týsdagur 17. februar 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2009
37
LIVA: romantiskur
stemningur, kunnandi
fyrilestrar og
forvitnisligir básar
Tað fyrsta, sum rann
mær til hugs, var
hvussu hugnalig
hendan annars stóra
og ófantaliga høllin
var blivin. Purpurlittu
ljósini, trøini, roykurin
og snøggi pallur var
sum fyrsta inntryk eitt
sera jaligt inntryk.
Komin inn í høllina
hugsaði eg, at
básarnir vóru einfalt
uppsettir, soleiðis
at ein ikki noyddist
(sum við vanligum
sølustevnum) at ganga
høllina upp og niður
fyri at finna tað, sum
ein hevði áhuga í.
Sum við vanligum
sølustevnum vóru
eisini klædnahandlar
umboðaðir, men
hetta var tó ikki
tað, sum merkti
upplivingina. Tað sum
var sermerkt, og sum
gjørdi LIVA øðrvísi
enn sølustevnur var,
at nógvir fyrilestrar
umframt básar vóru,
sum veruliga skiltu seg
burtur úr mongdini, og
sum umboðaðu nakað,
sum føroyingar flestir
ikki eru vanir við.
Millum tilboðini var
ein sokallað acu-graph
kanning, har møguleiki
var at kanna, hvussu
nógva orku ein hevði,
og um javnvág var í
kroppinum. Kinesiska
kvinnan greiddi eftir
fáar kanningar frá,
hvussu organini í
kroppinum vóru fyri.
Long kø var til acu-
graph kanningina allan
dagin, og eftir øllum at
døma vóru kvinnurnar,
sum vitjaðu hendan
básin, sera væl
nøgdar.
Yoga var eisini
partur av vælveru-
konseptinum hjá
LIVA, og har var ein
yogalærari, sum
greiddi áhugaðum
frá nøkrum einkultum
yoga venjingum,
umframt at ein fekk
innlit í, hvussu yoga
betrar um heilsuna.
Á sálarliga økinum
var kærleikin
eisini umboðaður.
Millum annað var
ein sexologur á
staðnum, sum
greiddi áhugaðum
frá, hvat kærleiki
hevur av týdningi
fyri vælveruna hjá tí
einstaka, umframt at
kærleiksbásurin gav
fólki møguleika at
seta seg í samband
við innastu kenslurnar
og at koma inn í
kjarnuna av kenslum,
sum annars væl og
virðiliga eru fjaldar frá
yvirflatuni.
Kærleiksbásurin
hevði eisini nøkur
sokallað einglakort,
sum høvdu til
endamáls at geva
jalig ráð. Eg fekk eitt
tankakort...
- Tankakort merkir,
at tú skalt koma út
við tínum tonkum,
tí teir eru jaligir,
og einglarnir siga,
at tað er tørvur á
tínum tonkum í
samfelagnum, og at
bert jalig ting kunnu
koma frá tí, segði
Marit Holm Petersen,
kærleikscoach.
Hóast eg hevði
míni ivamál um tey
sokallaðu einglakortini,
so var hetta eitt jaligt
ískoyti til tiltakið.
FK og tai matur
Eg gekk runt í høllini
og bleiv heldur bilsin
av at síggja, at FK
hevði ein bás. Hvat
hevur FK við vælveru
at gera? Eg spurdi Bo,
ein av umboðunum
frá FK, hendan
spurningin.
- Hetta er fyrstu ferð,
at vit eru við á einum
slíkum tiltaki, og vit
mettu tað verða eitt
gott høvi at upplýsa
fólk um, hvat er
heilsugott og ikki, sæð
út frá okkara vørum,
segði hann.
Í básinum hjá
FK vóru eisini
smakkiroyndir frammi,
og fyri okkum mongu,
sum ikki altíð eru
vís í, hvat er sunt
og ikki, var tað gott
at fáa høvi at seta
nakrir spurningar til
serfrøðingarnar.
Tailendskur matur
var eisini á skránni,
og tað einasta neiliga
at siga um hetta var,
at køin til buffet’ina
var so mikið long,
at tað var eingin
møguleiki hjá okkum
at fáa okkum eina
smakkiroynd av
matinum. (men tað
er bara jaligt fyri
fyrireikararnar)
Móta katastrofa
Nú koma vit tað
til neiliga. Eg
má staðfesta, at
mótaframsýningarnar
vóru á ótrúliga lágum
støði. Tað tóktist sum
at modellirnar ikki
vistu av, at tær gingu
á einum palli, og
uppsetingin var sera
einføld, og heldur
sølustevnukend. Hóast
nógvir ymiskir handlar,
var hvør mótasýning
100 prosent eins, og
einki var gjørt burturúr
at skapa eitt show.
Tað líktist mest einum
spaseritúri á einum
palli.
Vælvitandi um, at
hetta ikki er ábyrgdin
hjá fyrireikarunum av
LIVA, so hugsaði eg,
tá mótaframsýningin
var komin at enda,
at tað var óheppið
fyri fyrireikararnar,
at handlarnir ikki
høvdu tikið LIVA í
álvara, ella ikki høvdu
førleikar at skipa
fyri einari veruligari
mótaframsýning á
høgum, ella í øllum
førum hægri støði.
Men okkurt
var jaligt við
mótaframsýningunum.
Tað, sum fyri
mítt viðkomandi
nærmast dró
mótaframsýningarnar
á eitt hægri støði var,
at vertirnir á pallinum
vóru framúrskarandi
góðir. Sjáldsamt er
at síggja slíkar væl
fyrireikaðar vertir,
og hóast kvinnan á
pallinum einaferð misti
tráðin, so bjargaði
hon tí á ein slíkan
hátt, at tað nærmast
varð imponerandi.
Avgjørt vertir, ið góvu
tiltakinum eina ávísa
tyngd.
LIVA eitt avgjørt UG
Sum heild var LIVA eitt
gott tiltak, sum avgjørt
var slóðbrótandi á
nógvum økjum. Fyri
meg var tað ein sera
jaligt uppliving, og
við tí í huga, at hetta
var fyrstu ferð, at
Annika Steintórsdóttir,
Barbara Biskopstø,
Olga Biskopstø og
Jóngerð Biskopstø
skipaðu fyri slíkari
vælverustevnu má
sigast, at tær megnaðu
uppgávuna til eitt UG,
og eg kann siga fyri
mítt viðkomandi, at eg
vóni, at tær halda fram
við líknandi tiltøkum í
framtíðini.
Kykmyndir frá
LIVA eru á finna á
portalinum.
>[YMZ`U_W`R[^bU`ZU_XUS`