Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 30 - 12. februar 2009 Lygnir, sex og taktikkur fara at seta sín dám á nýggju Paradise Hotel sendirøðina, har føroyska Connie verður ein av luttakarunum. Unga kvinnan úr Vági, Connie Bertholdsen Brockie, verður í næstum at síggja á danska skíggjanum hjá TV3 í nýggju sendirøðini av Paradise Hotel. Luttakararnar í Paradise Hotel verða innibyrgd á einum marglætishotelli, meðan upptøkutólini fylgja teimum fet fyri fet. Í sendirøðini hesaferð verða vit føroyingar enn einaferð umboðaðir úti í heimi, og tað verður vágskvinnan Connie, ið verðru føroyska umboðið í fimti sendirøðini av Paradise Hotel. Sendirøðin Paradise Hotel hevur verið afturvendandi í nøkur ár.. - Eg og ein vinkona sótu heima hvørt kvøld og hugdu eftir Paradise. Eg minnist, at eg segði við hana, at um eg verði støk aftur, so skal eg nokk søkja inn á Paradise. Tá eg so gjørdist støk, var eg noydd at halda mítt orð. Eg haldi eg sat uppi eina heila nátt, og skrivaði eitt bræv til TV3, sigur Connie. Vikur fóru framvið, og Connie hoyrdi einki frá TV3. - Eg hevði vónir um, eg kanska skuldi hoyra frá teimum aftur, men tað gekk so mikið long tíð, at eg næstan gloymdi tað, sigur hon. Uppringingin kom frá TV3, og Connie fór víðari til fyrstu samrøðu. - Fyrst skuldi tey tosa við meg umvegis telefon, og um eg slapp víðari hagani, skuldi eg til casting í Keypmannahavn, sigur hon. Alt gekk sum tað skuldi, og Connie kom víðari til fimtu sendirøðina av Paradise Hotel, sum var upptikin í Mexico. - Eg var so ræðuliga nervøs, men tíbetur var eg meira glað og spent enn eg var nervøs, sigur hon. Hotelli í Mexico fylt við sex, lygnum og spenningi Connie hevur ikki heimild til at úttala seg um sendirøðina, áðrenn hon verður víst á TV3, men hon váttar fyri Planet, at sendirøðin hesaferð er sum tær undanfarnu; fylt við sex, lygnum, taktiskum spæli, følskum gerðum og vinskapi. - Eg fái ikki sagt meira, enn at tað var ein ótrúlig uppliving, og at eg angri einki sum hendi. Eg kann tó siga, at hendan sendirøðin verður nógv meira spennandi enn tann undanfarna, sigur Connie við einum smíli. Føroyingur í skipstroyggju í rampiljósinum Connie hevur áður verið kend sum eitt nú modell í Ð-blaðnum, umframt at hon hevur verið ein vælumtókt modell í føroyska mótaheiminum seinnu árini. Hendan upplivingin er tó ikki nakað sum nakað, ið Connie áður hevur uppliva. - Eg eri ein persónur, sum gongur í føroyskum troyggjum og jogginbuksum meginpartin av tíðini, og tí er tað løgið, at eg nú skal verða kend aftur á gøtuni hvørja ferð eg fari út, sigur Connie Brockie, nýggi Paradise Hotel luttakarin. Tað er ikki greitt júst nær Connie verður at síggja á skíggjanum, men Paradise Hotel byrjaði mánadagin á TV3. /[ZZUQ } \M^MP}_ Orðini hjá mammuni fylgdi Connie Eingin uttan foreldur skuldi vita, at Connie skuldi luttaka í Paradise Hotel, og Connie bar leingi sítt loyndarmál einsamøll. - Eg segði tað við pápa mín rættiliga tíðliga, men eg hevði verri við at siga tað við mammu. Tá eg so segði henni tað, bleiv eg bilsin um, hvussu hon tók tað, og tá eg fór avstað var tað við hennara orðum í huganum, sigur hon. Trupult kann verða fyri foreldur at vita, at børn teirra skulu verða á einum slíkum marglætishotelli, ið verður víst aftur fyri øllum kongaríkinum, men foreldrini hjá Connie hjálpti henni á leiðini. - Mamma segði við meg, at hon helt, at eg skuldi fara avstað við tí í huga, at eg skuldi verða før fyri at hyggja meg sjálva í eyguni aftaná, og tað haldi eg avgjørt at eg kann gera í dag, sigur Connie. Byrðan var tung at bera, og loyndarmálið tóktist fylla nógv í hennara lívið. - Eg føli sum 100 tons eru farin av rygginum hjá mær, nú tá eg kann siga mínum vinum, hvar eg í veruleikanum havi verið, sigur Connie. Fyrsta treytin fyri at sleppa við í Paradise er, at luttakararnir eru stakir, soleiðis at alt kann henda, tá hesu støku fólkini hitta hvønn annan í Mexico. Hetta var eisini galdandi fyri Connie, men í dag hevur hon funnið sær ein maka. - Eg kom saman við Rúna Johansen eftir eg var komin heim aftur til Føroya, og hóast tað allarhelst verður trupult fyri hann at síggja meg á skíggjanum, so angri eg einki sum eg havi gjørt, og eg veit at hann stuðlar mær 100 prosent, sigur Connie.