hósdagur 19. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 35 - 19. februar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
19. februar. Ammon, deyður umleið ár 250. Var ein
av teimum rómversku hermonnunum, sum við at
síggja dirvi og trúarvissu teirra kristnu. Sjálvur gjørd
ist kristin og varð tikin av døgum.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Fríggjadagin var
móttøka á Ellis- og
Røktarheiminum á
Tvøroyri, tí Sunnevá
Petesen fór úr starvi-
num sum leiðari,
og Anna Djurhuus
tók við. Stuttligt
er her at nevna, at
hervið eru tað tvær
tvíburðasystrar, ið
leiða ávíkavíst ellis-
heimini Lágargarð og
Suðuroyar Ellis- og
Røktarheim
Leiðaraskifti
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nógv fólk var komið saman
í kantinuni á Suðuroyar
Ellis
og
Røktarheimi
fríggjadagin, har móttøka
var í samband við leiðara
skiftið.
Sunnevá Petersen úr Vági
hevur starvast á heiminum í
mong ár, og hevur verið
leiðari síðani 1986, men
leggur frá sær, nú hon er
komin til pensjónsaldur.
Tað er Anna Djurhuus úr
Porkeri, ið hevur tikið við
sum leiðari, og eisini hon
hevur drúgvar royndir á
hesum arbeiðsplássinum.
Røður og gávur
Ronnie Midjord, umsjónar
maður á Suðuroyar Sjúkra
húsi, ið Ellis og Røktar
heimi er sambygt við, legði
fyri á móttøkuni, beyð væl
komin,
og
greiddi
frá
skránni hesa løtuna.
Síðani helt Kristin Mich
elsen, stýrisformaður, røðu,
har hann tók aftur í søguligu
gongdina, tá Ellis og Røkt
arheimi varð bygt, og sjálv
andi takkaði hann Sunnevá
Petersen fyri mongu árini í
starvi. Hann fegnaðist eisini
um, at Anna Djurhuus nú
tekur við, tí eisini hon hevur
starvast á heiminum í mong
ár og kennir arbeiðsplássið
væl.
Hann
handaði
eisini
heiminum eina gávu, ið var
málningur av fyrrverandi
varabispi, Eivindi Vilhelm,
sála, ið tók mong tøk, tá
Ellis og Røktarheimi gjørd
ist veruleiki. Torbjørn Olsen
hevur málað málningin, ið
Sunnevá Petersen og Anna
Djurhuus tóku ímóti vegna
Ellis og Røktarheimið.
Ronnie Midjord takkaði í
síni røðu fráfarandi leiðar
anum fyri trúgva tænastu
og gott samstarv, og segði,
at Sunnevá Petersen letur
frá sær eitt vakrari heim,
enn tað ið hon tók við, og
helt hann hetta vera so sig
andi sum held um kvinnuna,
ið nú leggur frá sær. Hann
segði, at løtan var nú at siga
farvæl og vælkomin, og
hann ynskti Onnu Djurhuus
vælkomnari í leiðarastarv
ið.
Sunnevá Petersen fekk
handaðan
málning
eftir
Eyðun av Reyni.
Mary í Garði, Nærverk,
takkaði eisini fráfarandi
leiðaranum fyri gott sam
starv, og ynskti Onnu Djur
huus alt tað besta, nú hon
tekur við.
Eisini fráfarandi og nýggi
leiðarin høvdu orðið, og
Sunnevá takkaði fyri seg,
meðan Anna takkaði fyri
álitið, ið er víst henni, nú
hon setir seg í leiðarasessin.
Yvir høvur var løtan
merkt av løttum lyndi, har
sorgblídni kanska merktist
onkra lítla stund, men har
skemtið átti yvirvág, uttan
at køva álvaran, ið eisini eig
ur at hava pláss slíka løtu.
Langa starvstíð
Sunnevá Petersen byrjaði á
Suðuroyar Ellis og Røktar
heimi í 1978, og gjørdist
leiðari í 1986. Hon hevur
trivist væl, og leggur dent á,
at annars hevði hon ikki
verið í starvinum so longi.
Somuleiðis
hava
flestu
starvsfólkini verið longi í
starvi á heiminum, og er
hetta helst tekin um, at tey
hava trivist á arbeiðspláss
inum og við fráfarandi
leiðaranum.
Sunnevá Petersen hevur
verið burtur okkurt stutt
skifti, t.d. tá hon hevur ver
ið úti og siglt við manninum,
Óla Petersen.
Kanska er stuttligt at
nevna í hesum sambandi, at
Eivind Vilhelm var mammu
beiggi Óla Petersen.
Tvíburðasystrar
stýra ellisheimum
Anna Djurhuus er úr Porkeri
og er gift Lars Djurhuus,
lærara. Hon er útbúgvin
sjúkrarøktarfrøðingur
og
arbeiddi í 18 ár á Ellis og
Røktarheiminum og í 12 ár
á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í
hálvtannað ár hevur hon
verið leiðari á sosialudeild
hjá Porkeris og Vágs Komm
unu.
Hon hevur tvey ára leiðslu
útbúgving frá skeiðsdepli
num á Føroya Handilsskúla,
sonevnt diplomskeið.
Vert er at nevna, at skeið
ið tók hon saman við tví
burðasystir síni, Metu av
Fløtum, sum eisini situr
sum leiðari fyri eitt ellis
heim og røktarheim, nevni
liga Lágagarð í Havn, og
stýra
tvíburðasystrarnar
Meta og Anna sostatt hvør
sínum ellisheimi.
Leiðaraskifti á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi
Sunnevá Petersen og maðurin, Óli
Tvíburðarsystrarnar báðar, Meta av Fløtum, vm og Anna Djurhuus, eru nú fyristøðukvinna á hvør sínum ellis- og
røktarheimi. Meta á Lágargarði og Anna á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 20. februar fyllir Erling Davidsen í Kvívík
80 ár. Dagurin verður hildin leygarkvøldið hjá dóttrini í
Steinagerði 8 frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Arbeitt í 10 mánaðir við krabbameini
Í blaðnum fyrr í vikuni skrivaðu vit um arbeiðsbólkin, sum
landsstýrismaðurin heilsumálum hevur sett at gera eina full
fíggjaða krabbameinsætlanin. Har skrivaðu vit, at tá ið ætlanin
verður løgd fram í summar, hevur bólkurin arbeitt í hálvtannað
ár. Tað skrivaðu vit út frá tí, sum stendur á heimasíðuni hjá
ráðnum. Veruleikin er kortini, at bólkurin fór ikki undir arbeiðið
fyrrenn 1. september í fjør og hann fær sostatt 10 mánaðir til
arbeiðið og ikki umleið 18 mánaðir, sum vit skrivaðu.
blm