Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 27 - 9. februar 2009 tíðindi Strandferðslan er eitt óvanliga gott arbeiðs­ pláss, sigur Dánjal Andreasen, nú hann leggur frá sær sum stjóri StjóraSkifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Strandferðslan er eitt óvan- liga gott arbeiðspláss og eg eri takksamur fyri tað tíðina, eg fekk á stovni- num. Tað sigur Dánjal Andrea- sen nú hann hevur lagt frá sær sum stjóri á Strand- ferðsluni. Fríggjadagin var almenn móttøka í sambandi við at hann leggur frá sær sum stjóri og Bogi Mortensen tekur við. Og tá ið hann beyð Strand- ferðsluni farvæl, segði hann, at stovnurin hevur ein sera góðan hóp av starvs- fólki, sum hann var stoltur av at hava verið ein partur av. Hann segði, at alt starvs- fólkið, bæði í umsitingini, umborð á skipunum og við bussunum, hevði tikið eitt megnar tak fyri at vísa, at tað ber væl til at reka ein slíkan stovn í Suðuroy. Dánjal Andresen takkaði eisini øllum suðuroyingum fyri ta hjartaligu móttøku, hann hevði fingið. - Suðuroyingar eru ógvu- liga fyrikomandi og stutt- ligir at tosa við. Hann fortaldi eisini eina stuttliga søgu. Hann ikki sitið í stjóra- stólinum í meiri enn ein tíma, tá ið ein rættiliga óð kona ringdi og skeldaði hann út fyri at ein ávísur túrur var fluttur ein tíma og tað var komið ógvuliga tvørt fyri hjá henni. - Tá ið eg spurdi meg fyri á stovninum, vísti seg, at ein túrur var fluttur, men ikki túrurin, konan tosaði um. - Eg gjørdi ikki mætari enn at eg tók ferðaætlanina og fór niðan til konuna, bankaði upp á og segði, at nú kom eg at fáa mær kaffi. - Vit blivu bestu vinfólk sigur Dánjal Andresen sum við hesum vildi vísa, at tað veldst eisini um, hvussu ein sjálvur tekur ímóti, tá ið fólk eru ónøgd. Dánjal Andreasen helt eisini, at samstarvið við landsstýrismannin í vinnu- Einasta rætta er at flyta Vaktar­ og Bjargingar­ tænastuna og ein part av Fiskirann­ sóknarstovuni til Suðuroyar og leggja tey saman við Strand­ ferðsluni, sigur Dánjal Andreasen, sum nú er farin frá sum stjóri almennir Stovnar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað einasta rætta er at flyta fleiri almennar stovnar úr Havnini og út á bygd. Tað var hin seinasta heilsanin frá Dánjali Andrea- sen áðrenn hann segði endaliga farvæl sum stjóri á Strandferðsluni. Fríggjadagin var móttøka á Strandferðsluni á Tvøroyri í sambandi við stjóraskiftið, har Dánjal Andreasen legði frá sær sum stjóri og Bogi Mortensen tekur við. Nógv rumbul stóðst av ætlanini at flyta Strand- ferðsluna til Suðuroyar og tað vóru tey, sum vóru so dapurskygd, at tey spáddu, at hetta beinleiðis fór at knúsa stovnin. Men øllum hesum gjørdi Dánjal Andreasen til skammar. - Tað er ongin forðing fyri virkið hjá Strand- ferðsluni, at hon liggur í Suðuroy, segði hann. Tað vóru fleiri politikarar til staðar á móttøkuni og við teir segði fráfarandi stjórin bart út: - Tað ber væl til at flyta meir. Alment stórreiðarí í Suðuroy Í hesum sambandi heitti Dánjal Andreasen beinleiðis á politikarar um at seta seg niður at viðgera spurningin um, hvat annað virksemið kann verða lagt afturat Strandferðsluni í Suðuroy. Í hesum sambandi nevndi hann Vaktar og Bjargingar- tænastan og Magnus Heina- son, sum hevur royndar- fiskiskap fyri Fiskirann- sóknarstovuna. - Hetta er virksemi sum natúrliga kann verða lagt saman við Strandferðsluni í Suðuroy. Dánjal Andreasen segði, at hetta hevði gjørt raksturin betri skipaðan og bíligari. Hann helt eisini, at hetta hevði bøtt um nøgdsemi bæði hjá starvsfólkinum og hjá viðskiftafólkunum. Fráfarandi stjórin á Strandferðsluni metti eisini, at eitt stórt, alment reiðarí, sum fevndi um øll skipini hjá tí almenna, hevði givið fleiri fyrimunir við stór- rakstri. - Tað hevði givið okkum ein fíggjarligan fyrimun í øllum keypi til stovnin og skipini og at tað hevði borið til at fingið bíligari tilboð frá veitarum av ymsum slagi. Hann legði afturat, at her kann landið so fáa ein fíggjarligan fyrimun uttan at tað kostar nakað sum helst. Hann helt, at serliga nú tíðirnar ikki eru heilt so góðar longur og Løgting og landsstýrið venda hvørjari krónu fyri at gera almenna raksturin so bíligan sum gjørligt, hevði tað verið áhugavert at lagt stovnarar saman. - So tit politikarar, hugsi tykkum væl um. Flyti hesar stovnar og leggi teir saman til eina eind í Suðuroy, segði Dánjal Andreasen. - Vit hava prógvað við Strandferðsluni, at tað ber væl til, legði hann afturat. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í miðjuni, lurtar eftir ímeðan Dánjal Andresen, fráfarandi stjóri á Strandferðsluni, mælir politikarum til at flyta fleiri almennar stovnar til Suðuroyar og leggja teir saman við Strandferðsluni. Ytst høgrumegin sæst Jacob Pauli Hammer, skipari á Steintóri Fleiri almennir stovnar flytast til Suðuroyar Eisini teir báðir eldru og royndu skipararnir á Smyrli vóru komnir at heilsa upp á. Vinstrumegin stendur Dánjal Larsen og høgrumegin Hanus Lassen Dánjal er stoltur og