Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 35 - 19. februar 2009 Norðurlandahúsið hevur við nýggjari samstarvsavtalu við Tryggingarfelagið Føroya fingið ljóð­ útgerð í heimsflokki. – »The Wall« er tað perfekta høvið til at royna nýggju út­ gerðina, sigur Niels Halm, stjóri í Norður­ landahúsinum SamStarv Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo 625.000 krónur. Tað er kostnaðurin á nýggju ljóð­ útgerðini, ið Norðurlanda­ húsið hevur fingið sum lið­ ur í nýggjari fýra ára sam­ starvsavtalu við Tryggingar­ felagið Føroyar. Í Norðurlandahúsinum hevur leingið verið eitt brenn­ andi ynski um at kunna betra um ljóðgóðskuna í stóra sal­ inum. Higartil hevur hátalara­ kap­asiteturin í tí stóra salin­ um ikki altíð verið nøktandi, serliga til størri tónleikatiløk, har ofta hevur verið brúk fyri at leiga útgerð inn í húsið. ­ Eftir 10 ár er neyðugt at endurnýggja og útvíðka ljóðanleggið. Men hetta er sera kostnaðarmikið. Tí fegnast vit um samstarvið við Tryggingarfelagið Før­ oyar, sum hevur givið okk­ um møguleika fyri at keyp­a nýggja ljóðútgerð sigur Niels Halm, stjóri í Norð­ urlandahúsinum. Gamla ljóðútgerðin verð­ ur framvegis eisini nýtt, tó nú til at stuðla undir nýggju útgerðina. Fyrsta tiltakið, ið fær møguleikan at nýta nýggja ljóðanleggið hjá Norður­ landahúsinum er framførsl­ an av The Wall hjá Pink Floyd, sum Føroya Symfoni­ orkestur og íslendski rokk­ bólkurin Dúndurfréttir fram­ føra í vikuskiftinum. Byggja brýr millum vinnu og mentan Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroy­ ar, fegnast um nýggju avtal­ una. ­ Vit hava verið væl nøgdir við tað samstarv, vit høvdu frammanundan, og tá vit hoyrdu at Norðurlandahúsið hevði eitt ynski um eitt nýtt ljóðanlegg, sóu vit hetta sum ein gyltan møguleika at leingja um samstarvið. Við hesari avtalu kunnu vit fram­ yvir byggja brúgv millum vinnu og mentan, og tað fegn­ ast vit um, sigur Gunnar í Liða. Hann vísir eisini á, at í fjør vóru omanfyri 60.000 fólk á gátt í Norðurlanda­ húsinum, og at har vóru líka undir 300 ymisk tiltøk. Tí sær hann hesa avtaluna sum nakað, ið allir p­artar fáa gott burturúr. ­ Norðurlandahúsið, Tryg­ gingarfelagið, listafólkini og Føroya fólk fáa nyttu av hesari avtalu, og tí eru vit sera fegin um hesa avtaluna, sigur Gunnar í Liða. Sambært nýggju sam­ starvsavtaluni, sum millum annað inniber at Norður­ landahúsið hevur fingið møguleika at keyp­a nýtt ljóð­ anlegg til stóra salin, verður Tryggingarfelagið Føroyar eisini høvuðssamstarvsfelag­ ið hjá Norðurlandahúsinum og tiltøkunum, ið húsið sjálvt skip­ar fyri, næstu fýra árini. Ljóðgóðska í heimsflokki til Norðurlandahúsið Tað var ein forkunnugur fongur, sjey ára gamli Egil Horn fekk í fjøruni Yviri við Strond í gjár. Ein fløskupostur, sendur úr Klaksvík á Sjómannadegnum í fjør, lá millum steinarnar, og hann fann Egil FløSkupoStur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo myndir: Jens Kr. Vang Stutt eftir klokkan 13 í gjár, tá evstamark er farið, mesta rokið hæsað av, dagsins Sosialur sendur til p­renting­ ar og starvsfólkini í Miðla­ húsinum so smátt eru byrj­ aði at fáa sær ein bita, koma brádliga seks glað og sera sp­ent børn á gátt. Tey eru ikki heilt ørinda­ leys nú tey í rokaklæðum, húgvum og bjargingarvest­ um, berandi alskyns lutir úr fjøruni koma stunandi inn. Ein av hesum lutum er tó serliga áhugaverdur, og áðr­ enn eg havi fingið orðið up­p­ at sp­yrja, hvør hevur funnið hvat, hevur eitt av børnunum longu svarað, at tað er Egil, sum hevur funn­ ið ein fløskup­ost. Við børnunum eru Birna Mikkelsen og Asta Thom­ sen, og tær greiða mær frá, at tey hava verið í fjøruni og leitað eftir ymsum tilfari, ið tey skulu nýta til at gera p­áskap­rýði við, tá Egil Horn fann henda fløskup­ostin. Vit seta okkum niður við borðið, og skulu til at granska henda forvitnisliga p­ost nærri, og tá fái eg at vita, at p­osturin ikki er fing­ in úr fløskuni enn. So er bara at gera skjótt av, og eft­ ir góða hjálp­ frá fimum og smølum barnafingrunum, hava vit eftir nakrar fáar minuttir fingið brævið úr fløskuni. Til tann, ið tað viðkemur... Við stórum sp­enningi hyggja hesi fittu børnini at, meðan eg varisliga rulli p­ap­p­írið úr fløskuni út, og byrji at granska tað. Eg verði noyddur at taka til mín kunn­ leika í enskum, tá eg skal greiða teimum frá, hvat í brævinum stendur. Har stendur soleiðs skrivað, eins á øllum lep­unum, ið vóru kastaðir út henda dagin. »Hetta er eitt bræv úr Klaksvík, Føroyar. Føroya Sjómannadagur 17. august 2008. 62º 14,8'N og 6º 38,5' V« So stendur víðari: »Mítt navn er Elma. Eg eri 6 ára gomul.« Avsendari av hesum góða fløskup­osti vísir seg at vera seks ára gamla Elma Han­ sen úr Klaksvík. Móttakarin er nú funnin, og tað gjørdist Egil Horn úr Havn, sum sjálvur júst er fyltur sjey. Tá eg havi greitt teimum frá tí, ið brævinum stendur, er mesti sp­enningurin í hes­ um lítla gerandisævintýri av, og eftir at vit hava avmynda okkara fittu, smáu gestir, siga tey p­ent og blítt farvæl, og fara so sp­akuliga sjaggandi niðan eftir Tórs­ gøtu aftur, øll berandi onkr­ an lut, ið tey hava funnið í fjøruni henda góðveðurs­ dagin. Fløskupostur á land Yviri við Strond Íslendski rokkbólkurin Dúndurfréttir roynir nýggju ljóðútgerðina í Norðurlandahúsinium, og teir spara seg ikki Mynd: Rógvi Nybo Elsti bólkur úr Býlings­ húsinum undir Fjalli. Frá vinstru: Anita Jónfinnsdóttir, Sólmay Johannesen, Kristoffur Bjørgvin, Egil Horn, Magni Steintún og Barbara Káradóttir Durhuus 7 ára gamli Egil Horn við fløskupostinum, sum hann fann Yviri við Strond