hósdagur 19. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2009
Eiga at útseta evruna
Danski búskaparfrøðingurin Niels Jensen,
sum arbeiðir hjá fyritøkuni Absolute Return
Partners í London, skrivar í teirri seinastu
útgávuni av Økonomisk Ugebrev, at danska
stjórnin eigur at útseta ta ætlaðu
fólkaatkvøðuna um at seta evruna í gildi
ístaðin fyri krónuna. Niels Jensen skrivar, at
altjóða fíggjarkreppan hevur rakt evrulondini
sera ymiskt, og at tað er ein veikleiki fyri
skipanina. Hann nevnir, at Týskland er sloppið rímiliga væl burtur úr kreppuni higartil, meðan lond sum Italia,
Spania og Grikkaland eru meint rakt. Danmark eigur ikki at fara upp í hetta samstarvið nú, skrivar Niels Jensen.
Vinnan laga seg til
veruleikan
Í Grønlandi tekur flokkurin Inuit Ataqatigiit undir við tilmæl
inum hjá fiskivinnunevndini um at skerja talið á fiskiførum
og fiskimonnum. Ane Hansen, sum er framsøgukvinna hjá
IA í fiskivinnumálum, sigur við KNR, at grønlendska fiski
vinnan noyðist at laga seg eftir veruleikanum. Er minni fisk
ur at fiska, noyðast vit at hava færri fiskimenn, sigur hon.
Ane Hansen leggur afturat, at tað er umráðandi, at fiskimenn
inir vita, hvar teir flóta, so teir kunnu leggja sínar ætlanir
minst eitt ár fram í tíðina.
Nú kommunurnar í
Suðuroy aftur hava
sett samanlegging
á dagsskrá, stendur
Vágs Býráð framvegis
fast við, at møguleikin
fyri at leggja Suðuroy
í tvær kommunur,
skal kannast
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vágbingar taka framvegis
ikki glaðbeintir undir við,
at øll Suðuroy verður løgd
saman í eina kommunu.
Tað er greitt eftir býráðs
fund í Vági í gjárkvøldið.
Hesar seinastu mánaðirnar
hava kommunurnar í Suð
uroy tosað um at seta ein
arbeiðsbólk at stinga eina
gongda leið út í kortið, so at
øll Suðuroy kann verða løgd
saman í eina kommunu.
Áður hava kommunustýr
ini á Tvøroyri, í Hovi og í
Porkeri tikið undir við ætl
anini og avtalað er, at hinar
fýra kommunurnar skuldu
taka avgerð um málið, so
hvørt tær høvdu fund.
Ikki í takt við hinar
Og í gjárkvøldið varð so
fundur í Vágs Býráði, har
kommunusamanlegging var
á skránni.
Vágs Býráð hevur áður tví
hildið um, at leggja Suðuroy
saman í tvær kommunur
fyrst, ístaðin fyri eina og so
at arbeiða víðari haðani frá.
Og á fundinum í gjárkvøld
ið kom fram, at vágbingar
vilja ikki ordiliga ganga í
takt við hinar kommunurnar,
tí teir halda framvegis fast
um, at teir fara ikki glað
beintir upp í eina felags Suð
uroyar Kommunu.
Vágs Kommuna tekur
undir við, at ætlaði arbeiðs
bólkur verður settur at við
gera eina samanlegging.
Men samtyktin er treytað
av, at arbeiðsbólkurin skal
eisini kanna møguleikarnar
fyri at leggja Suðuroy sam
an í tvær kommunur og at
kanna fyrimunirnir og
vansarnar við tí við.
Tað, sum Vágs Býráð í so
fall hugsar sær, er, at tær
fýra syðstu kommunurnar,
Sumba, Vágur, Porkeri og
Hov, leggja saman í eina
kommunu og at hinar tríggj
ar, Tvøroyri, Fámjin og
Hvalba leggja saman í eina.
Men tað kom eisini fram
á býráðsfundinum í Vági, at
tað er neyðugt at tosa við
hinar kommunurnar í syðru
helvt fyri at vita, um áhugi
yvirhøvur er fyri at leggja
tær syðru kommunurnar
saman í eina kommunu.
Eru hinar kommunurnar
í syðru helvt í Suðuroy ikki
sinnaðar at leggja saman
við Vági í eina kommunu,
er støðan ein onnur, sum so
má takast til viðgerar.
Men í Vágs býráði halda
tey, at tað er eitt øgiliga vítt
gandandi stig at taka, at
leggja alla oynna saman í
eina kommunu í einum
høggi.
Ikki skundast
ígjøgnum
Vágs Býráð er eisini full
samt um, at ein møgulig
kommunusamanlegging
í
Suðuroy skal ikki skrumbl
ast ígjøgnum.
Býráðslimir síggja fyri
sær, at verður talan um sam
anlegging, verður tað gald
andi frá 1. januar 2013, tá ið
aftur eitt nýtt valskeið hjá
kommunustýrunum byrjar.
Býráðslimir í Vági eru
sostatt av teirri áskoðan, at
skulu kommunur leggja
saman, skulu tær brúka alt
hetta valskeiðið til at fyri
reika samanleggingina.
Men tað, sum Vágs Býráð
eisini hugsar um, er, at
landsstýriskvinnan í innlend
ismálum, Annika Olsen,
hevur sett arbeiðsbólk at
kanna kommunubygnaðin.
Og Vágs Býráð staðfestir,
at tað kann ikki koma upp á
tal at leggja kommunurnar
saman, fyrrenn tey kenna
niðurstøðuna hjá hesum
arbeiðsbólkinum,
sum
skuldi koma á ólavsøku.
Vit kunnu ikki leggja
saman, fyrrenn vit vita,
hvat vit leggja saman til, er
støðan hjá Vágs býráði.
Býráðslimirnir í Vági eru
eisini samdir um, at áðrenn
kommunusamanlegging
kann koma upp á tal, má
eitt munadygt fyrireikingar
arbeiði gerast, so at tað
nágreiniliga verður avtalað,
hvussu samanlagda komm
unan
skal
skipast
við
umsiting, skúlum o.s.fr.
Og í Vágs Býráði eru tað
eisini býráðslimir, sum eru
púra sannførdir um, at sam
gongan fer ikki at leggja
kommunur saman við lóg.
Tó vóru tey greið yvir, at
tað kann samgongan kortini
gera óbeinleiðis við at
leggja so nógv málsøki und
ir kommunurnar at umsita,
at tær noyðast at leggja sam
an fyri at klára at lyfta upp
gávuni.
Ikki fyri
einhvønn prís
Í prátinum um kommunu
samanlegging í Suðuroy,
vakti borgarstjórin í Vági,
Kirstin Strøm Bech, størst
ans í heyst, tá ið hon kunn
gjørdi, at hon hevur skift
støðu og nú tekur undir við,
at Suðuroy verður ein
kommuna.
Men á býráðsfundinum í
Vági í gjár minti hon eisini
á, at hon hevur gjørt greitt,
at tað skal ikki vera fyri ein
hvønn prís.
Og hon helt, at tað er
neyðugt at kanna út í æsir,
hvat kommunusamanlegg
ing inniber og hon tekur eis
ini undir við, at allir møgu
leikar verða kannaðir, bæði
Suðuroy sum ein kommuna
og sum tvær kommunur.
Og eisini hon vil hava at
vita, hvat úrslit arbeiðsbólk
urin hjá landsstýrinum kem
ur við.
Í Vágs Býráði eru tey mis
nøgd við, at tað er Gransk
ingardepilin fyri samfelags
menning, sum hevur stig til
at leggja alla Suðuroy sam
an við eina kommunu
Í heyst tók Granskingar
depilin fyri Samfelagsmenn
ing, stig til at fáa kommun
urnar í Suðuroy at viðgera
málið um at leggja alla Suð
uroy saman í eina komm
unu.
Tá varð avrátt, at bíða til
kommunuval hevði verið, tí
mett var, at tað var rættast,
at tey nývaldu kommunu
stýrini tóku málið upp.
Og nú kommunustýrini
aftur eru skipað av nýggjum
eftir valið í heyst, kallaði
Granskingardepilin aftur til
fund at umrøða kommunu
samanlegging. Tað, sum
Granskingardepilin ætlar at
skipa fyri, at ein arbeiðs
bólkur verður settur at
arbeiða við málinum.
Í
innkallingini
hevur
Granskingardepilin skrivað,
at tað varð tikið sum givið,
at tey kommunustýrini, sum
møttu á fundinum, eisini
taka undir við, at Suðuroy
verður løgd saman í eina
kommunu.
Hetta er fallið býráðslim
um í Vági fyri bróstið og
fleiri teirra átalaðu Gransk
ingardepilin fyri at taka
eina so avgjørda støðu upp
á nakkan á kommununum.
Støðan hjá Vágs Býráði
er, at tað eru kommunurnar
sjálvar og ikki Granskingar
depilin, sum skal gera av,
um kommunur skulu leggja
saman og, hvussu tær skulu
leggja saman og her hildu
býráðslimir
í Vági,
at
Granskingardepilin
var
farin út um mark.
Men tey eru kortini sinn
að at viðgera málið og at
geva hinum kommununum
eitt svar
Tá ið øll kommunustýrini
hava tikið støðu til spurn
ingin, skulu tey hittast aftur
at tosa um, hvussu farast
skal fram víðari.
Vágs Kommunu hugsar
sær, at tað verða kommunu
skrivararnir, sum manna
arbeiðsbólkin og at teir so
fáa sær ein uttanveltaðan
samskipara afturat. Men,
sum tað sæst í hinari grein
ini, vil Vágs Býráð eisini
kanna møguleikarnar fyri
tveimum
kommunum
í
Suðuroy.
-áki-
Granskingardepilin fór um mark
Vágbingar vilja ikki ganga í takt
Kommunurnar í Suðuroy hava tosað um at leggja alla oynna í
eina kommunu, men Vágs Býráð tvíheldur um, at fyrimunir og
vansar við at leggja oynna saman í tvær kommunur, skal eisini
kannast og nú fer Vágs Býráð at tosa við hinar kommunurnar í
syðru helvt í Suðuroy fyri at vita, um áhugi er fyri tí