týsdagur 10. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 28 - 10. februar 2009
Gávugóðs úr Grunni
Thorvalds av Steinum
varð í gjár handað
sjónleikaranum,
høvundinum og vísu
sangaranum, Kjartan
Hansen
List og mentan
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Kjartan Hansen úr Havn
varð í gjár 60.000 krónur
ríkari. Hann varð á móttøku
í hølunum hjá Fróðskapar
setri Føroya heiðraður við
gávugóðsi úr Grunni Thor
valds av Steinum, og er
hann sostatt 13. listafólki at
móttaka góðs úr grunn
inum, hesi níggju árini,
góðs hevur verið latið.
26 ára gamli Kjartan
Hansen er í løtuni undir
útbúgving til sjónleikara í
Luleå í Norðursvøríki, og
hevur hann frammanundan
tikið tvey skeið á fólkahá
skúlanum í Kungälv, stutt
uttan fyri Göteborg. Fyrst á
sjónleikaralinjuni, og síðan
á vísusangaralinjuni. Sein
astu nógvu árini hevur hann
verið virkin innan fleiri
ymiskar listagreinar. Sum
sjónleikari umvegis Sjón
leikarahúsið í Havn, og sum
ein triðingur av leikbólk
inum, Willieboys, sum yrkj
ari og sum høvundur, har
hann millum annað hevur
verið umboðaður í tíðarrit
inum, Vencil.
– Vit hava brúk fyri fólki,
sum tær, segði formaðurin í
nevndini fyri grunnin, Jóan
Pauli Joensen. Tað er ein
æra fyri okkum at heiðra
slík listafólk áðrenn tey
gera alt ov sjónsk í sam
felagnum.
Nevndin ivaðist ikki í, at
Kjartan Hansen fer at koma
langt við sínum gávum sum
sjónleikari.
Góðsið nýtast til
listarligt arbeiði
Sjálvur var Kjartan Hansen
bilsin yvir heiðurin, og tók
hann ímóti kekkinum og
heiðursbrævinum í eyð
mýkt. Í løtuni er hann í
starvsvenjing í Malmö, har
hann um fáar vikur skal
hava frumframførslu. Hann
setti sær kortini tíð av til at
flúgva heim til Føroya at
taka ímóti gávugóðsinum.
Hvat peningurin skal nýtast
til, hevur Kjartan Hansen
gjørt sær nakrar tankar um.
– Eg gangi og hugsi um
tvey ting, eg kundi hugsað
mær arbeitt við. Eg kundi
hugsað mær at arbeitt við
verkætlan, sum tvørfakliga
savnar ung listafólk. Møgu
liga eitt tiltak, ið fevnir um
fleiri dagar, og kanska tað
kundi verið skipað í sam
band við 100 ára dagin hjá
Tórshavnar kommunu. Eitt
annað, eg havi hugsað um,
er at skipa fyri einum fyri
lestri við rektaranum á
skúlanum hjá mær, ætlaðum
føroyskum
sjónleikarum,
sigur Kjartan Hansen.
Í øllum førum skal pening
urin nýtast til viðkomandi
listagrein.
Kjartan Hansen gongur
sum nevnt í skúla í Luleå í
Norðursvøríki. Skúlin tekur
inn næmingar annaðhvørt
ár, og var hann millum teir
600
sjónleikararnar,
ið
søktu um upptøku fyri
tveimum árum síðan, har
av bert átta sluppu gjøgnum
nálareygað. Skúlin er fram
úr góður, og fáa tey frálæru
á høgum støði á skúlanum,
greiðir hann frá.
– Eg verið so liðugur í
2010, og tá kundi eg hugsað
mær at verið verandi í Svø
ríki, og arbeitt við sjónleik
inum. Av tí at eg tosi danskt,
kundi tað verið upplagt at
arbeitt tvørturum markið
millum Danmark og Svø
ríki, og møguliga at skapa
arbeiði fyri onnur. Mítt mál
er ikki at gerast kendur,
men eg vil sleppa at gera
tað, sum eg tími, sigur
Kjartan Hansen.
Kjartan fekk góðsið
Ráðharri vil ikki sløkkja
Norðurírski umhvørvismálaáðharrin, Sammy Wilson, er av
sonnum komin í andglettin, tí hann hevur steðgað einum átaki,
sum skuldi gagna veðurlagnum. Í átakinum varð millum annað
heitt á fólk um at sløkkja ljósið, tá tey fóru úr einum rúmi, men tað
heldur ráðharrin vera tvætl. Sammy Wilson er av teirri áskoðan, at
tað er ikki menniskjan, sum hevur elvt til veksandi hita á jørðini,
og tí hevur tað ongan týdning fyri umhvørvið, at fólk spara streym,
sigur hann. Andstøðan vil hava Sammy Wilson frá.
Dalai Lama til Íslands
Dalai Lama, sum er andaligur og verðsligur leiðari hjá
fólkinum í Tibet, fer til Íslands í summar. Tey seinastu 50 árini
hevur Dalai Lama ferðast um allan heimin, men hetta er fyrstu
ferð, at hann vitjar Ísland, skrivar Vísir. Undir vitjanini, sum
verður fyrst í juni, skal tibetanski leiðarin halda fyrilestur í
Laugardalshøllini í Reykjavík um ymsar viðkomandi
spurningar. Dalai Lama, sum er 73 ára gamal, hevur búð í
útlegd síðani 1959. Hann hevur fingið friðarheiðursløn Nobels.
Kjartan Hansen er í løtuni undir
sjónleikaraútbúgving í Svøríki. Hann varð
í gjár heiðraður við gávugóðsi úr Grunni
Thorvalds av Steinum, sum hann ætlar skal
nýtast til listarligt arbeiði innan sjónleik
Mynd: Jens Kristian Vang