Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 29 - 11. februar 2009 Bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ford Fiesta í nýggj­ astu útgávu er komin til landið. Talan er um ein spildurnýggjum bil, sum er smartur og væl koyrandi í allar mátar. Fiesta hava verið gjørdir síðan 1976, og hesin nýggi er sjeynda generatión Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Ford Fiesta hevði heimspremieru á Genéve Motor Show í 2008. Bilurin líkist konseptbilinum Ford Verve, og designið kallast „Kinetic Design“, sum merkir ”energi sum flytur seg”. Designstílurin er tann sami sum á t.d. Mondeo og Focus. Hóast nýggi Fiesta er størri enn forgangarin, er hesin lættari og meira ljóð­ leysur. Kabinan er flott og í nýggjasta stíli við modern­ aðum litum. Viðførisrúmið er 295 litrar, og við at leggja baksetrini niður verður vørurúmið heilar 979 litrar. Nýggi Fiesta er ein smartur hatcback, sum fæst við bæði trimum og fimm hurðum. Koyrieginleikarnir eru góðir, og Fiesta kennist sum ein størri bilur at koyra, bæði hvat komforti og trygd viðvíkur. Fiesta fæst við fleiri ymiskum bensin­ og diesel­ motorum. Tveir 1.25 litra bensinmotorar við ávikavist 60 og 82 hk, 1,4 litra við 96 hk og 1,6 litra við 120 hk, og tveimum 1,4 og 1,6 litra TDCi dieselmotorum við ávikavist 68 og 90 hk. Fiesta fæst eisini við eini 1.6 litra TDCi ECOnetic útgávu, ið er tann mest øko­ nomiski Ford, sum nakrantíð er gjørdur við CO2 útláti upp á einans 98 g/km. Nýggi Ford Fiesta kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu. Prís­ irnir byrja við kr. 153.800. Nýggjur og smartur Fiesta Ford Fiesta Titanium 1,6 TDCi Motorurin 1,6 litra 4 syl. við 90 hk O-100 km/t 11,9 sek Botntrekk 215 Nm við 1.750 snún/min Útlát 110 g/km Oljunýtsla 23,8 km/l (blandað koyring) Stødd og vekt Longd 395,0 m Breidd 171,0 m Hædd 153,0 m Eginvekt 1120 kg Viðførisrúm 295 litrar Prísur kr. 219,800 (Titanium 1,6 TDCi) Søluumboð P/F Wenzel Akranesgøta 5 FO-110 Tórshavn Tel. 354500 www.wenzel.fo Nýggi Ford Fiesta. Designið kallast »Kinetic Design« Fiesta líkist konseptbilinum Ford Verve við eyðkenda nýggja Ford stílinum Kabinan er flott og í nýggjasta stíli Hesin er ein Fiesta Titanium 1,6 TDCi Bilradio á Rás2 Ford Fiesta verður ummældur á Bilradio, sum verður sent hósdagin kl. 16.05 og endursent fríggjamorgun­ in kl. 8 og leygardagin kl. 13.