, men tá
hann svaraði, var eingin í
hinum endanum. Hann
hoyrdi kortini mannamál,
og hann kendi røddina á
vitninum, sum hann tosaði
við so at siga hvørja nátt.
Hann hevði tó ongan
møguleka at vita, hvar bilur
og menn vóru, so hann
gekk runt í SMS og hugdi
út, og fór at enda út á brand-
trappuna eystureftir, og tá
sá hann niður á bilin og
ákærda, sum royndi at fáa
fyrra vitnið úr bilinum.
- Eg hevði eina kraftiga
lykt og lýsti niður á bilin og
ákærda. Tað tóktist, sum
reageraði hann upp á hetta.
Tað gingu kanska einir
fýra-fimm
minuttir,
so
slapp vitnið úr bilinum og
rann niðan rampuna og
víðari niðan brekkuna móti
høvuðsinngongdini.
Tá
misti eg teir úr eygsjón,
greiddi náttarvaktin frá.
Hann
ringdi
tá
til
løgregluna og boðaði frá
hendingini.
Hann gekk síðani runt at
vita, um hann sá teir báðar
aftur, men tað gjørdi hann
ikki. Hann fór síðani aftur í
vaktarhølið, og stutt eftir
bukaði á dyrnar. Tað var
fyrra vitnið, sum hann
lovaði inn. Teir tosaðu síð-
ani saman og fingu sær ein
kopp av kaffi fyri at sissast
aftur.
So fóru teir út á somu
brandtrappu. Vitnið rann
niður trappurnar til bilin,
sum stóð við hurðini opnari.
Hann læt hana aftur og læsti
bilin, og fór síðani upp aftur
á trappuna. Tá var ákærdi
har framvegis og rópti upp
trappuna: »Eg havi einki
móti tær persónliga, men
eg veit, hvør tú er, og tú
skal nokk fáa tað«.
Í somu løtu kom løg-
reglubilurin á staðið, og hin
ákærdi rann avstað.
Um hálvan tíma seinni
ringdi løgreglan at vita, um
teir báðir kundu koma
oman á politistøðina at geva
vitnisfrágreiðing.
Báðir
kundu staðfesta, at løg-
reglan tá hevði handtikið
rætta mannin.
Ákærdi, sum í dag er 26
ára gamal, møtti ikki í
rættinum fríggjadagin, og tí
verður nýggjur rættarfundur
ásettur. Møtir ákærdi ikki
tá, verða boð givin um at
handtaka viðkomandi.
Tað er varafútin, Finn Ou-
gaard, sum er ákæri í sakini,
meðan Rannvá Ragnars-
dóttir er verji hjá ákærda.
Hótti mann eftir lívinum
Ákærdi royndi at rykkja og skrykkja bilføraran út úr bilinum, sum hann ætlaði at rána. Hann stendur nú ákærdur fyri ránsroynd
Modellmynd: Jens Kristian Vang
Bumbaðu postkassa
Ein postkassi var sprongdur í luftina í Havn leygarkvøldið.
Frá løgregluni siga tey, at hetta er eitt mál, ið helst ikki
verður uppklárað. – Vit kunnu nýta fingraavtrykk, men tey,
ið vanliga gera slíkt herverk eru nakað yngri bandittar, enn
vit hava fingramerkini hjá, sigur vakthavandi. Eisini vóru
tveir mans tiknir inn á støðina, eftir at løgreglan hevði
sproyta piparspreyð í eyguni á teimum. – Teir blivu skolaðir
bæði væl og leingi, tí mann fær øgiliga ilt av hesum, sigur
vakthavandi. Orsøkin til, at teir vóru sproytaðir er, at teir
órógvaðu arbeiðið hjá politinum.
Koyrdi ov seint
Um vikuskiftið vóru 7 klipp latin. 6 av teimum vóru fyri
ferð, meðan tað seinasta var fyri eina yvirháling í Kolla-
fjarðartunlinum. Tað, sum var serligt við hesum seinasta,
er, at eisini bilurin, ið bleiv yvirhálaður fekk bót. – Hann
koyrdi ov seint, og hevði eina langa røð aftanfyri seg,
sigur vakthavandi. Tí fær hesin fremsti bilurin eina bót,
fyri at koyra ov seint. Tað er tó onki ávíst kilometratal,
sum avger um tú koyrir ov seint. – Tú koyrir ov seint, tá
tú ikki loyvir bilunum aftanfyri teg framum, og tú koyrir
nógv seinni, enn umstøðurnar loyva tær.