týsdagur 17. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 33 - 17. februar 2009
Danska olju-og
gassfelagið DONG
er tað felagið, sum
umsitur flest leitiøki
á Atlantsmótinum
millum Føroyar og
Hetland. Hóast einki
lønandi fund er gjørt
við Føroyar enn, so
hevur Dong stórar
vónir til at finna
bæði olju og gass
her og vestan fyri
Hetland. Felagið fer
í summar undir at
bora sín fyrsta brunn
sum fyritøðufelag
og vænta tey at finna
gass.
Leiting eftir
koLvetnum
Jan Muller
jan@sosialurin
Tá úrslitið av nýggjastu
útbjóðingini
í
Bretlandi
gjørdist greitt nakað herfyri
var tað serstakliga eitt felag,
sum fór við sigrinum. Tað
var danska felagið DONG,
sum við umleið 15 nýggjum
loyvum vestan fyri Hetland
er tað olju- og gassfelagið,
sum situr á flestu leiti-
loyvum í tí stóra økinum
millum Hetland og Før-
oyar.
Jan Terje Edvardsen er
norðmaður
og
hevur
starvast hjá Dong í mong
ár. Í dag telist hann millum
oddafólkini í fyritøkuni,
sum hevur høvuðsskrivstovu
í Hørsholm uttanfyri danska
høvuðsstaðin. Vinnutátturin
hjá Sosialinum vitjaði har
herfyri og tosaðu vit vit Jan
Terja, sum stendur á odda
fyri allari leiting hjá DONG
eitt nú í økinum millum Før-
oyar og Hetland.
Nógv funnið
Vit spurdu, hvussu bjart-
skygd tey eru um at finna
kolvetni í teimum mongu
loyvum tey eru við í vestan
fyri Hetland!
-Vit hava longu funnið
nógv. Trý fund eru gjørd,
sum helst vera bygt út
næstu seks árini. Vit eru við
í øllum. Talan er um Rose-
bank, Cambo og Tormore.
So tað er eingin ivi um, at
hetta er eitt prospektivt øki,
og vit fara at finna meira
olju og gass.
-Merkir hetta at man í
oljuídnaðinum
er
meira
bjartskygdur í dag um, at
henda nýggja olju- og gass-
provinsin fer at fáa stóran
týdning í framtíðini?
-Tá vit søktu um loyvi í
økinum í ár 2000 sóu vit
hetta sum eitt nýtt og spenn-
andi øki, sum átti nógvar
møguleikar sammett við
onnur umráði í Europa, og
har lítið er leitað í mun til
onnur øki. Og tíðin hevur
víst, at vit høvdu rætt í
okkara metingum.
Bora í summar
Dong fer at bora fyrsta
brunnin sum fyristøðufelag
í summar. Hann liggur í
ein norðan og eystan úr
størsta gassfundinum, ið er
gjørt vestan fyri Hetland,
nevniliga Laggan. Jan Terji
sigur, at tey ivast ikki í, at
hetta verður eitt fund, og tá
fer tað at fáa stóran týdning
fyri alt økið sum so. Verður
meira gass funnið so er tað
gott
fyri
ætlanina
at
útbyggja Laggan, har
franska felagið Total er fyri-
støðufelag, og har Dong
eisini er partnari.
-Kunnu vit fáa ein infra-
struktur í økinum so verða
bráddliga fleiri smærri gass-
fund lønandi. Vit vóna, at
avgerðin
at
byggja
út
Laggan verður tikin skjótt.
-Hvussu stóran týdning
hevur
ein
gass-infra-
strukturur vestan fyri Het-
land fyri leiting við Før-
oyar?
-Nù plaga vit í oljuvinnuni
ikki at tosa um geografisk
øki og mørk. Vit síggja alt
hetta økið vestan fyri Het-
land og langt inn á føroyska
landgrunnin
sum
eitt
basseng. Hetta er tann sama
jarðfrøðiliga provinsin. Tess
fleiri fund verða gjørd í
Bretlandi tess nærri kemur
tú tí Føroyum. Tað er dýrari
at bora í Føroyum og harvið
eisini at taka oljuna ella
gassið upp, tí kemu ein
infrastrukturur í økinum, ið
serstakliga kann fáa gassið
til høldar og flutt til lands
væl við hjá føroyingum
eisini.
Virkin kolvetnis
skipan staðfest
-Nú
bora
vit
sjeynda
brunnin á landgrunninum í
summar, og enn er einki løn-
andi fund gjørt. Hvat heldur
tú um framtíðina?
-Vit hava staðfest, at her
er ein virkin oljuskipan, og
tí er tað bara ein spurningur
um tíð, til oljan verður
funnin. Vit síggja tí eisini
sera positivt uppá tað før-
oyska økið eisini.
-Men er tað ikki óheppið
fyri føroyska økið, at fleiri
stór oljufeløg ætla at rýma.
-Øll tey stóru oljufeløgini
arbeiða um allan heim og tí
hava tey ymsa raðfesting.
At nøkur teirra rýma úr Før-
oyum nýtist ikki at merkja,
at hetta er negativt fyri
økið. Tað kann bara merkja,
at tey nú vilja raðfesta øðr-
vísi.
-Nú hava tit arbeitt tætt
saman
við
føroyskum
myndugleikum í mong ár.
Hava okkara myndugleikar
borið seg rætt at øll hesi
árini?
-Eg haldi, at føroyskir
Danska Dong góðar vónir
Jan Terje Edvardsen, ovasti leiðari fyri allari leiting hjá Dong
20.000 missa starvið
Ein talsmaður fyri Arnold Schwarzenegger hevur greitt frá, at heili
20.000 størv færri vera í Kalifornia um stutta tíð. – Kalifornia,
nummar átta av heimsins størsta búskapum, er vorðin rakt av
bústaðarkreppu, arbeiðsloysi og væntandi nýtslu, sigur talsmaðurin
við BBC. Skerjingar vera hjá tí almenna í juni, og tá hetta fer at
raka hart. – Hetta er ein óheppin avgerð, sum má takast, sigur
talsmaðurin. Stór kreppa er í statinum, og sambært búskapar-
frøðingum kann Kalifornia koma í stóra kreppu, um hann ikki
megnar at fáa skil upp á búskapin, áðrenn februarmánaður er liðin.