Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 43

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2009 43 Søkt verður við hesum eftir stjóra til Brúkaraumboðið at seta skjótast gjør­ ligt. Starvsøkið Brúkaraumboðið er ein nýggjur lands­ stovnur, sum fer at umsita marknaðarfør­ ingslógina. Hetta inniber at hava eftirlit við, at markn­ aðarføringslógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar, umframt at skapa siðvenju fyri umsitingini av lógini. Tú skalt í fyrstu syftu standa á odda fyri at byggja upp nýggja stovnin, herundir seta fólk, ið saman við tær skulu røkja uppgávur stovnsins. Samlaða játtanin til stovnin fyri 2009 er 1,2 mió. kr. Ætlanin er at leggja stovnin í Suðuroy. Starvið Sum leiðari á Brúkaraumboðnum hevur tú ábyrgdina av samspælinum millum stovnin og brúkarar og veitarar av vørum og tænastum, og við atliti at almennum sam­ felagsáhugamálum er tín uppgáva at virka fyri, at ein góður marknaðarføringssiður verður mentur á føroyska vøru­ og tæn­ astumarknaðinum. Til hesar uppgávur krevst, at tú ert diplomatisk/ur og dugir at taka støðu til ymisk sjónarmið, umframt at tú kanst taka greiðar avgerðir. Harafturat skalt tú megna at umsita marknaðarføringslógina soleiðis, at hon í minst møguligan mun tarnar tí skapandi virksemi, ið fer fram innan markn­ aðarføring. Umframt at tryggja gott samskifti við brúk­ arar og veitarar, skalt tú arbeiða fyri, at ídni og eldhugi eru í hásæti á stovninum. Umsóknir Heldur tú, hetta vera eina spennandi av­ bjóðing at standa á odda fyri Brúkara­ umboðnum, og kanst tú vísa á, at tú hevur: • løgfrøðiliga kandidatútbúgving, ella aðra viðkomandi útbúgving á kandidatstøði, • góðan førleika at samskifta munnliga og skrivliga og hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt, • áhuga fyri teimum samskiftishættum, ið nýttir verða innan marknaðarføring, • sýnd góð samstarvsevni, biðja vit teg lata okkum tína umsókn við CV, prógvum o.ø., so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 9. mars 2009. Setanartreytir og annað Starvið verður sett fyri eitt 5­ára tíðarskeið. Starvið er lønt í 37. lønarflokki eftir sátt­ málanum millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars eru eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Arna Poulsen, aðal stjóra, á telefon 35 60 70. Vinnumálaráðið Tinganes Postrúm 377 110 Tórshavn VINNUMÁLARÁÐIÐ Stjóri til Brúkaraumboðið ...fá meira fyri einki! Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!