Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 34 - 18. februar 2009 Festivalurin við Múrin hevur í dag avdúkað, at heimskendi Dj’arin, Dj Tiesto, fer at framføra í Kirkjubø í summar FESTIVALUR Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Dj Tiesto er úr Hollandi og hevur framført sum dj’ari síðan 1995. Tiesto hevur veruliga gjørt um seg og hevur verið tilnevndur og vunnið eina ørgrynnu av heiðurslønum seinnu árini. Millum tilnevningarnar er millum annað ein á Grammy Awards 2007, har Tiesto bleiv tilnevndur til Best Electronic Dance Album. Í 2008 vann Tiesto heiðurlønina sum nummar eitt Dj hjá blaðnum Mixmag. Tiesto hevur millum annað ljóðblandað løg hjá eitt nú Justin Timberlake og Maroon 5. Sum dj’ari má hann sigast at verða á A listanum, og í summar verður hann at hoyra og síggja í Kirkjubø. Tina og Virgar í Kirkjubø Stigtakararnar til festivalin við Múrin hava í dag avdúkað, at nýggjur samskipari er settur, og talan er um Tinu Jacobsen. - Eg haldi, at tað er ótrúliga spennandi og ein stór avbjóðing, sum eg kann læra nógv av, sigur hon við Planet. Á tíðindafundinum í Miðlahúsinum í morgun varð eisini avdúkað, at Bowlinghøllin í Havn verður høvuðsveitari. James Olsen, stigtakari, sigur soleiðis um støðuna. - Vit vilja hava alt frá einum stað, og tá eg hugsi um tænastu, um góðan mat og góðar drykkivørur, hugsi eg um Virgar. Hann er heimsins besti tænari, og maturin er ótrúliga góður, sigur James. Virgar er leiðari í Bowlinghøllini, og honum dámar væl avbjóðingina. - Eg vil takka festivalinum við Múrin fyri møguleikan. Hetta er fyrstu ferð, at Bowlinghøllin er við í fyrireikingum av einum festivali, og tað er ótrúliga spennandi fyri okkum. Ikki minst, tí umstøðurnar í Kirkjubø eru so mikið góðar, sigur Virgar. Eldri málbólkurin eigur næstu avdúkingina Dj’arar, popp og heavy metal er tað, sum myndar skránna hjá festivalinum við Múrin hagartil, men fyrireikararnir siga, at næsta avdúkingin verður ætlað einum eldri málbólki. - Vit hava avdúkað nógv nøvn, sum í høvuðsheitinum eru tilætlað teimum ungu, men komandi avdúkingin verður til ein eldri málbólk, sigur Mark Joensen, stigtakari, við Planet. - Festivalurin við Múrin er ein familjufestivalur, og tískil skulu vit sjálvsagt hava so fjøltáttaða skrá sum gjørligt, soleiðis at øll kunnu njóta tónleikin, sigur hann. Nær næsta navn verður almannakunngjørt er enn ikki greitt, men stigtakararnir siga, at ætlanin er at avdúka meira, so hvørt sum festivalurin nærkast. - Vit hava longu avdúkað nógv nøvn, og vit mugu hava eitt sindur av krúti eftie í tíðini, sum eftir er til festivalin, sigur James Olsen við Planet. @UQ_`[ `UX 9‡^UZ Heimskendi dj’arin, Tiesto, er nýggjasta høvuðsnavnið á festivalinum við Múrin Virgar Enghamar, leiðari í Bowlinghøllini í Havn, skal standa fyri matinum á festivalinum við Múrin, meðan Tina Jacobsen er sett sum samskipari Mynd: Jens Kristian Vang