týsdagur 10. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 10. februar 2009
11
Ummæli
Óli Jacobsen
U
ndan jólum gav blaðmaðurin
Vilmund Jacobsen út bókina
Umborð - søgur um siglandi.
Her er talan um 52 greinir, sum
Vilmund hevur havt í Sosialinum
seinastu árini um okkara
siglandi fólk.
Her kann fyrst sigast, at Vil
mund hevur sera góðan førleika
til at skriva eina slíka bók. Hann
kemur úr eini fiskimannafamilju
og einum fiskimannaumhvørvi í
Nólsoy. Sum blaðmaður í eini 30
ár hevur hann skrivað nógv um
fiski og sjóvinnu. Hetta var ikki
minst galdandi tey 10 árini, hann
var blaðstjóri á FFblaðnum. Og
nú hesi seinastu árini hevur hann
verið á Sosialinum, har hann fyri
ein stóran part hevur skrivað um
sjóvinnu.
B
ókin er um 300 síður og
hevur eina mynd á minst
aðru hvørju síðu. Tí gevur hon
eina sera breiða lýsing av
korunum hjá teimum siglandi.
Her er talan um eina sera stóra
breidd. Greinirnar eru um fólk
við sera ymiskum skipum, heilt
frá útróðarbátum til Norrønu,
aldurin er frá 18 til 86 ár, mann
fólk og konufólk eru umboðað.
Tað sama er við øllum størvum
umborð á skipum sjálvt barr
vørar! Allir inntøkubólkar eru
eisini umboðaðir.
Tað finnast nógvar frásagnir
frá korunum hjá fiskimonnum í
gomlum tíðum, tá tað veruliga
var vandafult at vera á sjónum.
Tað er nógv gingið framá við
trygd á sjónum. Men framvegis
kann staðfestast, at sjógvurin er
eitt vandafult arbeiðspláss.
Nógvar av frásagnunum hjá
Vilmundi eru um slíkar tilburðir,
har tað kundi endað galið.
Millum hesar kann nevnast, tá ið
Jógvan Norði fór at leka og sakk
21. oktober 2003. Hetta er eitt
dømi um ein hending, sum ikki
skuldi kunnað hent.
Frásøgnin er um, tá ið báturin
hjá Hans Magnus Hansen sakk á
Norðhavinum 22. Mars 2004, og
har tað var roknað sum eitt undir,
at hann bjargaðist.
Annað dømi er um, tá ið Thor
Sentry fekk ein sjógv 1. novemb
er 2006, og tað eisini kundi
endað galið.
Men hesir og aðrir, sum tað eis
ini verður greitt frá, bóru boð í bý.
T
að eru góðar frásagnir um
arbeiðsumstøðurnar hjá
teimum siglandi. Teir fegnast um
teir lættar, teir fáa. Umborð á
ísfiskatrolarum eru teir fegnir
um kryvjimaskinurnar, sum
komu umborð eftir nógva mót
støðu frá pørtum í vinnuni. Hetta
lættir nógv um knossið og kann
gera munin millum, at arbeiðið
er ov stríggið, og at tað er væl
liviligt umborð.
Aðrir hava eisini fingið
ísmaskinu umborð, og hetta er
eisini eitt gott stig fyri at lætta
um. Menn vita eisini, at slík
framstig koma ikki altíð av sær
sjálvum.
Stórt sæð kann sigast, at menn
eru nøgdir. Tað er spennandi at
sigla, og serliga spennandi er tað
at fiska, har tað kann ganga
báðar vegir við eydnuni. Eru teir
á toppinum, kann bert ganga ein
veg. Men gongur niður á bakka
er at bíða eftir, at tað fer at ganga
hinvegin aftur. Royndirnar vísa,
at hetta verður so fyrr ella seinni!
Í onkrum av greinunum láta
menn eisini sera væl at sínum
reiðara, sum vísir áhuga og javnan
gongur umborð og spyr, hvussu
tað gongst. Hetta er eisini positivt.
Fiskimenn og reiðarar hava jú tað
felags áhugamál, at mest møguligt
skal koma burtur úr.
T
að eru nógvar áhugaverdar
frásagnir í bókini. Her er
eisini talan um nokk so nógv av
fiskivinnusøgu, sum her fæst á
ein eitt sindur øðrvísi hátt.
Sigast kann, at her er talan um
eina samtíðarsøgu. Men sum
tíðin gongur, verður hetta rættu
lig søga. Tá er hon longu skrivað
og varðveitt. Tað er júst hetta,
sum er saknurin við vanligari
søguskriving. Nógvar keldur eru
burtur, og so ræður um at fanga
tær, sum eftir eru, áðrenn tað
verður ov seint.
Eisini av hesi orsøk er henda
bókin eitt hent tiltak hjá
Vilmundi Jacobsen.
Við bókini Umborð - søgur um siglandi eftir Vilmund Jacobsen fær lesarin bæði
spennandi frásagnir og eina øðrvísi útgávu av føroyskari fiskivinnusøgu
Allir aldursbólkar og
øll størv umborð eru
umboðað í áhugaverdu
frásagnunum hjá
Vilmundi Jacobsen í
nýggju bókini "Umborð
- søgur um siglandi"
Vilmund Jacobsen
BØKUR
Góð samtíðarsøga
um sjómenn