týsdagur 17. februar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2009
Tá ið ein maður ikki
fekk tann heilivág,
hann vildi hava,
bleiv hann frá sær
sjálvum og sló komm
unulæknan við
knýttum neva mitt í
andlitið og hótti við
at drepa hann
Harðskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg bleiv skelkaður og tað
sortnaði fyri mær!
Soleiðis
greiddi
ein
kommunulækni í Havn frá í
Føroya Rætti fríggjadagin
um eina ótespuliga lækna-
vakt hann hevði í viðtali-
hølunum hjá Landssjúkra-
húsinum eitt kvøldið í fjør.
Ein sjúklingur var komin
til hansara, men tá ið hann
ikki fekk tann heilivág,
hann vildi hava, bleiv hann
frá sær sjálvum og sló
læknan við knýttum neva
mitt í andlitið og hótti hann
harafturat við lívinum.
Maðurin varð ákærdur
fyri at hava sligið komm-
unulæknan við knýttum
neva og fyri at hava hótt
hann eftir lívinum.
Hann varð eisini ákærdur
fyri at hava roynt at sligið
ein portør, sum bjargaði
læknanum undan tí óða
manninum.
Ørur av pínu
Maðurin vildi ikki játta seg
sekan.
Hann segði, at hann hevði
ballast á Argjum, men tann,
sum hann ballaðist við, hevði
koyrt okkurt í glasið hjá
honum, so at hann sovnaði.
Tá ið hann vaknaði aftur
um kvøldið, hevði ballingar-
kammiráturin stolið bæði
pengarnar og pínutablettir-
nar, hann hevði í lumman-
um.
Hann
hevði
ógvuliga
nógva pínu eftir eitt arbeiðs-
óhapp nakrar dagar framm-
anundan og tí mátti hann til
lækna hetta kvøldið at fáa
fleiri pínutablettir.
Men tað vildi læknin ikki
geva honum og tí bleiv hann
óður. Hann segði, at læknin
bleiv við at tosa um onkra
gamla sjúku, hann hevði
havt og sum onki hevði við
sakina at gera.
Maðurin viðgekk, at hava
sligið eftir læknanum, men
rakti hann bara bleytt á øksl-
ina, - Eg hevði so ilt, at eg
hevði onga makt at sláa við,
segði hann frá.
Hann hevði ikki hótt við at
drepa læknan, men hann
hevði sagt, at við hesum ar-
beiðslagnum kundi læknin
koma út fyri at drepa fólk.
Hann segði eisini, at hann
hevði oyst eitt bikar av kaffi
á læknan og tá ið læknin
helt undan yvir til ein port-
ør, var hann farin aftan á.
Hann hevði ikki sligið
eftir portørinum, men port-
ørurin leyp beint á hann og
bendi hann gólvið og helt
honum til løgreglan kom.
Hann viðgekk, at hann
var eitt sindur óður og hann
hevði óluksáliga misnøgdur
við viðferðina, hann hevði
fingið. Tað var tí, at hann
var ørur av pínu, men hann
hevði hvørki sligið, so at
tað munaði nakað og hann
hevði enn minni hótt hann.
Sortnaði fyri
eygunum
Kommunulæknin hevði ein
heilt aðra frágreiðing.
Hann segði, at maðurin
hevði ikki talað um pínu-
stillandi heilivág.
- Ørindi hansara vóru
ógvuliga einføld og nágreini-
lig: Hann vildi hava sovi-
medisin, men tað vildi eg
ikki geva honum, tí vit geva
ikki sovimedisin á lækna-
vaktini.
Og annars metti læknin
ikki, at maðurin hevði ikki
tørv á sovimedisini, greiddi
kommunulæknin frá í rætt-
inum.
Maðurin dugdi væl at
svara fyri seg, tí hann segði,
at læknin hevði misskilt alt.
- Eg bað ikki um sovimed-
isin. Eg bað um pínutablettir,
so at eg fekk sovið, greiddi
maðurin frá.
Men læknin tvíhelt um, at
maðurin tosaði ikki um nak-
að annað, enn um tað, at
hann vildi hava sovimedisin.
Læknin segði, at eftir at
hava tosað aftur og fram
við mannin, ásannaði hann,
at hann kom ikki víðari, tí
maðurin tvíhelt um, at hann
skuldi hava sovimedisin.
Tá ið læknin so fór úr við-
talihølunum kom maðurn
ímóti honum og gav honum
ein dyggan frammaná, áðr-
enn læknin varnaðist nakað,
samstundis sum at hann
setti hóttan fram um at
drepa hann.
Læknin sigur, at slagið
var so hart, at tað sortnaði
fyri eygunum á honum.
Læknin sigur, at hann var
skelkaður og skilti at hann
mátti taka støðuna í álvara.
Tí skundaði hann sær yvir
til ein portør og bað um
hjálp, tí hann var sligin.
Maðurin elti hann yvir til
portørin við nevanum á lofti.
- Eg hugsaði bara um at
sleppa snikkaleysur burtur
úr hesum og rann tí yvir til
portørin, segði læknin.
Portørurin gjørdi skjótt
av og feldi mannin og helt
honum, til løgreglan kom á
staðið og handtók hann.
Rópti og skrálaði
Portørurin segði, at maðurin
var rættiliga óður og ágang-
andi.
Hann hevði ikki tol at
bíða eftir læknanum, men
gekk og válaði aftur og
fram eftir gongini, ímeðan
hann rópti og skrálaði og
bannaði og blótaði.
Hann hoyrdi eisini mann-
in siga við læknan, at hann
skuldi drepa hann.
Hann segði eisini, at brád-
liga kom læknin rennandi
ímóti honum ímeðan hann
helt um kjálkan og bað um
hjálp, tí hann var sligin.
Maðurin elti læknan og
royndi at sláa portørin, men
rakti ikki og so feldi port-
ørurin hann og helt honum
til løgreglan kom.
Verjin
hjá
manninum
helt, at tá ið hann tosað um
at drepa, kundi tað eisini
vera, at hann tosaði um
mannin, sum hevði stolið
tablettir og pengar frá hon-
um í ballinum á Argjum, tí
hann var um at blíva ørur
av pínu.
40 dagar í geglið
Ein kanning vísti, at læknin
var hovnaður, var eymur og
hevði høvuðpínu og ábend-
ingar um, at hann hevði
fingið heilaskjálvta.
Dómarin í Føroya Rætti
hevði onki álit á frágreið-
ingini hjá manninum. Hin-
vegin tók hann læknan og
portørin fyri fult, tí hann sá
onga orsøk til at ivast í
teirra frágreiðingum.
Ákærin helt, at ein 40
dagar í fongsul var ein hósk-
andi revsing.
Og tað helt dómarin
eisini, so maðurin varð
dømdur at sita í 40 dagar,
umframt at hann skal betala
sakarmálskostnaðin.
Sló kommunulækna og hótti
við at drepa hann
Eg hugsaði bara um at sleppa
snikkaleysur burtur hesum her,
segði ein kommunulækni í Havn,
tá ið ein sjúklingum bleiv frá sær
sjálvum úti á Landssjúkrahúsinum
og legði á hann. Eftir at verða
sligin so tað sortnaði fyri
eygunum, rann hann yvir til
ein portør eftir hjálp við óða
manninum í hølunum
Modelmynd: Jens Kristian Vang
Gass fyri olju
Fellandi oljuprísur hevur gjørt, at norsku inntøkurnar av
oljuútflutninginum eru minkaðar munandi í seinastuni.
Harafturímóti eru inntøkurnar av at útflyta gass vaksnar
sera nógv. NTB skrivar, at í januar útflutti Noreg gass fyri
26,9 prosent meiri enn í sama mánaði í 2008. Eisini
samanborið við desember var vøkstur. Hann var 4,8
prosent. Noreg hevði 29,4 milliardir krónur í avlopi á
handilsjavnanum í síðsta mánaði, og tað var næstan átta
milliardir minni enn í januar í 2008, skrivar NTB.
Samfylkingin størst
Er ein nýggj meiningakanning eftirfarandi, er Samfylkingin størsti
politiski flokkur í Íslandi. Sambært kanningini, sum Capacent hevur
gjørt fyri kringvarpið, høvdu Samfylkingin og Vinstri grønir kunnað
skipa meirilutastjórn, var altingsval nú. Eftir kanningini hevði
Samfylkingin fingið 27,7 prosent av atkvøðunum ella seks prosentstig
meiri enn fyri trimum vikum síðani. Sjálfstæðisflokkurin hevði fingið
25,8 prosent, Vinstri grønir 24,1 og Framsóknarflokkurin 15 prosent.
Hetta úrslitið hevði givið Samfylkingini og Vinstri grønum 35 av
teimum 63 altingslimunum.