Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2009 - Tú arbeiðir góðar hundrað dagar um árið, møtir klokkan 11 og fer heim, tá tú vil. Til eina løn á oman fyri 35.000 krónur um mánaðin, má tað vælsaktans vera heimsins besta starv, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður TINGARBEIÐI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá tingfólk gremja seg um, at arbeiðið er so strævið, og at tað er so nógv at seta seg inn í, so skilir Jóhan Dahl, landsstýrismaður als ikki trupulleikan. Á fundi um javnstøðu í Miðlahúsinum mánakvøld­ ið, sum Javnstøðunevndin skipaði fyri, varð kjakast um at arbeiðstíðirnar hjá politikarum eru so mikið ólagaligar, at kvinnur aftra seg við at fara upp í politikk. Hesum kundi Johan Dahl, landsstýrismaður í javn­ støðumálum, sum sat við pallborðið, als ikki taka undir við. ­ Nú skal eingin heldur misskilja meg, men tá ting­ fólk gremja seg um, at tey fáa ikki arbeiði og familjulív at hanga saman, so eri eg als ikki við. Talan er um 100 til 110 dagar í Løgtingi­ num, og tá skuldi verið lag á manni at tillaga seg teir fáu arbeiðsdagarnar, sigur Jóhan Dahl. Føroysku politisku flokk­ arnir hava ikki skipa arbeiðið soleiðis, sum gjørt verður í øðrum londum, har hvør tinglimur hevur síni øki at taka sær av, og tí kann tað verða rættiliga strævið, um ein tinglimur skal seta seg væl og virðiliga inn í øll mál, sum verða løgd fyri Tingið. Men eisini fyri tí skuldi verið ráð, heldur Jóhan Dahl. ­ Talan er jú um eitt starv við stórum flexibiliteti. Tingfólk møta klokkan 11, um tey altso ikki hava onkran nevndarfund at fara á, og fara til hús klokkan fýra­fimm. Tað skuldi verið yvirkomiligir dagar. Hartil kemur, at talan als ikki er um møtiskyldu í heila tikið, so eg dugi ikki at síggja, hvussu tingfólk skulu hava trupulleikar at sameina arbeiði við familjulív, sigur Jóhan Dahl. Suðuroy kann arga Hann sigur, at tað serliga eru kvinnuligu tinglimirnir, sum vilja vera við, at ting­ arbeiðið er so strævið, men hann kann altso ikki við sínum besta vilja skilja hetta. ­ Eg sigi ikki tað, at um talan er um ein kvinnuligan tinglim úr Suðuroy, sum hevur smá børn, so kann tað kanska verða eitt sindur óheppið, men vit skulu eisini minnast til, at hetta er eitt starv, har tú hevur frí 250 dagar um árið, og sum gevur eina løn oman fyri tær 35.000 krónurnar um mánaðin, sigur Jóhan Dahl. Hann heldur tí, at um summar kvinnur meta, at talan er um strævið starv, har arbeiði og familjulív ikki kunnu sameinast, so hava hesar kvinnur ikki havt verðsins tyngsta arbeiði framman undan. ­ Við so lagaligum arbeiðstíðum má tað bera til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at til ber at klára bæði sítt starv og røkja sítt heimalív, heldur Jóhan Dahl, landsstýrismaður. Gamaní kann til tíðir verða nógv at gera, og tað er fyrr hent, at tingarbeiðið hevur drigið út á náttina, men hetta verður so ríkiliga uppvigað av mongu frídøg­ unum, sum tinglimir hóast alt hava gjøgnum árið. ­ Alt tikið við – arbeiðs­ tíðir, løn og frítíð – so má tingarbeiðið vera heimsins besta starv, staðfestir Jóhan Dahl, landsstýrismaður. Tingarbeiðið heimsins besta starv Við lagaligu arbeiðstíðini, nógvu frítíðini og góðu lønini má tingarbeiðið vera heimsins besta starv, heldur Jóhan Dahl, landsstýrismaður Løgtingið er saman millum 100 og 110 dagar um árið, restina av tíðini hava tinglimir frí – burtursæð frá onkrum nevndarfundum Danir í iva um evruna Tað kann gerast trupult hjá Anders Fogh Rasmussen, for­ sætisráðharra at halda lyftið um, at danir skulu á fólka­ atkvøðu í hesum valskeiðinum um at brúka evruna ístaðin fyri krónuna. Fyri bara tveimum mánaðum síðani sá tað ikki so svart út, tí tá søgdu 51 prosent, at tey vildu hava evruna. Men sambært einari kanning hjá Berlingske Tid­ ende eru tað nú bara 42 prosent, sum siga tað sama. Onnur 42 prosent siga nei. Danski Fólkaflokkurin, sum er ímóti evruni, vil hava forsætisráðharran at sleppa fólkaatkvøðuni. Færri fiskimenn er loysnin Ein nevnd, sum hevur kannað umstøðurnar hjá grønlendsku fiskivinnuni, skrivar í síni frágreiðing, at tað eru ov nógvir fiskimenn í Grønlandi, og at teir forvinna ov lítið. Christian Sørensen, nevndarformaður, sigur við KNR, at tað er neyð­ ugt at skerja talið á teimum, sum hava fiskivinnuna sum yrki. Hann sigur, at teir, sum eru í vinnuni nú, eiga at sleppa at halda fram, men at tað verður neyðugt at avmarka møgu­ leikarnar hjá øðrum at sleppa framat. Christian Sørensen sigur, at grønlendska fiskivinnan má eisini leggja seg eftir at brúka størri og færri fiskifør enn nú.