hósdagur 27. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 186 - 27. september 2001
- Rockbólkurin Chase
fór leygardagin 22.
septembur í studio í
Keypmannahavn at
taka upp til fløgu, ið
ætlanin er skal koma
út til jólar í ár
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Chase eru als ikki nýggir í
tónleikaheiminum. Bólkur-
in hevur skjótt 12 ár á baki,
men hevur tó ikki verið
virkin øll árini.
Nú bólkurin hevur mest-
sum ligið í dvala í eina tíð,
hava tríggir av uppruna-
manningini gjørt av at fara í
holt við eina nýggja fløgu-
útgávu.
Í desember 1989 varð
bólkurin Chase stovnaður.
Teir vóru seks, ið tá mann-
aðu bólkin, umframt tvær
kórgentur. Lehnert Kjeld-
sen, guitar, Niclas Johanne-
sen, guitar, Mikkjal Joen-
sen, bass, Óli Hansen,
ljómborð, James Olsen,
trummur og Edmund Ja-
cobsen, sang. Fyrstu ferð
hesir seks menninir fóru á
pall, sum ein bólkur, var til
nýggjárskonsertina sama
árið.
Onnur fløguútgávan
Chase hevur bert givið út
eina fløgu undan hesari, ið
teir nú eru farnir at taka
upp. Hon varð útgivin í
apríl 1992, og æt bert
“Chase”.
Bólkurin hevur mestsum
onki havt á skránni seinastu
seks árini. Tó vóru teir við
til nýggjárskonsertina í ´95
og ársins songrødd í ´98.
Í september ár 2000
samdust Niclas Johanne-
sen, Mikkjal Joensen og
Edmund Joensen um at fara
undir at skriva sangir til
eina nýggja fløguútgávu.
Afturat av upprunamann-
ingini hava teir fingið
James Olsen, meðan Stam-
en Stanchev er nýggjur
ljómborðspælari.
Eitt lítið studio í Keyp-
mannahavn er karmur fyri
upptøkunum, og er ætlanin
at fløgan skal koma út til
jólar.
Upptøkurnar byrjaðar
- Norðurlandahúsið
verður frá leygar-
degnum 29.09.01
karmur um eina
álendska framsýning,
ið kallast “Við segl-
skútum um Kap
Horn”.
MENTAN
Ingrid Bjarnastein
Ætlanin við framsýningini
var av fyrstan tíð at fáa
fram, hvussu sambandið
millum Avstraliu og Fin-
land byrjaði.
Frá 1920-30 vóru tað fyri
tað mesta finskar skútur,
sum sigldu millum Av-
stralia og Europa. Hendan
framsýning vísir á lívið
umborð á skútunum, søg-
una og fólkið, ið við var.
Endamálið við framsýn-
ingini er at vísa á lívið
umborð á teimum seinastu
seglskútutúrunum. Myndir
vera av skútunum, og eisini
verður møguleiki fyri at fáa
eitt sindur at vita um søg-
una um siglingina um Kap
Horn.
Hetta er ein ferðafram-
sýning, og er tað Nordens
Institut á Álandi, ið skipar
fyri saman við Ålands sjo-
fartsmuseum.
Einmansleikur
“Opalerna i Andamooka”
eitur einmansleikurin, ið
álendingurin Ander Berdts-
son fer at spæla. 30 ára
gamli álendingurin er út-
búgvin á Tukak Teatrinum í
Danmark
og
Silamiut
Teatrinum í Grønlandi.
Sjónleikurin bygdur á
eina skaldsøgu, ið Sally
Salmien hevur skrivað, og
Robert Liewendahl hevur
gjørt søguna til leik.
Einmansleikurin
skal
lýsa lívið hjá teimum, ið
vóru við seglskútunum og
familjur teirra.
Álendsk framsýning og einmans-
leikur í Norðurlandahúsinum
Edmund og James
Anders Berndtsson
C
M
Y
K
10