hósdagur 27. september 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 27. september 2001
23
Stóri lokali áhugin
fyri KÍ kvinnuliðnum
ger, at spælararnir
ikki hava kent tað
stríggið at brúka
hvørja fríløtu at fyri-
reika Europa Cup
ferðina
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tá tað í apríl gjørdist greitt,
at KÍ kvinnurnar høvdu
møguleikan at taka lut í
Europa Cup, var gjørt av, at
kvinnurnar skuldu sjálvar
syrgja fyri fíggingini.
– Vit fingu at vita, at vit
skuldu fáa 200 túsund til
vega. Tá kendist hetta sum
eitt stórt tak. Nú hava vit
savnað 170 túsund krón-
ur.Vit hava brúkt so at siga
hvørt vikuskifti og nógv
gerandiskvøld. Men tá vit
hyggja aftur á hetta, so
kennist tað ikki tungt, men
heldur hugaligt, tí undirtøk-
an hevur verið so góð.
Hetta sigur Malena Jos-
ephsen. Hon er ein av
royndu KÍ spælarunum. At
tær eru fleiri, sum hava
stóran áhuga fyri fótbólti-
num sæst aftur á so mangan
hátt. Eitt nú hevur Malena
sína egnu heimasíðu um KÍ
og tvíburðarnir Ragna og
Rannvá Andreassen hava
eisini eina heimasíðu.
Stuðulin
Tá vit spyrja Malenu Jos-
ephsen, hvussu tað hevur
eydnast at fáa savna so
nógvar pengar, hevur hon
beinanvegin nógv av høv-
uðstølunum klár:
– Vit vóru sera fegnar
um, at Norðoya Sparikassi
leygardagin, tá vit fingu
FM steypið og gullkrónur-
nar, handaði okkum 25 tús-
und. Lutaseðlasølan og
stuðulsrenningin góvu 30
túsund í part, tiltakið við
All That Rain gav 25 tús-
und, og so fingu vit 14 tús-
und burturúr, tá nýggi vøll-
urin varð tikin í brúk. Vit
halda, at júst hetta síðsta
vísti sera væl, hvussu væl
klaksvíkingar og norðoy-
ingar taka undir við okkum.
Tað kostaði einki at vera
við, men tað var møguleiki
at stuðla Europa Cup til-
takinum hjá okkum, og so
fingu vit 14 túsund. Tað var
flott.
Aðrar inntøkur eru t. d.
komnar frá køkutombolum
og kaffisølu í sambandi við
heimadystir.
– Vit ynskja sjálvandi 1.
deild hjá monnunum alt tað
besta. Men tað kemst ikki
uttanum, at áhugin fyri
okkara fótbóltsspæli og
harvið eisini áhugin fyri at
stuðla okkum á annan hátt
økist, tá tað ikki hilnast so
væl hjá monnunum, heldur
Malena Josephsen.
Umstøðurnar
Malena Josephsen heldur,
at
umstøðurnar,
sum
kvinnufótbólturin hevur í
Klaksvík, nú gera tað huga-
ligt at vera við:
– Tað er altíð okkurt, sum
kundi havt verið betri. Vit
hava grenjað, men vit hava
eisini gjørt nakað við tað
sjálvar. Í Klaksvík eru um-
støðurnar øðrvísi, enn tær
kanska eru nógvar aðra
staðni. Kappingin er ikki so
stór. Tá vit skipa fyri tiltøk-
um, og tá dystir eru, so
møta nógv upp.
Venjarin sigur, at tað sæst
aftur í áhuganum at spæla?
– Heilt víst. Nú eru vit
einar 20, sum kappast um
plássini á besta liðnum. Eg
tori at siga, at allar høvdu
sloppið upp í part á øllum
hinum liðunum í landinum.
Men tit taptu steypafinal-
una?
– Tað kunnu vit bara
takka okkum sjálvum fyri.
Vit spældu ikki upp til okk-
ara besta. Helga Ellings-
gaard var framúr hjá HB,
og so misnýttu vit eina
rúgvu av uppløgdum mál-
møguleikum. Men tað hava
vit lagt afturum okkum. Vit
fegnast um FM heitið, vit
gleða okkum til Europa
Cup, og vit vilja hjartaliga
takka klaksvíkingum og
norðoyingum fyri, at tey
hava tikið so dyggiliga und-
ir við okkum, heilsar Mal-
ena Josephsen fyri KÍ
kvinnurnar.
Hava savnað 170 túsund
Bronsan hongur
framvegis
Útsetti dysturin millum B71 og HB fer at gera av, um VB ella HB
skal vinna bronsumerkini hjá kvinnunum
KÍ er FM vinnari í kvinnufótbólti, og B36 hevur vunnið silvur merkini.Men tað er
framvegis ikki greitt, um tað verður HB ella VB, sum fer at vinna bronsuna.
Mikudagin í síðstu viku var VB á Sandi og spældi dystin, sum sambært skránni
skuldi havt verið avgreiddur 12. august. VB vann 4–1. Harvið eru vágs kvinnur tvey
stig aftanfyri HB, sum er nummar trý.
Tveir dystir eru ikki spældir. Annar er tann hjá B71 og HB, sum skuldi havt verið
spældur á Sandi 30. juni, og hin er tann millum VB og HB, sum í síðsta umfarinum,
22. september, skuldi havt verið spældur í Vági.
Kvinnukappingin hevur verið órógvað av, at tað hjá summum feløgum hevur verið
torført at manna lið. Vit hava skilt, at nú er ætlanin, at dysturin á Sandi millum B71
og HB skal fáast frá hondini. Um VB eftir tann dystin framvegis fer at hava
møguleikan at røkka bronsumerkjunum, so skal B71 eisini suður til Vágs. jh
Endaspælið – 1. deild kvinnur
dystir
vunnið
javnt
tap
mál
stig
KÍ
10
9
0
1
57–10
27
B36
10
6
0
4
13– 8
18
HB
9
4
1
4
24–30
13
B68
10
4
1
5
18–18
13
VB
9
3
2
4
13–15
11
B71
8
0
0
8
4–48
0
Máltindurin í endaspælinum
Kristina Eyðbjørnsdóttir,
KÍ
14
Vivian Bjartalíð,
KÍ
12
Ragnhild Aas,
KÍ
12
Malena Josephsen,
KÍ
10
Guðrið úr Lágabø,
VB
6
Maibritt Olsen,
KÍ
5
Irdi Hansen,
B68
5
Súsanna Hansen,
B36
5
Lydia Vesturtún,
HB
5
Bára Skaale,
KÍ
3
Allan Mørkøre gav avboð
Í blaðnum í gjár søgdu vit, at nú var Allan Mørkøre aftur úti í
kuldanum. Tað gjørdu vit, tí veteranurin ikki er millum teir átjan, sum
í komandi viku skulu til Slovenia.
Men her hava vit misskilt. Sambært Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjara hjá Allani
Simonsen, so varð Allan Mørkøre ikki upp á tal hesa ferð. Tað var hann ikki, tí Allan
Mørkøre eftir dystin ímóti Russlandi boðaði frá, at hann orsaka av skúlanum ikki fór at
hava stundir at fara niður til Slovenia.
Vit biðja Jógvan Martin Olsen, Allan Mørkøre og lesararnar halda okkum til góða.
Og so vóru onkrar aðrar villur eisini í landsliðssøguni í gjár.Gløggi lesarin fann
ivaleyst út av, at HB ikki eigur ein men tveir spælarar í landsliðshópinum – Rógva
Jacobsen og Jón Róa Jacobsen. Og tá Jógvan Martin Olsen nevndi spælarar, sum teir
saknaðu, so gloymdu vit tvey nøvn, sum hann nevndi – Una Arge og Sámal Joensen.
Orsaka okkum eina ferð enn!
blm
KÍ-liðskiparin Ragna Andreasen, fær steypið handað frá
Kristiannu Høgnesen
Norski spælarin hjá KÍ, Ragnhild Aas, stríðist við HB-spælarar. Ragnhild gjørdi seks mál í
seinasta dystinum
23
Áhugin fyri kvinnu-
fótbóltinum í Klaks-
vík er so stórur sum
ongantíð, og nú er
stóra gularótin hjá
meistaraliðnum
Europa Cup avbjóð-
ingin í komandi viku
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Leygardagin var stórur
dagur hjá fótbóltskvinn-
unum í Klaksvík. Í síðsta
dystinum fingu tær onga
mótstøðu frá HB. KÍ vann
11–1,
men
onkur
var
kanska eitt sindur kløkkur í
fyrsta minuttinum. Tá fekk
KÍ brotsspark, sum tær
misnýttu. So fór HB í álop.
Tær fingu fríspark, sum
Annika Godtfred sendi
beinleiðis í málið, og so var
1–0 til HB.
Men tá fimm minuttir
vóru farnir, var KÍ framm-
anfyri 2–1. Í steðginum var
5–1, og úrslitið var 11–1.
Áskoðararnir
fagnaðu
meistaraliðnum, og Norð-
oya Sparikassi, sum er
sponsor, møtti upp við
kekki upp á 25 túsund
krónur.
Hjá flestu spælarunum
var meistaraskapurin tann
triði í fimm kappingarár.
Tær vunnu í 1997, í fjør og
aftur í ár.
At ein stórur partur av
spælarunum hevur spælt í
fleiri ár og framvegis er
eldhugaður og leggur nógv
fyri í venjing og dystum,
hevur ikki eyðkent kvinnu-
fótbóltin í Føroyum tey
seinnu árini.
Og høvdu kvinnurnar
ikki tíðliga í summar
sjálvar so at siga trýst tað
ígjøgnum, at KÍ skuldi taka
av innbjóðingini frá UEFA
um at taka lut í fyrstu
Europa Cup kappingini
nakrantíð fyri kvinnur, so
hevði kvinnufótbólturin í
Klaksvík neyvan stórtrivist,
sum hann hevur gjørt tað í
summar. Men tað kann
kortini væl hugsast, at hann
hevði verið nóg væl fyri til
at vera við í kappingini um
meistaraskapin.
Lyklaspælararnir
Í fleiri feløgum hevur í
summar verið at hoyrt um
nógvar
útskiftingar
í
kvinnufótbóltinum, og í
fleiri av liðunum, sum hava
tikið lut í bestu deildini,
hava spælararnir verið heilt
ungir.
Millum royndu spælarar-
nar í Klaksvík eru nógvar,
sum hava altjóða royndir.
Rannvá Andreassen, Ragna
Andreassen, Vivian Bjarta-
líð, Malena Josephsen og
Bára Skaale vóru allar við á
landsliðnum, sum vann gull
á oyggjaleikunum. Kristina
Eyðbjørnsdóttir, sum kom
til KÍ í summarsteðginum,
er ein av mest royndu og
bestu spælarunum í Før-
oyum, og so hevur 27 ára
gamla Ragnhild Elin Aas,
sum í summar kom úr
Sogndal og til Klaksvíkar,
víst seg at vera góður
fongur.
Men tað var um reppið,
at fleiri av hesum spæl-
arunum ikki spældu við KÍ
eftir summarsteðgin. Ranga
og Rannvá Andreassen
umhugsaðu av álvara at
fara til Noregs at royna
góðu fótbóltsevnini, og tað
er ivasamt, um Kristina
Eyðbjørnsdóttir hevði flutt
til KÍ, um talan ikki hevði
verið um eina gularót uttan
fyri landoddarnar.
– Europa Cup avbjóðing-
in er stóra avbjóðingin í
hesum kappingarárinum.
Spælararnir hava gingið og
ganga upp í hesa uppgáv-
una við lív og sál. Vit skulu
til Finnlands í komandi
viku. Ferðin verður mett at
kosta 170 túsund krónur. Í
fyrstu atløgu skulu spælar-
arnir fíggja alla upphædd-
ina, sigur Jón Harald
Poulsen. Hann hevur verið
venjari øll gullárini, og
síðani hann sum 16 ára
gamal í 1986 fyrstu ferð tók
ábyrgdina á seg at venja eitt
kvinnulið, hevur hann í
nógvu av árunum staðið á
odda fyri kvinnuliðnum.
At vera venjari hjá KÍ
kvinnuliðnum, sum skal
luttaka í Europa Cup, er
meiri enn bara at venja:
– Vit hava valt at venja
tríggjar ferðir um vikuna.
Spælaratalið liggur um
tjúgu, og tær møta allar upp
hvørja einastu ferð. Síðani
summarsteðgin hava spæl-
ararnir eisini verið upp-
tiknir av inntøkuskapandi
tiltøkum, og eg royni at
hjálpa teimum eitt sindur.
Vit vóna, at FSF fer at
spýta í, og at felagið fer at
rinda nakað. Tær 25 túsund
frá sparikassanum komu
væl við, men annars hevur
talan verið um tiltøk av
ymiskum slagi.
Avbjóðingin
Sunnudagin
fer
fyrsta
kvinnu
ferðalagið
úr
Føroyum at taka lut í
Europa Cup fótbólti. Nítjan
spælarar vera í við í ferðini.
Og annars fer ferðalagið at
líkjast nógv teimum, sum
plaga at fara av landinum í
Europa Cup ørindum. Tveir
KÍ nevndarlimir vera ferða-
leiðarar. Thom Jakobsen
skal taka sær av klæðunum,
Margit Joensen verður lið-
leiðari, Magnus Magnussen
verður læknin á ferðini, og
Helga Mikkelsen, sum er
undir útbúgving til fysio-
terapeut, verður eisini við.
KÍ ferðalagið steðgar á í
Keypmannahavn. Akkurát
sum menninir hjá KÍ plaga
at gera, so fer kvinnuliðið
til Haslev, har ein lítil
venjingarlega verður. Týs-
dagin verður farið til
Helsingfors í Finnlandi, og
so verða dystir á skránni
mikudagin, fríggjadagin og
sunnudagin. Fyrsti dysturin
verður ímóti Landhaus úr
Eysturrík, næsti dysturin
verður ímóti heimaliðnum,
Helsinki, og síðsti dysturin
verður ímóti Torres úr
Italia.
– Vit hava roynt at kunna
okkum um mótstøðuliðini,
men tað hevur ikki gingið
serliga væl. Okkara fatan
er, at italska liðið er tað
besta, og at eysturríkska
liðið er tað veikasta. Hetta
er fyrsta ferðin, at vit eru
við, so vit kunnu siga, at vit
eru við fyri at læra. Men vit
fara at gera okkara besta,
sigur Jón Harald Poulsen.
Virðingin
Tá vit spyrja Jón Harald,
um hann heldur, at tað bara
er gularótin í Europa Cup,
sum er orsøkin til, at
kvinnufótbólturin í Klaks-
vík tykist hava størri áhuga,
enn áhugin sigst vera aðra
staðni í landinum, so heldur
Jón Harald, at tað eisini
kann vísast á aðrar orsøkir.
– Vit hoyra ofta søguna
um, at Fótbóltssambandið
skal gera meiri fyri kvinnu-
fótbóltin, men eg haldi ikki,
at tað er har, at fyrstu
stigini skulu takast. Her
norðuri hjá okkum hava vit
í fleiri ár stríðst fyri at fáa
somu sømdir og karmar,
sum menninir hava. Tað
hevur givið úrslit, og nú
haldi eg, at felagið og
onnur,
sum
hava
við
kvinnufótbóltin at gera,
vísa størri fatan og áhuga,
enn tað varð gjørt fyri fáum
árum síðani.
Hvussu sæst hetta aftur?
– Tá kvinnurnar møta til
venjingar, skulu tær bara
hava fótbóltsskógvarnar og
beinskinnararnar við. Øll-
um hinum verður syrgt fyri
í felagnum. Kvinnurnar
hava hvør sítt skáp, vit hava
okkara egnu bóltar og
vestar, og soleiðis kundi eg
hildið á. Ofta hoyrist um, at
útgerðin, sum kvinnufót-
bólturin fær, er ikki á hædd
við tað, sum verður veitt
monnunum, og at kvinnur-
nar fáa sera ólagaligar venj-
ingartíðir. Soleiðis er tað
ikki hjá okkum, og tað
hevur
eisini
týdning.
Kvinnurnar venja týsdag,
hósdag
og
fríggjadag
klokkan 18.30 ella somu
tíðir, sum tá menninir
venja. Um teir hava brúk
fyri øllum vøllinum, so
finna vit eina loysn. Men –
sum sagt – so hevur tað al-
stóran týdning, at kvinn-
urnar kenna, at tað verður
roknað við teimum, og at
tær kenna seg viðurkendar,
sigur Jón Harald Poulsen,
sum saman við KÍ fótbólts-
kvinnunum sær við stórum
spenningi fram ímóti av-
gerandi royndini í hesum
kappingarárinum. Tær hava
vunnið FM, og nú snýr tað
seg um Europa Cup í
Finnlandi í komandi viku.
Ítróttarsosialurin ynskir
KÍ hjartaliga tillukku við
FM
heitinum.
Teimum
verður eisini ynskt eina
góða ferð til Finnlands.
Nr. 186 • hósdagur • 27. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
ÍF fer nú at skipa fyri
nýggjari
badminton-
kapping í ítróttarhøllini
á Kambsdali. Kappingin
kallast Daewoo Open og
verður fyrstu ferð í
døgunum 13. og 14.
oktober.
Kappast verður í U11,
U13 og U15 fyri gentur
og dreingir, og vónin er,
at hendan kappingin
verður afturvendandi.
Badmintonsamband
Føroya hevur skaffað
føroysku feløgunum út-
lendskan venjara, og tað
verður gjørt í eini roynd
at hækka støðið í Før-
oyum.
– Vit vilja eisini vera
við til at økja um áhugan
fyri badminton, og til at
hjálpa okkum hava vit
fingið
Daewoo
sum
sponsor, sigur ÍF í tíð-
indaskrivi.
ÍF heitir á allar bad-
mintonspælarar um at
vera við í Daweoo Open,
fyri at kappingin kann
gerast so góð og fjøl-
broytt sum gjørligt.
Ætlanin er at leggja
kappingina soleiðis til
rættis, at øll fáa nógvar
dystir, og vinnarin fær
steyp.
Daewoo Open
á Kambsdali
Kvinnurnar eiga
sín rætt í Klaksvík
KÍ føroyameistari hjá kvinnum 2001. Aftan frá vinstru: Paula Mikkelsen, Paula Sjóstein, Una Olsen, Mariann Joensen, Ann
Olsen, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Petra Sjóstein, Rannvá Andreasen, Vivian Bjartalíð, Jón Harald Poulsen, venjari. Framman frá
vinstru: Annelisa Justesen, Elsa Maria Simonsen, Jensa Sirdal, Bára Skaale, Johanna Niclasen, Vivi Andreasen, Anna Müller
Jacobsen, Ragnhild Aas, Ragna Andreasen, Malena Josephsen og Sigrid Mikkelsen
C
M
Y
K
22