týsdagur 17. februar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2009
30 viðmerkingar
Sølvará er sorgarbundin. Og
eg eisini. Men mest tí, at hann
er tað - og kanska í ” kampens
hede” er vorðin ið so
skjarrligur. Og tað er spell.
HAS syftir í sínum svari (um
tað er nakað svar) upp í loft
mítt eyðmjúka navn (sum ikki
er keypt) einar 30 ferðir, og
hetta kanska tí, at eg
onkursvegna havi skøvað í
hansara vælerverdigheit sum
søgufrøðingur. Og gamalt er,
jú, at tú í sinnismuni kanst
halda tína ”bestu talu”, men
sum tú ”helst vil gloyma”
restina av lívinum.
Mín avmarkan
Eg havi hinvegin nokk
avdúkað mína støðu og
vantrúgv á at søgufrøði eru
nøkur serliga ”eksakt
disciplin” - sum eitt nú
matematikk og fysikk eru tað.
Søgur kunnu ofta skifta ham
frá manni til mans. Meðan eitt
nú ”tvey-tabellin” fungerar
eins væl í Kunoy sum í
Kaukasus, uppi á mánanum,
og við absalutta nulpunktið:
minus 273,15 º Celsius. Og at
eg tó framvegis havi munandi
tokka til bæði søgu og
litteratur – hetta heilt frá barni
av.
Táið HAS tekur meg heldur
illa upp, og nevnir mínar
greinar fyri at vera befongdar
við ”ad hominem” t.e.
persónsforfylging av honum.
Tá má mangur spyrja: nei,
álvaratos – hvussu erkvisin
kann ein loyva sær at vera?!
Ein maður sum flennir
háðandi at tí, sum kennist
okkum Gudgivið og heilagt.
Próvførslur
Søguligar próvførslur hava
mangan lyndi til at byrja við
einari útsøgn, sum ofta
onkursvegna er merkt av
einari persónligari støðutakan
frammanundan, og sum so
endar - so at siga - aftur á
sama staði, har sum byrjað
varð. Og tað virkar ikki
serliga fruktagott frøðiliga.
Meiri sum ”eftirsókn eftir
vindi –!” (Præd.1)
Eitt nú táið Skriftirnar
verða kannaðar - sum aðrar
vanligar skriftir – og ikki
verandi sum Guds Orð, tá
eigur tað ikki at loypa hvøkk
á nakran, um niðurstøðan
verður, at Skriftirnar eru orð
um Gud heldur enn Orð Guds
– tí hetta var jú útgangsstøðið
fyri kanningina(!).
HAS hevur stórar
trupulleikar av, at Jesus, sum
bæði reisti deyð upp, grøddi
sjúk, gekk á vatninum, las upp
í sýnagoguni og reis Sjálvur
upp frá deyðum, um Hann
mundi duga at lesa! Og so
júkar HAS um ”hordóm”
(aleina orðið virkar skaput)
um kvinnuna, sum í Jóh.8
varð tikin í hjúnarlagsbroti
(sum nýggju týðingarnar
siga), at her endar fyri hann
øll guddómlig inspiratión.
(Um hann yvirhøvur trýr upp
á nakra inspiratión.) Og so
hetta, um at tað stendur
moyggj ella blaðung genta,
mann tað vera nakar munur?
Orð eru ymisk
Orð kunnu siga so mangt. Og
tey gomlu málini eru vituliga
meiri avmarkað í orðanøgd.
Sjálvt í heimsins ríkasta máli,
enskum, koma endurtøkur av
orðum fyri, sum geva ymiskan
týdning. Tann mál- og
litteraturkønur skemtarin (Kai
Friis Møller) serveraði
hesa:”The tender tender on
the tender will tender a tender
tender” (tann hvepni hjálpar-
maðurin á proviantbátinum vil
fagna einum eymum tilboði).
Men, sum so mangur og ein
má hava sannað, eftir at hava
kjakast ein heila nátt at enda
um orð og annað, fyri so - táið
morgunin kemur - at erkenna,
sum ein dani segði: ”Da står
himmel og jord atter lige”. Tí
talan var (og er) um trúgv.
Sadukearnir vildu seta
Menniskjasonin skákmát um
uppreisnina, sum teir ikki
trúðu upp á, men Jesus
svaraði teimum: ”Er tað ikki
tí, tit villast – tí tit kenna ikki
skriftirnar, ei heldur mátt
Guds!”
Nazarearin
Men HAS hevur jú sjálvur
givið seg í kast við at vera
”klókur” upp á partar av teim
2000-4000 ára gomlum
viðurskiftunum í Ísrael. Og
sum eru ein partur av
frásøgnini, sum ”heilagar
kvinnur og menn” hava borið
gjøgnum tær trongu
stráøldirnar - frá móðir til
dóttir og frá faðir til son,
kanska mest á mannamunni -
men sum tó bleiv savnað í
eina bók, har høvuðsevni enn
er: ”Ein Einsamur Galileari,
Menniskjasonurin, Tann Uniki
Nazarearin”.
Hesin Menniskjasonur, sum
eina stutta tíð var her á
foldum og livdi í Miðeystri,
og sum enn hevur nakað
serstakt at bera tí einstaka og
ótrygga mannabarninum -
millum vøggu og grøv og fyri
ævinleikan við - hesum, sum í
nøkur fá ”lívssekund í
urtagarði ævinleikans” hava
fingið loyvi til ”at síggja
ljósið” (at vera fødd). Hetta
hóast ein má sanna, at ”alt
hevur tíð sína”. Og at tað er
”gott fyri eyguni at fáa sólina
at síggja” sum Prædikarin
tekur til í kap. 3,1 og 11,7.
Hissini álop
Álopini á ”gleðiboðskapin”,
so ella so, hava verið mong –
ikki minst frá teirri gjøgnum
øldirnar etableraðu maktini,
eitt nú innan konga/kirkju/
vitskapligu valdini – og hetta
ofta fyri at halda tey ”fátæku í
anda” óvitandi í maktarloysi,
soleiðis at tey skulu verða
verandi nøgd við at fáa
Skriftina serveraða ”við
brillum frá øðrum” –
makthavarunum og teim
heimsins ”klóku” til frama.
Trúgvin er ikki hvørsmans.
”At vera ella ikki vera: tað er
spurningurin” ("To be, or not
to be: that is the question"),
segði William Shakespear
(”Ristispjótið”) (1564-1616) í
ótømiliga sjónleikinum um
Hamlet, prins úr Danmark.
Hvør er klókur?
At vera so ”klókur ella betri-
vitandi”, er tí ofta eitt
”tvíeggja svørð”. Hetta er væl
lýst í komediuni Erasmus
Montanus av Ludvig Holberg
(1684-1754). Har tann
tápuligi Per Degnur undir
samrøðuni, ramsar upp í
saman nøkur citatir á latíni,
sum hann hevur lært seg
uttanat, so at tann ”fini, lærdi
og arroganti Erasmus
Montanus” (sum tó bara æt
Rasmus Berg) als onga leið
kemur við samtaluni, og sum
tí seinni má lúta.
Ja, vit standa øll – sum
sannur kunstur so mangan
avdúkar - fyri falli í gerðum
og í orðadrátti: at verða bæði
ein Per og Rasmus – annar
ella báðir. Soleiðis er tað bara.
Avstøvaðar teoriir
Tann gløggi lesarin hevur
helst sæð, at eg - og fleiri við
mær - geva ikki so nógv fyri
tær ”nýggju søgu-teoriirnar og
ávísingarnar” frá Sølvará.
Hetta deils tí, at tær bara eru
100-200 ára gamlar, men sum
nú aftur verða avstøvaðar, og
sum ein so ofta fyrr hevur
hoyrt áður í orðadrátti. Og
deils tí, at teir grugga
”boðskapin” meiri enn gagna.
Og tí fari eg vituliga hvørki
niður í / upp í hansara ”citat-
sandkassa” ella ”endurtøku-
karrusell”. Eg havi nú lisið og
hoyrt so nógv annað og meiri
enn tað, sum HAS heldur vera
gott og rætt. Og tað er hann
kanska sorgarbundin um, men
fyri tað er tað ikki neyðugt at
gerast óvinir fyri lívið.
Hinvegin hevur HAS sín
fulla rætt til at halda tað, ið
hann vil. Men um eitt alment
forlag, sum ”Fróðskapur –
Faroe University Press” skal
kenna seg forpliktað til at
geva hetta út í bók, tað er ein
onnur søga. Og kanska er
forlagið ”Fróðskapur” ikki so
alment enntá. Hvør veit?
Talandi tøgn
Til citatið, sum eg seinast
brúkti eftir Martin Luther
King, ”um at vit við leiklok
fóru at minnast tøgnina hjá
okkara vinum”, so spyrja fólk
meg:”Jamen, hvar eru tey
kønu í grundmálunum? Tað
mátti verið lagamanni hjá
teimum at tikið handskan upp
onkuntíð -!” Men til hetta veit
eg einki at svara.
Møðsamt er mangan at
hoyra teologar og eitt nú HAS
peika á , at Victor Danielsen
bara var skúlalærari (og
einans bestur av 10
næmingum í klassanum). Men
væl skuldi borið til – um ikki
tað er ov mikið forlangað –
heldur at meta um úrslitið í
% av møguligum, og so meta
hetta saman við síni egnu
flottu úrslit. Men heldur ikki
hetta sigur so nógv. Tí nógv
meiri vert er, hvat ið tú í
lívinum brúkar tínar talentir
til.
Ikki málkønur
Og so hendan endurtøkan um,
at VD ikki var kønur í
grundmálunum. Men hvussu
køn eru tey ”kønu” nú sjálvi?
Tí um tú ikki hevur brúkt tín
lærdóm - veri tað seg onnur
tungumál, roknistokkin ella
telduna í eini tíggju ár - so ert
tú ” på herrens mark”.
Tí sambært heila- og
psykogranskaranum K. B.
Madsen so fýkur aftur í
heilasporini hjá tær eftir uml.
10 árum, um tú ikki hevur
brúkt hesi sporini. Og so er
ikki so stórur munur millum
okkum almindiligu, sum duga
at opna eina orðabók, og sum
eru bæði góðar og greiðar nú
á døgum.
VD valdi heldur – enn eitt
nú sjálvur at læra
grundmálini, og sum hann
ivaleyst ikki havt nógv stríð
av - at brúka teir útlendsku
serkønu í grundmálinum, og
sum eyðvitað ikki stóðu aftari
í mun til okkara heimligu
kønu.
J.H.O.Djurhuus og Victor
Janus skaldið plagdi at kalla
Victor fyri skyldmannin, táið
teir hittust, og gav honum ofta
eitt yrkingasavn eitt nú:
Carmina, Moriendo ella o.a..
Janus hevði, sum vit onnur,
sítt at stríðast við, men eingin
hevur, sum hetta
meginskaldið, megnað at lyfta
mál okkara so upp á
norðurlendsku máltindarnar.
Hann er ein, tú støðugt vendir
aftur til, eitt nú hetta:
Bað um treysti, mót og
trúnað,
tá ið eg hin summarmorgun
ungur fúsur fór av borgum - -.
Hvussu var og ikki, og um
Janus og Victor drógu eina
línu, tað veit eg ikki, men teir
tyktust vera reiðiligir
viðvíkjandi týðingum teirra. Í
fororðinum til ”Verjurøðu
Sokratesar, Kriton og Faidon”
í 1931 sigur Janus:”
Viðvíkjandi týðingini er at
siga, at tann grikski teksturin,
eg havi nýtt, er eftir dr.
Christian Cron, Leipzig und
Berlin. Annars hevi eg eisini
miðað meg eftir donskum,
norskum og fronskum
týðingum.”
Hetta er greið og ærlig tala,
um onnur eru tað sama, tað
mugu teir sjálvi vita.
William Heinesen
Hetta hugtakið ” at fúka aftur
í aftur”, minnir meg um (tó
ikki beinleiðis religiøsu), men
so sera poetisku lýsingina,
sum William Heinesen hevur
sett seinast í seinasta
savninum:”Samlede digte”-
her er eitt brot:
Thi natten kommer –
Fyrigt hvirvler sneens dun
i den sene dag,
Sådan hvirvler dine år
mod deres ende.
----
Da aner du
her ved vejs ende
hvor dine spor fyger til
den evige begyndelsens
ansigt.
Meget er for sent.
Mangt er forspildt.
Men alt er endnu i vorden.
(Sum eisini stendur á
gravsteini hansara)
----
Da venter dig -
Syvstjernens duggede smil,
Mælkevejens åndende bryst.
Da venter dig hinsides
dødelig tid
De yderste Dybders nådige
moderskød.
Venter dig
tingenes kåde fortrolige latter
den evigt unge.
Einarar
Ofta verða Jákup Dahl og
Victor samanbornir - og báðir
skara framúr, og kundu tó
báðir, sum menniskju flest,
hava ið so ”stutt fjús”. J.Dahl
er kanska mest kendur fyri, at
hann var so kønur og góður
við móðurmálið, og at hann
eisini tordi at andøva móti
teirri donsku embætismaktini
tá á døgum.
Meðan Victor – sum við
sínum hendinga góðu gávum
kundi farið eina og hvørja
teologiska leið ella annan
lærdan skúlaveg til eina
trygga og sáttmálabundna
inntøku + viðbøtur og pensión
– men sum tó tordi at velja,
eftir síni egnu, persónligu
sannføring ein aðra ”vitleysa
ótrygga” leið, at leggja starv
sítt niður fyri at ”kunngera
teim fátæku evangeliið”.
Hetta í áliti á Gud eina, at
Gud vildi forsyrgja honum og
hansara í teimum tá ótrúliga
blóðfátæku umstøðunum, ið
land okkara var í. Og øll
hansara komu væl undan.
Segði nakar undur?
VD kom til ”persónliga
trúgv” við at ganga í
Missiónshúsið (nú
býráðssalur) í Havn, og segði
hann seinni frá, at hann, tey
árini, hann gekk á
læraraskúla, var ongantíð á
møti í Sloanssali, hetta hóast
pápi hansara og Gamli Sloan
kendust væl.
Kanska er mær loyvt her at
nevna nakrar ”einarnar” í
landi okkara frá míni samtíð
eitt nú: Jóannes Patursson,
Victor Danielsen og Fischer
Heinesen (sum allir settu sítt
álit á Gud).
Victor Danielsen
Við tann frálíka minnisvarðan
yvir Victor, sum almenn
mentafólk í Fuglafirði – ikki
samkoman ella ættarfólk –
hava valt at reisa í virðing, har
kundi kanska eitt nú hesin
sangurin – so einfaldur og
sterkur og symtomatiskur fyri
VD, umframt at vera hansara
lívssøga (lagið er klassiskt
vakurt), ella bara okkurt
ørindi ella onkur strofa úr
sanginum (nr. 503 í GFS av
VD) verðið settur á plátu:
1. Í deyðaskuggans landi,
har skygdi ljósið bjart,
tá fast í trælabandi
tú, sál mín, bundin vart!
Tá deyð var vón og troyst,
og stongdar allar gøtur,
kom hjálp og friður søtur,
varð gátan myrka loyst.
2. Ei var tað egin styrki,
ei var tað vitskaps ráð,
ei manna kraft og yrki,
ið kundi hjálpa tá;
tað var hitt gleðiljóð:
Ein Frelsari er føddur!
Har fann mín fótur møddur
ta søktu trygd og ró.
3. Nú ljósur er mín vegur,
eg ferðist trygt avstað;
tí eyga mítt, tað hevur
Guds stóru frelsu sæð.
Hvør svari fyri seg -
hvør veit, hvat hann man
meina -
mær tørvaði hitt eina,
at finna, Jesus, teg!
4. Á Frelsari, tú mildi,
hin ættin, tú komst til,
teg ikki kenna vildi,
ei heldur nú hon vil!
Tó hjørtuni, so mong,
sum egna armóð skilja,
tær, Harri, fagna vilja
við tøkk og gleðisong!
At enda hetta
Ein av okkara bestu lærarum
við hægri skúlarnar segði
einaferð við meg:” Hetta, at
møta teimum ungu, sum koma
so kunnleikatyst í skúla - tey
eru jú moyr og eru júst komin
frá mammu síni og við opnum
sinni og vilja ongum nakað ilt
- at møta teimum sum lærari í
skúlastovuni, tað er eitt
einastandandi upplivilsi!”
Hans Andrias Sølvará
dumpar (tíverri) í seinasta
brotið sínum, har han, sum
eina revsing fyri míni
forherðaðu aftursvar, ”hóttir”
við at brúka mín tekst, sum
ræðudømi í hansara tignarligu
undirvísing í logikki (hann er
nakað av einum filosoffi
eisini). Og tað má hann jú
sjálvur um ( men eg kundi
kanska eisini møtt sjálvur upp
- til ”anskuelsesunder-
visning”, um eg tími til ta tíð).
Men er hetta ikki meiri ein
spurningur fyri Mentamála-
ráðið at viðgera, um ein lærari
kann brúka sínar tímar fyri
løn at ”pleja síni privatu
fornermilsir”? Men mær tað
sama. Stílurin er maðurin.
Og Sølvará skal eisini
víðari í tekstinum í
”Klaksvíkar søgu”. Har ið
borðreiðingin plagar at vera
avrikað av: Svabo, Degn,
Matras, Debes, Louis, Robert,
Símun, Freydis og mongum
øðrum skilafólkum. Og
uppheitað knettir kunnu eisini
smakka gott.
Eg fari tó við hesum – um
talan nú er ”time out” ella fyri
well - at ynskja Hans Andriasi
Sølvará alt gott í komandi tíð,
tí hjá mær er ”no bad
feelings”.
16.02.2009
Skuggaboksingin - 3. umfar ella time out?
Arnstein
niclAsen