týsdagur 10. februar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 28 - 10. februar 2009
Bankarnir vistu um Bagger
Longu í 2003 fingu danskir bankar at vita, at alt ruggaði ikki
rætt í fyritøkuni IT Factory, sum Stein Bagger var stjóri í.
Vælvitandi keldur siga fyri TV2, at fleiri danskir bankar longu
í 2003 fingu at vita, at Stein Bagger var óálítandi, og at alt
ruggaði ikki rætt í IT Factory. Kortini hildu Danske Bank og
Nordea fram við at lata fyritøkuni fígging við tí úrsliti, at teir
nú kunnu missa nógvar milliónir krónur. Danske Bank hevur
sagt, at hann kann missa 347 milliónir krónur orsakað av
gøluni við IT Factory. Nordea sigur seg hava 23 milliónir
krónur í leysari luft.
Sjálfstæðisflokkurin størstur
Sjálfstæðisflokkurin hjá fráfarna forsætisráðharranum Geir H.
Haarde er størsti flokkur í Íslandi. Ein nýggj meiningakanning
vísir, at var altingsval nú, hevði flokkurin fingið 27 prosent av
atkvøðunum. Samfylkingin og Vinstri Grønir, sum júst hava skipað
stjórn, eru næst- og triðstørstu flokkar við ávikavist 19 og 15
prosentum. Framsóknarflokkurin, ið er stuðulsflokkur hjá nýggju
stjórnini, hevði fingið átta prosent, var val nú. 12 prosent hava
ikki tikið støðu, og seks prosent svaraðu, at tey høvdu valt okkurt
annað, um tað hevði borið til.
Fyrimunirnir eru
nógv fleiri enn
vansarnir við at
ganga í einum lítlum
skúla. Tey læra hvør
av øðrum, og tann
sosiala tørvin fáa tey
nøktaðan gjøgnum
ítróttin. – At koyra 26
næmingar í ein flokk
er ræðuligt, sigur
lærarinna í Haldór
svík
Skúlamál
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Eingin ivi býr í lærarinnu-
num í Haldórsvíkar skúla,
um hvat er betri fyri
barnið.
- Tað er ein nýggj verð at
fara í skúla, og at koyra 26
næmingar í ein flokk er
ræðuligt. Soleiðs sigur Sig-
rid
Vang,
lærarinna
í
Haldórsvík. Saman við hin-
um lærarinnunum í skúla-
num heldur hon, at fyri-
munirnir
við
smáum
skúlum
eru
størri
enn
vansarnir.
Í
Haldórsvíkar
skúla
ganga 15 børn av Langa-
sandi, úr Haldórsvík og av
Norðskála, umframt at tey
samstarva um ymisk fak
við skúlan í grannabygdini
Tjørnuvík, har seks næm-
ingar ganga.
Fýra lærarinnur eru í
skúlanum, og ein lærari er í
Tjørnuvík. Tilsamans eru
tey sostatt fimm lærarar um
tey 21 børnini.
Haldórsvíkar skúli er í
einum umbygdum sethús-
um við tveimum skúla-
stovum, teldurúmi, køki og
einum lítlum bókarúmi.
Afturat tí verður gamli
skúlabygningurin nýttur til
handverksfak.
Fyrimunir fyri barnið
Sambært lærarinnunum í
Haldórsvíkar skúla, sum vit
hava tosað við, eru fyri-
munirnir við einum lítlum
skúla fleiri.
- Skiftið frá barnagarði,
har tað er ein námsfrøðingur
um fimm børn, til skúla,
har tey eru nógv fleiri um
ein lærarar, er sera stórt fyri
barnið.
Fyri
tey
smáu
børnini er ein fyrimunur
við lítlum skúla, at tú hevur
tíð til at síggja problemini,
og vera á staðnum beinan-
vegin, sigur Sigrid Vang.
Læra hvør av øðrum
Í lítlum skúlum verður van-
liga undirvíst á fleiri floks-
stigum samstundis í sama
faki. Sigrid Vang, Marita
Poulsen og Hervør Ellings-
gaard eru samdar um, at tað
er sera krevjandi at hava
tveir ella tríggjar árgangir í
einum.
- Næmingar variera so
ótrúliga nógv. Men tá tú
hevur
fleiri
árgangir
í
einum, kunnu tey børnini,
sum eru frammanfyri, læra
nakað
tá
tú
undirvísir
árganginum yvir. Teir næm-
ingar, sum eru aftanfyri,
kunnu eisini læra nakað, tá
tú undirvísir árganginum
undir, og soleiðs kunnu
árgangirnir brúka hvønn
annan, siga tær.
Í einum lítlum skúla
stendur navnið á læraranum
eisini á hvørjum einstøkum
faki. Tað setur eitt ávíst
trýst á læraran, at foreldrini
vita hvør hevur »skyldina«,
dugir teirra barn ikki at
rokna ella skriva.
- Men tað ger hinvegin
eisini at lærarin má hevja
støðið eitt sindur. Í stórum
skúlum er tað nemt at
goyma seg aftanfyri fjøldina
av
lærarum,
men
her
stendur
títt
egna
navn
skrivað á einstaka fakinum,
sigur Sigrid Vang.
Sparra um FirstClass
Tá skúlin er lítil og lærarar-
nir fáir, kundi ein hugsa sær
at fakliga umhvørvið var
manglandi.
Sambært
lærarinnunum er tað tó ikki
ein trupulleiki.
- Sparring er eingin
trupulleiki. Vit kunnu brúka
FirstClass til at sparra við
aðrar lærarar kring landið,
tí sambandið er so gott sum
ongantíð. Harafturat er sam-
starvið millum skúlarnar í
økinum gott, og vit síggja
nógv til hvønn annan, greið-
ir Sigrid Vang frá.
Ítrótturin gevur
tað sosiala
Tá
næmingarnir
gerast
eldri, verða teir eisini meira
tilvitaðir um sosialu sam-
veruna, og tá fáa teir eisini
meira brúk fyri at vera
saman við javnaldrum. Men
sambært
lærarinnunum
kemur tað sosiala gjøgnum
ítróttin.
- Tey ferðast aftur og
fram eftir skúlatíð til øll
ítróttartilboðini í økinum,
serliga til fótbólt, judo, flog-
bólt og so framvegis, og
soleiðs fáa tey nøktað tann
sosiala tørvin, vísir Marita
Poulsen á.
Samanumtikið halda tær
als ikki at tað eru serliga
nógvir vansar við smáu
bygdaskúlunum.
- Lærarayrkið er krevj-
andi, óansæð um tú hevur
nógvar ella fáar næmingar,
tí tú er á alla tíðina. Vit
halda tað er deiligt at vera
her, og halda als ikki at
næmingarnir
missa
tað
stóra við at ganga í einum
skúla sum hesum, siga tær
sum við ein munn, tá eg og
myndamaðurin eru á veg út
gjøgnum dyrnar, og næsti
tími skal byrja.
Fimm lærarar til 21 børn
Marita Poulsen hevur júst
havt støddfrøði við 2.-, 3.-
og 4.flokki. Eins og í øðrum
skúlum er góðgætið skift
út við frukt, og tað ger tað
lættari at leggja tvey og tvey
saman, siga tey kønu...
Hervør Ellingsgaard, Marita
Poulsen og Sigrid Vang,
lærarinnur í Haldórsvík eru
samdar um, at fyrimunirnir
eru størri enn vansarnir við
einum lítlum skúla