Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. februar 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2009 35 Hiphop, street, modernaður dansur, jazz og house. Hesir dansir eru grundarlagið undir dansibólkinum Hóps, sum seinastu árini hevur uppbygt eina heldur øðrvísi dansimentan. Dansur er ikki nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum, men dansurin, ið kvinnurnar í Hóps bjóða fram, má sigast at verða heldur øðrvísi, enn tað vit eru von við. Hiphop, street, modernaður dansur, jazz og house dansur er tað, ið ungu kvinnurnar mugu sigast at verða ser­ frøðingar í, og áhugin fyri júst hesum dansum er voksin munandi, síðan Hóps bleiv stovnað. Dansibólkurin hevur verið til í mong ár, men tað er bert eitt ár síðani, at bólkurin fekk navnið Hóps. ­ Vit valdu at finna eitt gott navn til bólkin, og á handan hátt marknaðarføra okkum, sigur Jenny Maria Vestergaard, ið er ein av dansarunum í Hóps. Í byrjanini var ikki nógv virksemi hjá bólkinum, men so hvørt sum tær hava framført, er áhugin voksin, og tilboðini eru blivin fleiri í talið. ­ Vit framførdu ikki nógv, og fingu heldur ikki nógvar pengar fyri okkara framførslur í byrjanini, men nú hava vit uppbygt okkum eitt jaligt umdømi, og onkursvegna eina viðurkenning, sum ger at vit eru meira verdar, sigur Jenny Maria. Vilja læra frá sær Dansararnir í Hóps hava ikki bert dans sum frítíðarítriv, tí nógvar av kvinnunum hava eisini útbúgvingar innan dans. ­ Summar hava verið á dansiskeið í Danmark, aðrar á dansiskúla, og so hava vit allar fingið undirvísing frá útbúnum útlendskum dansilærarum, sum hava vitja í Føroyum, sigur Jenny Maria. Endamálið við dansi­ bólkinum er ikki bert at hava okkurt at takast við eina tíð, tí ungu kvinnurnar hava eisini ætlanir um at undirvísa, og at føra dansin víðari til næsta ættarlið. ­ Dansialdurin er sera lágur, og tí er neyðugt, at vit undirvísa yngri gentum í okkara dansum, soleiðis at tær kunnu føra mentanina víðari, sigur Jenny Maria. Hóps venja í Yndi, og hevur Yndi verið ein góður stuðul hjá teimum. ­ Vit venja í Yndi, og leiðslan í Yndi hevur verið sera jalig mótvegis okkum, so vit hava nógv at takka teimum fyri, sigur hon. Føroyingar tora ikki at sláa seg leysan Føroyskur dansur, og sokallaður vanligur dansur, hevur verið partur av føroysku mentanini nærum allar tíðir, men hesin dansurin, tann sokallaði modernaði dansurin, er ikki nakað, ið føroyingar kenna seg tryggan við. ­ Eg veit ikki um man kann siga at tørvur hevur verið á hesum slagið av dansi, men í øllum førum eru føroyingar ikki vanir við hetta, og tora ikki at sláa seg leysan, ella at framføra slíkan dans. Tað vísir seg, at hóast nógvar gentur hava hug at dansa, so tora tær ikki, í fall at tær ikki duga tað væl frá byrjan tíð. Tað ætla við at broyta, sigur Jenny Maria. Kvinnurnar í Hóps fara nú undir at fyrireika seg til summarið, soleiðis at tær eru klárar at framføra til eitt hvørt tiltak, hóast stutt skotbrá. 4‚\_& 2ª^[eUZSM^ YaSa RrM QUZM PMZ_UYQZ`MZ 6‚SbMZ 4MZ_QZ UWWU YUXXaY `Qe R^QY_`a } Ô_XMZPU Johanna Guðrún Jónsdóttir vann íslendsku sang­ kappingina í kvøld Tað eydnaðist ikki Jógvani Hansen at gera seg galdandi í kappingini um at umboða Ísland í Eurovision tónleika­ kappingini, sum verður í Moskva seinni í ár. Jógvan Hansen var komin í finalu­ na í íslendsku kapp­ ingini, sum varð avgjørd í kvøld. Og her gjørdust greitt, at Jógvan var í øllum førum ikki fremri enn nummar trý við sanginum “I Think The World of You”. Hyggjarnir fingu bara at vita, hvørji tey bæði vóru, sum høvdu fingið flestar atkvøður og har var Jógvan Hansen ikki ímillum. Síðani varð avdúkað, hvør av teimum báðum bestu høvdu vunnið kappingina og tað gjørdust so Johanna Guðrún Jónsdóttir við sanginum Is It True.