Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 30 - 12. februar 2009 Fýra røktarheims­ pláss kosta tað sama sum dagtilhaldini. Tí er tað ikki ein góður handil, at stongja dagtilhaldini, tí tá verður røktar­ tørvurin størri. Hetta kom fram á almennum fundi í Runavík í gjár DagtilhalD Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Borgarafundur var í Runa­ vík í gjár, har evnið var dag­ tilhaldini. Fólk vóru møtt av Eiði til Klaksvíkar, og hóast nógvan kava vóru eini 100 fólk í skúlanum við Løkin, har fundurin var hildin. Øll vóru á einum málið um, at dagtilhaldini ikki kunnu skerjast, tí tað er ein sera týdningarmikil partur av lívinum hjá teimum eldru. Lækni vísti eisini á, at tað er ein góður liður í fyribyrgjandi viðgerð fyri tey eldru, so tey í longri tíð kunnu vera heima, sum kanningar vísa, at fólk helst vilja. Tað var í hesum sam­ bandi, tað kom fram, at stuðulin, ið hevur verið latin til dagtilhaldini, er tað sama, sum eini fýra røktar­ heimspláss kosta. Tí kann sigast, at prísurin fyri at skerja dagtilhaldini er stór­ ur, tá tað eru nógv fleiri eldri, ið fáa gleði av dag­ tilhaldunum, og tí at dagtil­ haldini syrgja fyri, at fólk hava møguleika at vera heima í longri tíð. Skryktu teppið undan Øll á fundinum vóru samd um, at tað var ein løgin loysn, sum landið valdi, tá tað skerdi stuðulin til dag­ tilhaldini. Í septembur var seinasta freist at søkja stuðul til tilhaldini, men í desembur komu boðini, at ongin stuð­ ul kom til dagtilhaldini. Tí kenna kommunurnar, at teppið er skrykt undan virk­ seminum hjá tilhaldunum, og tað brádliga var ónýtilig orka at søkja um stuðul til tilhaldini. Hetta var aftaná, at komm­ unurnar skuldu lata fíggj­ arætlanina inn, og tí var somuleiðis torført hjá kommunum at gera nakað fyri at gjalda fyri tilhaldini sjálvar. Eisini søgdu kommunal­ politikarar, at teir hava tor­ ført við at gera nakað, tí so góðtekur mann háttin hjá landinum at skipa sítt virk­ semi, og tað halda komm­ unurnar ikki vera í lagið. Hinvegin vilja kommun­ urnar fegnar hava fleiri upp­ gávur frá landinum, men tær vilja hava ein posa av peningi at fylgja við, sam­ stundis sum skiftið verður gjørt á ein skipaðan hátt. Øll á fundinum, eisini landspolitikararnir, vóru samd um, at kommunurnar, ið hava styttri til fólkið, og tí kunnu loysa uppgávuna betri. Professionel fólk Fólk vóru somuleiðis á ein­ um máli um, at tað helst skal vera ein persónur, ið beinleiðis er knýttur at dagtilhaldinum, tí tað merk­ ir, at brúkararnir av tilhald­ inum ikki eisini skulu syrgja fyri, at tilhaldið er í gongd. Hetta meta fólk vera týdn­ ingarmikið, tí so hava brúk­ ararnir av tilhaldinum meira orku til sín sjálvs, og vera tí frískari. Arbeiða víðari Fyri kortum kom fram, at Runavíkar kommuna hevur í hyggju at finna eina loysn, sum ber í sær, at bert eitt dagtilhald verður í komm­ ununi. Tað, sum er ætlanin, er, at kommunan kannar møguleikan, sjálv at gjalda fyri dagtilhaldini. Eftir fundin sýntist tað, at fólk vóru eitt sindur greiðari yvir støðuna, og á onkran hátt vóru eitt sindur minni frustreraði av støðuni. Dýrt at skerja dagtilhaldini Til fundin í gjár vóru nógv øki umboðaði. Líka frá Eiði til Klaksvíkar. Her hava vit Elisabeth Ellingsgaard, sum er úr Klaksvík, men býr á Eiði Hóast tað var hált á vegun­ um, vóru eini 100 fólk møtt til tiltakið, sum vísti á, at tað er meiri møði enn føði at stongja dagtilhaldini