mánadagur 9. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 27 - 9. februar 2009
Givnir at fiska tosk
Hesa ársins tíð er væl av toski at fáa fram við Lofoten í Noregi.
Soleiðis er eisini í ár, men munurin er tó tann, at í ár liggja bátar
nir við bryggju, meðan toskurin svimur uttanfyri. Orsøkin er, at
skipa og bátaeigararnir hava fingið at vita frá fiskakeyp
arunum, at tað er frægast at geva toskinum frið, tí tað ber ikki til
at selja hann kortini. Norsk bløð skriva, at nógvir fiskakeyparar
torsa ikki at keypa tosk til at salta ella at turka, tí teir bera ótta
fyri, at teir fáa ikki keypsprísin innaftur, tá marknaðurin aftur
fer at keypa tosk. Fleiri fiskavirkir í Noregi hava koyrt fólk til
hús, og einstøk eru farin í gjaldssteðg.
12 ferðsluóhapp
Nógv hálka var um vikuskiftið, og tað var høvuðsorsøkin
til, at 11 bilar vóru úti fyri ferðsluóhappum. Ongin
álvarsamur skaði var, hóast tað tvær ferðir vóru boð eftir
alarmsentralinum. Eisini vóru tveir seyðir árendir. Hetta
hevur bara við sær, at bóndin verður fráboðaður. Ein
ambulansi var eisini sendur niðan á Oyggjarvegin, har ein
fekk skaða á sleðu. Viðkomandi hevði fingið ilt í ryggin.
– Hetta er ein nakað óvanligur tilburður, sum bara hendur
um veturin, vísir vakthavandi á politistøðini í Havn á.
Stutt eftir kríggið
var ætlanin at byggja
nýggjan skúla við
Gjógv, tí tann húsini
vóru blivin ov trong.
Ætlanin var tó av
ongum, og um fýra ár
stendur skúlin tómur
Skúlamál
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Uttantil eru húsini sum eini
vanlig, gomul sethús. Ikki
tað tú vanliga setur í sam
band við ein skúla. Tá vit
trína inn gjøgnum dyrnar,
angar tað av nýggjum viði,
hóast húsini eru 126 ára
gomul, bygd í 1883.
Skúlin hvørvur av sær
sjálvum, og tí hugsa vit ikki
so nógv um alt hatta við
samanleggingum
og
so
framvegis,
sigur
Poul
Johannes Johannesen, sum
henda dagin hevur stødd
frøði við næmingunum.
Eg og myndamaðurin eru
farnir til Gjáar, har vit gera
eina skjóta, ófráboðaða vitj
an í skúlanum, vitandi um
at ymiskar moderniseringar
verða gjørdar í skúlanum í
bygdini.
Innkomnir renna vit okk
um fyrst í eina vatnautomat,
og síggja beint framm í eitt
rúm, ið so smáliga líkist ein
um vesi. Menn úr Sunda
Kommunu eru nevnliga í
holt við at byggja eitt rúm
til vesi inni í gongini. Áðr
enn var neyðugt at renna
tvørtur um vegin, hevði tú
eitt ørindi á vesinum, og tí
er hetta helst ein kærkomin
íløga til gjáarbørn, kanska
serliga nú tá kalt er um allar
geilar.
Tey eru tó ikki so nógv í
tali longur. Vit trína innar í
einastu stovuna í skúlanum,
og innanfyri situr ein lærari,
Poul Johannes, og tríggir
næmingar, Ólavur í 4.
flokki, Ebba í 5. flokki og
Jacobina í 7. flokki. Stovan
er lág, hugnalig og fylt við
allari útgerð, ið tørvur er á í
einum skúla í dag. Fjølritari,
printari, teldur, køliskáp og
keyboard, fyri bert at nevna
nøkur.
Vesið er tó ikki einasta
íløgan, ið er gjørd har. Eis
ini er hitapumpa komin
upp. Hon sum skal avloysa
gamla oljufýrið á loftinum.
Hóast tey eru fá í skúlanum,
skulu umstøðurnar vera í
lagi, og tí verður henda íløg
an gjørd.
Skúlin hvørvur
av sær sjálvum
Ólavur, Ebba og Jacobina
eru einastu bygdarbørnini í
skúlaaldri, og Ólavur er har
afturat yngsti maður í
bygdini.
Vanliga er tað Jan Thom
sen, einalærari, ið undirvísir
har, men ein dag um vikuna
rættir Poul Johannes, ið nú
er farin um pensjónsaldur,
eina hjálpandi hond.
Síðani 1883 hevur skúli
verið í bygdini á hvørjum
ári, tó undantikið 199495,
tá ein árgangur datt ímillum.
Stutt eftir kríggið var ætlan
in at byggja nýggjan skúla,
tí hesin var ov lítil. Tá búðu
út við 300 fólk í bygdini. Í
dag eru tey kanska 30 fólk
fastbúgvandi og væl fleiri
um summarið.
Eingi smábørn eru í
bygdini longur, og ongi útlit
eru fyri fleiri heldur. Tá
Ólavur verður liðugur í 7.
flokki um knapt hálvtfjóðra
ár, fer skúlin við Gjógv í
søguna, og tá verður alt
bara minnir.
Næmingarnir í Gjáar skúla, saman við Poul Johannes, ið undirvísir teimum einaferð um
vikuna. F.v.: Ebba, Jacobina, Ólavur og Poul Johannes
Skjótt er alt
bara minnir
Skjótt standa hesi húsini tóm. Í 125 ár hevur skúlagongd verið í hesum húsunum við Gjógv, men
um fýra letur skúlin ikki uppaftur, tí tá er seinasti næmingurin farin úr skúlanum. Hinumegin
vegin, stendur útivesið, ið hevur verið nýtt í nógv ár