Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 • 13. februar 2009 Vikuskifti 4 Í morgin 7. februar 2009 fyllir John William Joensen, yngri 40 ár. Ikki er mongum unt at gerast ein so sterk býarmynd, áðrenn ein rundar tey 40. Men hetta kann róliga sigast um John William Joensen. Altíð blíður og fyrikomandi, væl skorin fyri tungubandið, og eitt gott, skemtiligt lyndi. Hann er glaður fyri at skrivarin hevur leitað sær norður til Klaksvíkar, so hann kann verða interviewaður í einum útvarpshølum norðuri í Klaksvík. Spurdur hvussu kenslan er, nú hann fer um tey fýrati, svarar John William: - 40 er ikki nógv í sær sjálvum, men talan er um ein hálvan mansaldur. Kortini, um ein leitar aftur eftir, so eru nógvir kilometrar komnir uppá loggin. Sjálvandi gruni eg yvir tey farnu árini, onkra stilla løtu, men sum hjá so nógvum øðrum 40 ára gomlum monnum, so eru tær stillu løturnar rættiliga fáar. Sigur John William flennandi. John William er kortini glaður fyri tey valini hann hevur gjørt í lívinum, og hann sigur seg verða ”Fit for Fight” til tey næstu 40 árini. John William følir, at hann og hansara ættarlið vóru tað síðsta ættarliðið, sum spældu úti, bæði í bø og haga, og niðri við sjóvarmálan. – Mammurnar gingu við hús, tá vit vóru smáir, og vit spældu við hús. Vit vóru ikki á nøkrum dagstovni, og vit høvdu eina rúgvu av spæli- felagum. Grannaløgini vóru í kríggi, og vit vóru nógv á floti á Borðoyarvík. Slíkt sum ung og børn í dag slettis ikki kenna til, tað var ein heilt onnur tíð. John William tykist sorgblíður, tá hann staðfestir hesar sannleikar. Kennir seg priviligeraðan John William kennir seg meiri priviligeraðan enn tey flestu. Foreldrini, Oliver og Elsa vóru rættiliga ung tá tey giftust, og fingu hann, sum fyrstfødda barnið. Báðar ommurnar, og báðir abbarnir hjá John William liva enn, og vitjar John William ofta Jákup og Jancy, og eisini John William, eldra og Hannu Fíu. Abbarnir hjá John William, John William Joensen, eldri, sum hann eitur eftir, og Jákup Biskopstø, eisini nevndur Húsa-Jákup, tí hann er ættaður av Húsum, eru kendir menn í nærumhvørvinum í Norðoyggjum. – Onnur eg havi tosað við minnast nóg illa ommurnar og abbarnir, meðan John William minnist langommir og langabbar frá barndómsárunum. Eg kenni hesi fólkini so væl, og havi livað við teimum frá mínum upphavi, og eri eg stoltir at verða ættaður frá so góðum fólkum. John William fegnast um teir stóru føðingardagarnar í báðum ættum, og tann stóra vinarskaran sum hann hevur, sum hann roknar fyri at verða størri og betri, enn sokallaðar Facebook-vinir. – Meðan onnur ramsa Facebook- vinir upp, so kann eg ramsa eina rúgvu av veruligum vinum og familju upp. John William er avgjørdur, tá hann kemur við hesi staðfestingini. Tá John William varð barn, tá vóru tað sjómennirnir, sum vóru stóru hetjurnar. - Øðrvísi er í dag, nú eru tað tær stóru sangstjørnurnar, og tær stóru ítróttarstjørnurnar. Tá eg vaks upp varð meginparturin sjómenn. Í dag verður hetta ikki rokna fyri at verða so nógv. Men okkara fyrimyndir vóru skiparnir og tað siglandi fólkið. John William viðgongur gjarna, at hann er konservativur. Útlærdur prentari Hóast nógv sjómansblóð rennur í æðrum John Williams, so valdi hann kortini at gerast landkrabbi. John William er vaksin upp við blaðnum Norðlýsinum. Pápin, Oliver hevur verið blaðstjóri á Norðlýsinum, síðani John William var smádrongur. Arbeiðsplássið hjá pápanum var tá – eins og tað er nú – í kjallaranum í sethúsinum hjá Elsu og Oliver uppi á Hædd í Klaksvík. Í John Williami birtist tíðliga ein longsul at gerast partur av blaðnum, sum verjir Klaksvíkar borg. John William royndi seg stutt í øðrum størvum, m.a. sum gartnari, men hugurin stóð til at verk, har hann kundi verða Norðlýsinum til frama. Ein orsøk til at hann valdi lívsstørvini hjá báðum abbunum frá, var fótbólturin. Sum sjómaður hevði fótbóltsleiðin verið ivasom. Feðgarnir vóru tó samdir um, at John William ikki skuldi læra á Norðlýsinum. John William søkti hjá fleiri prentsmiðjum, fyri at sleppa í læru, sum prentari. Tað var á Estra í Syðrugøtu, at lærusetningurin varð greiddur. Hann minnist enn hvussu Stig Rasmussen flenti, tá hann, John William kom við bønarorðum um eitt lærupláss: - Eg segði við Stig, at eg vildi hava eitt lærupláss, men eg kom ikki at arbeiða á Estra, tá eg varð avlærdur. Tí tá skuldi eg arbeiða á Norðlýsinum! John William viðgongur, at tað Patriotiski stríðsmaðurin John William Joensen, yngri hevur verið í mongum leikum, bæði sum KÍ-málverji og sum nevndarlimur í KÍ. Tíðin sum virkin ítróttarmaður hevur givið honum eitt hav av góðum vinum. Men politikkur, og tá serliga lokalpolitikkur og trivnaður í nærøkinum, liggja honum nærmast á hjarta Profilur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo John William um at verða formaður í Norðoya Sambandsfelag: - Fólk høvdu vita, at eg var sambandsmaður, sjálvt um eg ikki var formaður í Norðoya Sambandsfelag. Soleiðis er tað, tá ein býr í einum lítlum samfelagi. Øll vita hvar ein stendur. Tey sum arbeiða í øðrum miðlum hava eisini tikið eina politiska støðu, sum er ring at goyma í einum lítlum samfelagi. ... um havnarfólk: - Eg havi nógva góða familju í Havn. Og eg havi eisini nógvar vinmenn í Havn. Eg eri regluliga í Havn, fyri at vitja familju og vinfólk. Eg havi ikki nøkur ring viðurskifti við Havnina, tvørturímóti. Men tá ein býr á einum størri staði, so er skjótt at spæla leiklutin, sum tann, ið er líkasælur. John William er vaksin upp við Norðlýsinum, og tað hevur merkt hansara yrkisleið