Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 33 - 17. februar 2009 Nýggj matuvørulóg er á veg. Í henni stendur millum annað, at alt kjøt, sum skal verða selt gjøgnum ein triðja­ part, skal vera slakta á góðkendum slátur­ virki Slátur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vinnumálaráðið hevur eitt uppskot til hoyringar hjá flokkunum í løtuni og í vinnunevndini hjá Løgting­ inum. Talan er um eina nýggja matvørulóg. Hetta arbeiðið hevur ver­ ið í gongd í langa tíð, tí mann leingi hevur hildið at matvørulógin frá 1985 er ótíðarhóskandi. Hinvegin er ætlanin ikki enn at taka kjallaraflettingina av, tí tá søla fer fram millum bónda og endaliga kundan er talan um eitt álit, har ikki verður mett, at góðkenningar eru neyðugar. Tó hugsar mann um, at bøndur, ið fletta nógvan seyð til dømis, skulu hava okkurt slag av góðkenning, so eitt minstakrav er til rein­ føri og so framvegis. ­ Tá mann flettir ein seyð, er tað øgiliga avmarkað við dálkingarvanda. Er hinvegin talan um nógvan seyð, so verður vandin beinanvegin størri, staðfestir Óluva Niclasen av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Høvuðsboðskapurin í upp­ skotinum er tí, at beinleiðis durasøla skal sleppa at halda fram, men at matvøruhandlar og matstovur bert skulu keypa kjøt frá góðkendum sláturvirki. Onki sláturvirki er tó í landinum í løtuni. Bóndafelagið positivt Anna Rubeksen, forkvinna í bóndafelagnum, er fyri hugsanini í uppskotinum. ­ Vit vilja sjálvandi hava skipaði viðurskifti á økin­ um. Tað hava vit ikki í løt­ uni, og tað kann bara vera ein fyrimunur hjá okkum, um bøndurnir kunnu vísa til eina góðkenning, sigur for­ kvinnan í bóndafelagnum. Hon leggur afturat, at fólk hava verið bangin fyri, at kjallaraflettingin dettur nið­ urfyri, men tað verður ikki talan um tað enn á sinni. ­ Onkur tosar um at útflyta til ES og tá skulu fleiri góð­ kenningar til, men í løtuni megna vit ikki at metta heimamarknaðin, so hetta er ikki nakað sum verður enn, hóast summir bøndur hugsa um at flyta kjøt út, staðfestir Anna Rubeksen. Hon vísir somuleiðis á, at onki slátur­ virki er í løtuni, men at onk­ ur arbeiðir við einari tílíkari ætlan. Matstovurnar gleðast ­ Hetta kann bara vera gott, sigur Ása Johnsdóttir, for­ kvinna í matstovu­ og gist­ ingarhúsfelagnum. Hon vísir á, at tað verður ein fyri­ munur fyri matstovurnar, um tær kunnu vísa á, at mat­ urin er góðkendur. Tó held­ ur hon tað vera løgið at fel­ agið ikki er sett inn í málið, og als ikki hevur fingið tað til hoyringar. Men hon heldur fast við, at tað verður gott, tá gesturin fær eitt garanti fyri góðsku. Fyrireikingarbólkur setast Tað verður tó hvørki í dag ella í morgin, at henda lóg verður sett í verk. Heilsu­ frøðiliga starvsstovan sendi nevniliga eitt skriv til Jóhan Dahl, vinnumálaráðharra, har tey biðja um at fáa ein bólk settan, sum skal finna besta leistin og bestu tíðar­ ætlanina til uppskotið. ­ Ætlanin skal innihalda realistiskar tíðarkarmar, lýsa ítøkiligt hvørji krøv skulu lúkast, hvussu vit ímynda okkum at krøvini verða lok­ in, kostnaður, stuðul frá tí almenna og so framvegis, sigur Heilsufrøðiliga starvs­ stovan í uppskotinum til bólkin. Í bólkinum skulu vera umboð fyri vinnu, heilsu­ myndugleikar og politiskan myndugleika. Upprunaætl­ anin var, at Heilsufrøðiliga starvsstovan skuldi manna allan bólkin, men tað setir hon seg ikki føra fyri. Hesum tekur Jóhan Dahl undir við, og vil hava ein bólk settan, sum skal arbeiða fram til ólavsøku, sum síð­ ani skal koma við einum ítøkiligum leisti, har kostn­ aður, tíðarkarmur, kostnaður og avleiðingar vera greidd­ ar. Flettarin skal góðkennast 13 ára gamal seldi rúsevni Løgreglan í Bergen tók í gjár ein 13 ára gamlan drong, sum er undir illgruna fyri at hava selt hasj í einum stórhandli í býnum. Vaktarmenninir í stórhandlinum fingu illgruna til drongin, og hvat hann fekst við, og teir sendu boð eftir løgregluni. Tá løgreglan tók tann 13 ára gamla, hevði hann fimm gramm av hasji uppi á sær, skrivar NTB. Løgreglan í Bergen sigur, at tað er sera sjáldsamt, at so ung fólk verða tikin fyri at selja rúsevni. Tann 13 ára gamli drongurin er nú latin barnaverndini í býnum. Lívlangt fongsul fyri barnamorð Rætturin í Stockholm dømdi í gjár týsku kvinnuna Christine Schürrer lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt tvey børn í svenska býnum Arboga í fjør. Rætturin staðfesti sostatt dómin, sum kvinnan fekk í einum undirrætti, men hann hækkaði endurgjaldið, sum kvinnan skal rinda foreldr­ unum at børnunum. Rætturin sigur í niðurstøðuni, at tað má sigast at vera prógvað, at kvinnan myrdi børnini Max og Saga, og at hon royndi at myrða mammu teirra, Emmu Jangestig. Børnini vórðu funnin deyð og mamman illa særd. Ætlanin við nýggju matvørulógini er millum annað, at alt kjøt, sum skal seljast til ein triðjapart, skal vera slakta á góðkendum sláturvirki