mikudagur 18. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2009
Ísraelsk álop á Gaza
Ísraelska flogvápnið søkti at fleiri støðum í Gaza-geiranum tíðliga
í morgun. Palestinsku myndugleikarnir siga, at einki fólk lat lív í
ísraelska álopinum, men at fleiri hús fingu skaða. Ísraelsmenn
søktu millum annað at tunlum, sum hernaðarligir palestinar brúka
til at smugla vápn úr Egyptalandi ígjøgnum. Eisini søktu ísraels-
menn at einum bygningi hjá trygdardeildunum í býnum Khan
Younis. Ein talsmaður hjá ísraelsku herleiðsluni segði í morgun, at
flogførini høvdu rakt sjey tunlar og eitt annað mál í Gaza-geiran-
um. Hildið verður, at ísraelska álopið í morgun er svar upp á eitt
palestinskt granatálop á mál í Suðurísrael í gjár.
Ikki eftirlit við forsetanum
Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, fer ikki at
biðja forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson, vanda sær betur um
orðini, tá hann úttalar seg alment. Í seinastuni hava íslendskir
fjølmiðlar í tveimum umførum skrivað um ymiskt, sum út-
lendskir fjølmiðlar endurgóvu forsetan fyri at hava sagt. Kjak-
ið fekk summi at halda, at forsætisráðharrin átti at biðja for-
setan ansa betur eftir, hvat hann sigur, men Jóhanna Sigurðar-
dóttir segði í gjár, at hon fer ikki at geva forsetanum nøkur
slík boð.
Samgongan fer nú at
gera tað nógv lættari
hjá fólki at finna sær
okkurt at búgva í og
hetta verður galdandi
bæði fyri ung, og
eldri, støk og familjur
og brekað
Bústaðir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer tað skjótt at verða
munandi lættari hjá fólki at
finna sær okkurt at búgva í.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum,
Jóannes
Eidesgaard, er nú í ferð við
at leggja síðstu hond á trý
lógaruppskot, sum skulu
leggjast fyri Løgtingið í
allarnærmastu framtíð.
Endamálið við teimum
trimum lógunum er at gera
tað munandi lættari hjá
ungum og eldri, støkum og
familjum og brekaðum at
fáa sær tak yvir høvdið.
Í løgtinginum í gjár upp-
lýsti hann, at hesin bústað-
arpakkin, fer at gera tað
møguligt at finna heilt aðrar
mátar at fíggja sín bústað.
- Hetta fer at gera tað
møguligt at gera lutaíbúðar-
feløg og serstøk lutaíbúðar-
feløg.
Hann segði, at sum støðan
er nú, eru tað bara tey við
egnum
bústaði,
ið
fáa
rentustuðul fyri tey lán, tey
hava.
Men hereftir skal rentu-
stuðulin eisini galda fyri
lutaíbúðir av ymsum slagi.
Og skiparin verður har-
afturat soleiðis, at tað verð-
ur hvør lutaíbúð, sum fær
rentustuðulin og hann verð-
ur sostatt ikki latin til sjálvt
íbuðarfelagið.
Tað sama verður galdandi
fyri mvg lógina, so at
hereftir fer mvg stuðulin
eisini at galda fyri lutaíbúðir
og hann fer somuleiðis at
verða latin til hvørja luta-
íbúð og ikki til íbúðar-
felagið, sum heild.
Skattalætti fyri
at leiga út
Men eitt av lógunum, sum
ætlanin nú er at seta í gildi, er
at geva ein munandi skatta-
lætta til tey, sum leiga út.
Hetta fer at gera tað
munandi lættari at leiga út,
bæði einstøk kømur, íbúðir
og heil hús.
Tað fyrsta, sum verður
gjørt er, at øll, sum leiga út,
fáa ein skattafrían botnfrá-
drátt upp á 24000 krónur.
Tað merkir, at ein, sum
leigar eitt verilsi út fyri
2000 krónur um mánaðin,
skal als ongan skatt gjalda
av leiguinntøkuni.
Men
harafturat
skulu
bara 25% rindast í skatti av
leiguinntøku,
sum
er
omanfyri 24000 krónur.
- Hetta er ikki nøkur hørð
skatting og tað skal tað held-
ur ikki vera, segði landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum.
Sum støðan er nú, betalir
útleigarin vanligan skatt av
leiguinntøkuni. Tað merkir,
at
leiguinntøkan
verður
løgd oman á vanligu inn-
tøkuna og sostatt er skatt-
urin av leiguinntøkuni ofta
yvir 50%, tí marginal-
skatturin er so høgur.
Men Jóannes Eidesgaard
vil heldur hava, at leigarar
og útleigarar halda seg til
leigulógina og ein fortreyt
fyri at koma undir hesa
skipanina, er, at leigusátt-
máli verður gjørdur ímillum
leigara og útleigara.
Ætlanin er, at allir partar
skulu síggja ein fyrimun í
at hava skipað viðurskifti á
økinum.
Hann sigur, at hann
umhugsar eisini at gera
Húsalánsgrunnin
til
ein
part av bústaðarpakkanum,
serliga í sambandi við ser-
støk lutaíbúðarfeløg, har
feløg, sum vara av brek-
aðum, byggja íbúðir til fólk,
sum hava brek.
- Her kann Húsaláns-
grunnurin verða tann, sum
útvegar neyðugu fíggingina
og vera við til at tryggja, at
samanhangurin er í fígg-
ingini
í
sambandi
við
serstøk
lutaíbúðarfeløg,
sum byggja íbúðir til brek,
sigur landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum.
Samgongan arbeiðir
við eini ætlan um at
veita sethúsaeigarum
lán og stuðul til
orkusparandi tiltøk
av ymsum slagi
Orkusparing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongur, sum landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum vil,
fer tað skjótt at bera til hjá
sethúsaeigarum
at
fáa
stuðul og lán til ymisk
orkusparandi tiltøk.
Tað
boðaði
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýris-
maður í fíggjarmálum, frá
ið Løgtinginum í gjár.
Hann sigur, at talan er
bæði um stuðul til pensjón-
istar at bjálva húsini, men
eisini um lán til ymisk
orkusparandi tiltøk.
Hann sær onga meining í
at hava bæði ein bjálving-
arstuðulsgrunn, ein húsa-
lánsgrunn og ein íbúðar-
grunn.
Jóannes Eidesgaard stað-
festi, at hesi seinastu átta,
níggu árini, hevur Bjálving
arstuðulsgrunnurin
ikki
havt fígging til at lat pen-
sjónistum stuðul, sum vilja
bjálva sær húsini.
Tí kundi hann hugsa sær
allir
tríggir
grunnarnir,
Húsalánsgrunnurin, Bjálvi
ngarstuðulsgrunnurin
og
Íbúðargrunnin, verða lagdir
saman í ein grunn.
Hann meinti at hetta fer
at geva tí samanlagda, stóra
grunninum møguleikan at
avgreiða tær umsóknir um
bjálvingarstuðul, sum hann
hevur liggjandi.
So vítt, hann veit, hevur
grunnurin
einar
80-100
umsóknir um bjálvingar-
stuðul,
sum
ikki
eru
avgreiddar.
Men hann heldur eisini,
at í einum tvey ára skeiði
eigur Húsalánsgrunnurin at
fáa møguleikan at lata
ávísar upphæddir í láni til
orkusparandi tiltøk, til øll
vanlig hús.
Her kann talan verða um
at skifta frá oljufýri til hita-
pumpu, men talan kann
eisini verða um onnur orku-
sparandi tiltøk.
Hann nevndi møguleikan
fyri at veita føst lán upp á
einar 100.000 krónur til
hvørji sethús til orku-
sparandi tiltøk.
Av tí, at talan er um føst
lán, verður at kalla ongin
umsiting av tí.
- Hetta kann eisini verða
við til at skumpa undir
byggivinnuna, segði Jóann-
es Eidesgaard.
- Verður talan um eitt
tíðaravmarkað tilboð, ivast
hann ikki í, at nógv fara at
taka av tilboðnum og tað
kann koma sera væl við hjá
byggivinnuni.
- Hetta hevði verið eitt
ótrúligt tilboð til byggi-
vinnuna, sum er í einum
aldudali og hetta eru ótrúlig
tilboð til húsaeigarar, sum í
hesum døgum meir ella
minni bara verða vendir í
hurðini
í
peningastovn-
unum, tá ið teir koma at
biðja um lán, segði Jóannes
Eidesgaard.
Nógv lættari at finna sær
okkurt at búgva í
Tey, sum leiga kømur,
íbúðir og hús út, fáa nú ein
munandi skattalætta, men
samgongan ætlar undir enn
fleiri tiltøk fyri at gera tað
lættari at fáa sær tak yvir
høvdið. Í hesum sambandi
fer tað at verða nógv lættari
at byggja ymisk sløg av
íbúðum, bæði til røsk og
brekað
Orkusparandi lán og stuðul til sethúsaeigarar