fríggjadagur 13. februar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 13. februar 2009
Vikuskifti
5
var heldur naivt at vænta eitt
lærlingapláss, serliga tá ein
boðaði frá, at ein fór ikki at
arbeiða har, tá ein var útbúgvin.
Stig Rasmussen helt kortini, at
umbønin hjá John Williami var
original: - Stig ringdi til mín, og
tað fyrsta hann spurdi um, var um
eg var eitt konufólk? Nei svaraði
eg. Hann segði, at hann hevði
fleiri konufólk á Estra, men har
var alt blivið uppá vegin. So hann
skuldi ikki hava fleiri konufólk,
tað skuldi verða eitt mannfólk. Og
John William tók av.
Stórtrívist á
Norðlýsinum
John William er fegin um at
starvast á Norðlýsinum, har
hann kemur í samband við nógv
fólk. Og tá ein er opin, blíður og
fyrikomandi, sum er borið John
Williami og Oliveri, so fær ein
nógv góð prát á redaksjónini,
og eisini tá teir fara at vitja runt
í Klaksvík og í Norðoyggjum.
John William viðgongur, at tað
er nakað heilt serligt at starvast
saman við pápa sínum, men
hann heldur, at Oliver er lættur at
samstarva við. Saman hava teir
ment Norðlýsið til at verða bæði
ein internetsmiðil við nógvum
kjaki, umframt at verða eitt blað,
sum verður borið í hvørt húski í
Eysturoynni og í Norðoyggjum.
Haraftrat koma túrarnir til London
og París, sum blaðið skipar fyri.
Norðlýsið hevur verið røddin hjá
Norðoyggjum í nærum fulla øld
nú, og hóast mong ættarlið eru
sokkin í mold, og øll tøknin er
skift út, síðani Norðlýsið kom
út á fyrsta sinni í 1916, so er
aðalsetningurin tann sami. At
verja borg, og at bera tíðindi úr
nærøkinum. Við internetsútgávuni
er tað vorðið lættari at samskifta
við klaksvíkingar, sum búleikast
aðrastaðni, og sum búleikast kring
knøttin. John William og Oliver
fáa eisini nógvar afturmeldingar
frá klaksvíkingum í útlegd. – Vit
hava roynt at dyrka tann skógin,
sum er her norðuri, og hava eftir
førimuni givið okkara íkast til
samfelagskjakið. Greiður John
William frá, men hann staðfestir,
at vinkulin teir aloftast brúka,
verður mettur út frá nærøkinum,
sum hann og foreldrini eru so
góð við. – Vit hava ein ótrúliga
góðan uppbakning, ikki minst tá
tað kemur til lýsarar til blaðið. Tá
hava vit veruliga notið gott av
einum býi, sum Klaksvík.
Bert tveir á
redaksjónini
John William fegnast um, at
klaksvíkingar lyfta saman, tá tað
kemur til einasta prentaða miðil
uttanfyri høvuðsstaðin. John
William viðgongur tó, at teir hava
ikki sama fólk, sum aðrir miðlar.
Tað eru bara hann og Oliver á
redaksjónini, og tað er ikki altíð
hann og Oliver fáa tíð at práta
saman um tað, sum teir hvør
særis skriva. Tað kann tíðum verða
ringt at taka harðliga til orðanna
í einum minni samfelagi, men
John William heldur, at verulig
vinarløg hevja seg upp um tjak
og greinar um samfelagsmál,
um enn ein kann verða ósamdur
um tey ymisku málini. Klárar eitt
vinarlag ikki, at ein er ósamdur, so
er slíkt vinarlag lítið vert. – Hevur
tú tey røttu argumentini, so lurta
fólk eftir tær. Hevur tú ikki tey
røttu argumentini, so tíma fólk
ikki at lurta eftir tær. Staðfestir
John William. Blaðið gekk á odda
at stríðast ímóti einum valdømi,
og blaðið stuðlar eisini allari
menning av undirstøðukervinum
kring landið, har ímillum eisini
undirsjóvartunnilin til Sandoynna.
John William metir, at vit eiga at
verða á varðhaldi, at Føroyar verða
eitt fjøltáttað land í framtíðini,
og ikki miðsavnað, sum ein annar
norðurlendskur provinsbýur. John
William vónar kortini ikki, at
hann hevur traðkað niður á onnur
lokaløki í landinum, við sínum
stríði fyri nærøkið. Tað hevur ikki
verið meining hansara.
Fyrimunur at verða
stórur
John William heldur, at tað er so
skjótt, tá ein býr á einum størri
staði, at ein gerst líkasælur við tey
smærru økini í landinum. – Vit sum
búgva í størri samfeløgum hava
verri við at skilja tey, sum búgva í
smærri samfeløgum. Og um fólkini
frá smáu plássunum ikki kenna,
at vit hava áhuga fyri teimum, og
at vit ikki eru jalig, tá tey koma at
vitja okkum. Um vit bara svara,
at tey tað sama kundi búð í Havn
ella í Klaksvík, tá er illa vorðið.
- Tað er ein keðiligur hugburður,
og slíkur hugburður fer at minka
um Føroya-kortið hjá okkum. Og
eg síggi onga orsøk til at minka
Føroya-kortið. John William letur
ongan iva verða um, hvar hann
stendur í slíkum málum. - Tað
kann ikki verða ein størri visjón
fyri ein føroyskan politikkara, enn
at tað skal verða liviligt allastaðni
í Føroyum, og at allir føroyingar
skulu hava somu møguleikar.
John Williami líkar illa, at summi
seta undirsjóvartunnlar og undir-
støðukervið upp ímóti teimum
sokallaðu bleytu virðunum.
– Undirstøðukervið eigur at verða
grundarlagið undir, at føroyingar
kunnu búleikast kring alt landið.
Tað sæst á John Williami, at hesin
setningurin er eitt kardinalpunkt
hjá redaksjónini hjá Norðlýsinum.
Norðlýsið er eisini ein av bestu
moralsku stuðlunum hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, og virkseminum har.
John William harmast, at farið
er burtur frá politiskum valdum
nevndum: - Tí hvør er betri fyri
at meta um tørvin hjá samfelags-
borgarunum, uttan júst teir
fólkavaldu. Við at velja politiskar
nevndir, so valdi ein jú umboð fyri
brúkarnar. John William óttast fyri,
at framtíðar heilsuverkið í Føroyum
ikki verður so væl innrættað til
brúkaran.
Væntar betri tíðir fyri
KÍ
Stóra hjartabarnið hjá John
Williami er KÍ. Honum untist at
verða partur av KÍ-liðnum, sum
vann Føroyameistaraskapið í
1991, og eru summir frá tí liðnum
millum teir bestu vinmennirnar hjá
honum. Í skrivandi stund sita John
William og hinir nevndarlimirnir
og gera formansfrágreiðingina
klára til aðalfundin hjá KÍ. – Eg sá
yvirlitið yvir vunnin heiðursmerki
í 2008. KÍ vann 7 gullmerki í fjør,
meðan nærmasti kappingarneytin,
HB bert vann 4 gullmerki ífjør.
John William er ikki sørt bringu-
brattur, tá hann ramsar hagtølini
upp. John William hevur eygleitt
venjingarnar hjá Formulahópinum
hjá KÍ, og hann hevur borið eyga
við nógvar ungar spælarar, sum
hann heldur kunnu fara at gera
vart við tey komandi árini. – Tað
kann bara spyrjast nakað gott
burtur úr, og tí eri eg bjartskygdur
um framtíðina hjá KÍ. Og eg ivist
onga løtu í, at KÍ fer at hava eina
øðiliga glæsiliga framtíð. John
William følir seg sum nevndarlim
í KÍ ikki at verða undir trýstið,
nú KÍ ikki hevur vunnið hvørki
landskapping ella steypakapping
síðani 1999. John William metir,
at hópurin sum KÍ hevur tøkan í
dag fer at røkka langt. Men hann
staðfestir, at neyðugt er eisini at
hava tað tiltikna hepnið við sær.
– Tekur tú unglingarnar hjá okkum,
so hava teir verið í teimum síðstu
fimm steypafinalunum, men hava
bara vunnið eina av hesum fimm
finalunum. Høvdu teir vunnið
tríggjar ferðir, so høvdu øll tosað
um hvussu fantastiskan ungdóm
vit hava. John William ber fram
sannleikan, at lítið kann skilja
millum viðgongd og mótgongd
hjá einum stórum fótbóltsfelagi,
sum KÍ. John William heldur ikki
at tað hevur gagnað føroyskan
fótbólti tað stóra, at so stórar
peningaupphæddir hava verið
uppií leikinum. – Vit hava ikki
fingið betri fótbóltsspælarar
orsaka av hesum pengunum,
men tað eru spælarar, sum hava
forvunnið stórar upphæddir. Á
mangan hátt hava vit forsømt
umstøðurnar kring felagið. Ein
hevur brúkt alla fíggjarorkuna
uppá spælararnar. Men kanska
tað fer at verða meiri fokusera
uppá at betra um umstøðurnar
nú. Eg trúgvi, at tað er bara gott
fyri føroyskan fótbólt, at tær
stóru peningaupphæddirnar
minka. John William væntar, at
tey næstu 40 árini fara at geva
KÍ nógv meistaraheiti, og at
Klaksvík í síni heild fer at ganga
einari glæsiligari framtíð í møti.
Spurdur um hvussu nógv fólk hann
væntar fara at búgva í Klaksvík
í 2049, er John William ikki í
iva: - Tá verða vit 15.000 fólk í
Klaksvík. Patriotiski stríðsmaðurin
á Norðlýsinum fer at gera sítt til,
at KÍ og Klaksvík fara at stevna á
eina sigurskós í framtíðini.
n fór um tey 40
... um at verða klaksvíkingur:
- Eg eri ógvuliga heppin at verða vaksin upp í tí umhvørvinum, sum eg
eri vaksin upp í. Eg føli, at eg skyldi hesum býnum øgiliga nógv. Eg eri
ankraður í eini ógvuligari góðari familju. Og tí er ein sjálvsagt ógvuliga
góður við hetta plássið.
... um KÍ:
- Eg havi fingið eitt hav av vinfólkum, við at verða aktivur í KÍ. Ein
minnist aftur á tíðini, tá ein var aktivur við stórari gleði. Tá eg var
spælari var eg so konsentreraður, at ofta gav eg mær ikki far um
hvørjir mótstøðuspælarnir vóru. Tað er ikki fyrr enn ein var vorðin eldri,
at ein dugdi betur at njóta tað, og sá tað sum ein forrætt at fara inn og
spæla ein dyst frammanfyri nógvum áskoðarum.
Lurti eftir
samrøðuni við John
William Joensen á Rás2,
fríggjadagin 20. februar kl.
11.10.