Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2009 Ov nógv nýtsla av solarium kann framkalla móður­ merkjakrabba – ein sjúka, føroyingar árl­ iga doyggja av. Lands­ læknin, Høgni Debes Joensen, og Pál Weihe, yvirlækni, mæla til at 18 ára aldursmark verður sett á fyri at taka sól Ljósviðgerð Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í árunum millum 1996 og 2006 eru átta føroyingar deyðir av móðirmerkja­ krabba. Samstundis eru staðfestu tilburðirnir av móðirmerkjakrabba støðugt vaksandi hjá bæði monnum og kvinnum, og frá 2003 til 2005 meir enn trýfaldaðist talið av tilburðum av poten­ tielt deyðiligu sjúkuni úr 4 upp í 15 tilburðir. Hesi eru alarmerandi tøl, og í einum tilmæli til lands­ stýrismannin í Heilsu­ málum, lýsa Pál Weihe, yvirlækni, og Høgni Debes Joensen, landslækni, trupul­ leikan viðvíkjandi nýtslu av solarium millum tey ungu, um tiltøk eiga at verða sett í verk, og um tað eitt nú skal setast áseting um aldurs­ mark fyri nýtslu av solarium. Niðurstøðan í tilmælinum er greið. Ung undir 18 ár eiga ikki at sleppa at keypa sær til ljósviðgerð í Før­ oyum. Skaðir fólkaheilsuna Í tilmælinum verður stað­ fest, at vit leingi hava vitað, at samband er millum húð­ krabba og sólarljós. Millum annað stendur, at »Tað er tann ultravioletti parturin av sólarljósinum, sum fer illa við húðini – húðin eldist skjótari, gerst meira rukkut, og so fáa summi eisini krabbabroytingar í húðina. Serliga vandamikið er tað slagið av húðkrabba, ið vit vanliga rópa malignt melanom ella móðirmerkja­ krabba.« Víðari stendur eisini, at »Greitt samband er millum sannlíki fyri at fáa móðir­ merkjakrabba og hvussu nógv húðin hevur verið útsett fyri ultraviolettum ljósi.« Landslæknin og Pál Weihe siga, at vit eiga at minka um útsetilsi fyri ultra­ violett ljós, og at her er solarium ein ógvuliga ítøki­ lig kelda, og frá einum heilsusjónarmiði mugu solarium tí sigast at skaða fólkaheilsuna. Bera saman við tubakk Landslæknin og Pál Weihe siga víðari, at solarium kann flokkast sum annar ágangur á fólkaheilsuna, eins og eitt nú tubakk. »Viðvíkjandi tubakki roynir samfelagið í hesum árum at gera ymiskar tál­ mingar, og tað halda undir­ ritaðu (Pál Weihe og Høgni Debes Joensen, blm.) eisini er rímiligt at gera, tá ið talan er um ultraviolett ljós frá solarium. Best hevði verið, um hesi tól ikki vóru atkomulig í almenna rúm­ inum, tað vil siga at ikki var møguligt at fara inn á eitt alment stað fyri gjald at fáa ultraviolett ljós. Annar møguleiki hevði verið at skipa soleiðs fyri, at øll undir 18 ár ikki skulu sleppa at taka solarium á almennum støðum.«, skriva teir í tilmælinum. Eina ferð um mánaðin er nokk Í tilmælinum verður eisini víst til eina stóra norsk­ svenska kanning, almanna­ kunngjørd í 2003, har yvir 100.000 kvinnur vóru fylgd­ ar í aldrinum 30 til 50 ár í eitt tíggjuára skeið. Henda kanning staðfestir millum annað, at sjúklingar, sum vóru reyð­ ella ljóshærdir, og tær, sum høvdu nógv móðurmerkir og ofta høvdu verið sólskldaðar sum børn, vóru í størri vanda fyri at fáa móðirmerkjakrabba. Eisini ávísti kannngin, at tey, sum høvdu tikið solari­ um minst eina ferð um mánaðin, vóru í størri vanda fyri at fáa móðirmerkja­ krabba. Tilburðir trífaldaðir Í Norðurlondum er talið av húðkrabba nógv vaksið seinnu árini, og í Føroyum veksur talið eisini. Til­ burðirnir í Føroyum eru nærum trífaldaðir frá 1995 til 2005, frá 16 tilburðum í 1995 til 52 í 2005. Serliga tilburðirnir av móðirmerkjakrabba eru øktir nógv í tali, úr 1 ella 2 í nítiárunum til 10 í 2004 og 15 í 2005. Tað er nevnliga móðir­ merkjakrabbi, ið eisini er potentielt drepandi sjúkan. Í árunum 1996 til 2006 doyðu fimm kvinnur og tríggir menn av húðkrabba í Føroyum. Solarium kann elva til móðirmerkjakrabba – ein sjúka, átta føroyingar doyðu av millim 1996 og 2006. Tí mæla landslæknin og Pál Weihe til at 18 ára aldursmark verður sett á solarium Mæla til 18 ára aldurs­ mark fyri solarium Tilburðir av móðirmerkjakrabba 1999 til 2005 1999 6 2000 2 2001 2 2002 5 2003 4 2004 10 2005 15 Deyð av móðirmerkjakrabba frá 1996 til 2006 5 kvinnur og 3 menn Kelda: NORDCAN, Association of the Nordic Cancer Registries, 16.2.2009 FAKTA 13 ára gomul foreldur Ein 13 ára gomul genta í Fynshav á donsku oynni Als verður mamma um tveir mánaðir. Pápin er eisini 13, men hann var bara 12, tá gentan gjørdist við barn. Gentan gongur í sjeynda flokki og skal fermast í mai. Drongurin er farin í ein annan skúla at ganga. Arne Thorup, skúlastjóri í Fynshav, sigur við danska kringvarpið, at tilburðurin eigur at fáa skúlaverkið at umhugsa at endurskoða seksualfrálæruna. Hann leggur tó dent á, at talan er í fyrsta lagi um eitt familjumál heldur enn eitt skúlamál. Ríkið skal eiga listaverkini Tríggir limir í íslendska Altinginum hava lagt fram uppskot um, at listaverkini hjá Landabankanum, Kaupting og Glitnir verða staðfest at vera ogn ríkisins. Tað sama skal galda listaverk hjá teimum nýggju bankunum. Hildið verður, at talan er um eini 4.000 listaverk. Av teimum eigur Landsbankin umleið 1.700, Kaupting umleið 1.200 og Glitnir umleið 1.100. Teir tríggir tingmenninir siga, at almenningurin skal framvegis hava atgongd til listaverkini, annaðhvørt tey hanga í bankunum ella aðrastaðni.