Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norra, Danmark, Týskland og Stóra Bretland eru ímillum londini, ið føroyski heavy metal bólkurin SIC fer at vitja komandi mánaðirnar. Føroyski heavy metal bólkurin SIC, fer í næstum á rundferð kring Evropa, og framførslurnar eru yvir fimti í tali. Byrja verður við fyrstu framførsluni í Bergen 19. februar, og í Norra endað menninir við einari framførslu í Oslo 28. februar. Mars mánaðin er leysur av framførslum, tí tá er ætlanin at tónleikararnir skulu skriva nýggjastu løgini liðug, ið eftir ætlan koma á fløgu seinni í árinum. 1. apríl gongur leiðin til Týsklands, har SIC millum annað skal framføra saman við væl umtókta bólkinum Hatesphere. - Hatesphere hevur vanliga umleið 1000 áhoyrarar til hvørja konsert, og tískil er tað ein stórur møguleiki fyri okkum at koma víða um, sigur Eddie Jacobsen, guitaristur í SIC. Í mai mánaði gongur leiðin so til Stóra Bretlands, har SIC skal framføra sum høvuðsnavn saman við trimum øðrum bólkum. Summari verður í Føroyum Eftir umfatandi rundferðina hjá SIC gongur leiðin aftur til klettarnar, og bólkurin hevur ætlanir um at framføra á ymsum av teimum føroysku festivalunum. - Vit skulu framføra á G! Festivalinum og Festivalinum Við Múrin. Vit hava nógvar fyrispurningar úti, men enn eru aðrar framførslur ikki komnar í rætt lag, sigur Eddie. Næststørsti heavy metal festivalurin í Evropa, Metalcamp, er ímillum fyrispurningarnar hjá SIC. - Tað er einki avgjørt, men vit vænta at fáa játtandi svar skjótt, um at framføra sum høvuðsnavn á næst størsta pallinum í Metalcamp. Har eru yvir 40.000 fólk til allar framførslurnar á Metalcamp, so tað er eitt gott høvi hjá okkum, sigur Eddie. Heimskend bookingarfeløg vísa áhuga Nógv stór bookingfeløg hava víst áhuga fyri SIC, og millum teirra er Live Nation og The Agency Group. Hesi feløg hava umboða alt frá Britney Spears til Slipknot, og mugu sigast at verða tungvektarar í vinnugreinini. - Vit hava nógvar følarar úti, og eru sera hepnir at bookingfeløg sum hesi vilja umboða okkum, sigur Eddie. Møguleikarnir eru nógvir, tá ið slík bookingarfeløg eru við í leikinum, og Eddie Jacobsen heldur, at hetta kann verða vegurin fram. - Vit kunnu millum annað fáa hagtøl yvir hvussu nógv lurta eftir okkara tónleiki, og á hendan hátt vita hvar vit flóta tónleikaliga, sigur hann. Menninir í SIC merkja longu, at áhugin fyri teirra tónleiki er voksin, tí teir eru blivnir munandi dýrari hjá Festivalum og øðrum at keypa. - Vit fingu nærum einki fyri framførslur í byrjanini, og hóast tað ikki er tað heilt stóra nú, so er tað voksið munandi, sigur Eddie. Útlendingar við í menningini Fyri stuttum vóru limir í SIC til eina framførslu hjá Fuel Girls, har teir fingu inspiration av framførsluni hjá teimum, og setti seg í samband við kvinnurnar, um at framføra í einum videolagi hjá SIC. - Vit vóru ótrúliga hepnir, tí stutt eftir at tær játtaðu at verða við í videolagnum, fingu tær eitt gjøgnumbrot, og nú hava tær millum annað eina sending á Playboytv, og á MTV, sigur Eddie Jacobsen. Hetta er ikki einastu útlendingar ið vilja verða partur av SIC, tí altjóða viðurkendi framleiðarin Kevin Custer, vil framleiða videoløg hjá bólkinum. Custer hevur framleitt videoløg hjá heimskendum heavy metal bólkum, og nú skal amerikumaðurin veita sína hjálp til SIC. Ein minniligur dagur hjá SIC Tórshavnar Kommuna og Norðurlandahúsið hava stuðla SIC fíggjarliga, og uttan hesa ílegging, hevði tað ikki verið gjørligt hjá SIC at gjørt hendan dreymin til veruleika. - Eg minnist væl tá vit byrjaðu at tilrættisleggja rundferðina, og vit vóru í døpurhuga um at eingir pengar vóru til staðar. Tætt við at sleppa vónini fóru vit á fund við Tórshavnar Kommunu, og kommunan játtaði at stuðla okkum rættiliga nógv. Glaðir sum vit vóru eftir fundin, fóru vit heim aftur, og tá var ein teldupostur komin frá Norðurlandahúsinum, ið eisini játtaði at leggja pengar í ætlanirnar hjá okkum. Tað var ein fantastiskur dagur, ið gjørdi dreymin til veruleika sigur Eddie Jacobsen við Planet. SIC á rundferð kring Evropa Heimasíðan hjá DR1 hevur upprætta vanga­ myndir av teimum ymsu luttakarunum í X­Factor, har luttakararnir greiða frá sær sjálvum, og til ber eisini at senda eina heilsu til tey. Føroyska Linda Andrews er komin rættiliga langt í X-Factor kappingini, og nú ber til hjá okkum øllum at senda Lindu eina heilsu. Heimasíðan www.dr.dk hevur vangamyndir av teimum ymsu luttakarunum, og áhugi hevur verið sýndur fyri at senda heilsur til sangararnir. Linda greiðir millum annað frá hennara uppvøkstri í Føroyum, og til ber at síggja ymsar kykmyndir av framførslum hjá henni. Til ber eisini at skriva eina heilsu til luttakararnar, og í skrivandi løtu eru heilsanirnar soleiðis býttar: Mohamed fra X Factor hevur fingið 58 heilsanir Asian Sensation fra X Factor hevur fingið 66 heilsanir Seest fra X Factor hevur fingið 25 heilsanir Linda fra X Factor hevur fingið 21 heilsanir Sidsel fra X Factor hevur fingið 55 heilsanir Lucas fra X Factor hevur fingið 59 heilsanir Alien Beat Club fra X Factor hevur fingið 29 heilsanir Tårnhøj fra X Factor hevur fingið 11 heilsanir Claus fra X Factor hevur fingið 11 heilsanir Send eina heilsu til Lindu