Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2009 Skulu vit vóna góðan fiskiskap, stórar árgangir av fiski, nógvan pening og so framvegis, so gera vit gott at ynskja okkum kaldar vetrar. Hetta er tað, Karin Margretha Larsen og onnur hava funnið fram til í eini kanning av havstreymum og gróðri Havfrøði Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Kaldari sjógvurin á land­ grunninum er, í mun til havið uttanfyri, minni er útskiftingin í sjónum og betri verður gróðurin. Hetta merkir somuleiðis, at fiskur­ in trívist betri, tí hann hevur meiri at eta, og etur tí ikki sítt egna yngul. Hetta merkir so, at meiri og feitari fiskur er, og tí verður meira fiskað. Nakað soleiðis er tanka­ gongdin aftanfyri úrslitini, sum fólk á Fiskirannsóknar­ stovuni hava funnið fram til. Karin Margretha Larsen, havfrøðingur, er ein av teim­ um, ið hevur arbeitt við hesi tesu, og í gjár vardi hon sína Ph.D í Bergen í Noregi. Ritgerðin er um havstreymar og útskifting av sjónum kring Føroyar. Kalt er gott Um veturin verður grundin løgd fyri gróðurin árið eftir. Er tað kalt um veturin, køln­ ar sjógvurin inni við land meira enn sjógvurin longri úti. Hesin hitamururin merk­ ir síðani, at minni útskifting er í havinum, tá botnurin skal leggjast. Hetta hevur við sær, at gróðurin ikki verður skræddur burtur av streymunum og tí verður betri gróður, tá várið byrj­ ar. Til hesar kanningar er ein rúgva av hitamátingum, sum eru gjørdar í havinum kring Føroyar. Bæði á land­ grunninum og í havinum longri úti. Grundkanningar Hesar kanningar eru sokallaðar grundkanningar, sum verða nýttar til eina størri kanning. Ætlanin við hesi stóru kanningini er at finna fram til, hvussu hav­ lívið kring Føroyar er, og soleiðis kann Fiskirannsókn­ arstovan vera vísari í sínum tilráðingum til fiskiskap. Altjóða áhugi Av tí, at landøkið kring Før­ oyar er so lítið, so eru lut­ falsligu broytingarnar í hav­ inum rímiliga stórar. Hetta hevur við sær, at mann kann leggja merki til broytingar, sum ikki eru líka lættar at leggja til merkis aðrastaðni. Tí hava kanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni stór­ an altjóða áhuga. Fiskar elska frost Sambært úrslitunum í kanning, sum fólk á Fiskirannsóknarstovuni hava gjørt, so er tað ein stórur fyrimunur fyri gróðurin í sjónum, um tað er kalt í luftini. Tí hetta ger sjógvin á landgrunninum kaldan, og tað merkir minni útskifting í sjónum Kelda: Heimsatlas Tað var Karin Margretha Larsen, sum í gjár í síni verju av síni Ph.D ritgerð, vísti á, at frost er gott fyri fiskarnar Mesta arbeiðsloysið í 14 ár Tey nýggjastu hagtølini hjá íslendska arbeiðsmarknaðinum vísa, at um mánaðarskiftið vóru 10.456 íslendingar skrásettir sum arbeiðsleys. Sostatt var íslendska arbeiðs­ loysið tá 6,6 prosent. Hagtølini vísa eisini, at 2.554 fólk mistu arbeiðið í januar, og sostatt vaks arbeiðsloysið heili 32 prosent eftir einum mánaði. Til sammetingar vóru 1.545 íslendingar arbeiðsleysir fyri einum ári síðani, og tá var arbeiðsloysið eitt prosent. Morgunblaðið skrivar, at arbeiðsloysið í Íslandi nú er tað størsta síðani januar í 1995. Veiðitrýstið skal skerjast Tað nýggja álitið, sum skal brúkast sum grundarlag fyri komandi fiskivinnupolitikkinum í Grønlandi, mælir til fleiri munandi broytingar í verandi vinnu. Millum annað verður skotið upp at áseta mark fyri mest loyvdu veiði fyri hvørt fiskaslag sær, at báta­ og skipaeigarar fáa kvotur fyri fleiri ár ísenn, og at kvoturnar skulu vera umsetiligar. Nevndin, sum hevur skrivað álitið, sigur í niðurstøðuni, at ein avgerandi fyritreyt fyri bygnaðarbroytingunum er, at veiðitrýstið verður skert.