hósdagur 19. februar 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blogga:
føstulávint = kinky?
Føstulávint er í nánd, og grýluklæddar
kvinnur og menn verða um vikuskiftið
at síggja kring alt landið.
Heksir, trøll, hippiarar, nonnur, sjúkra-
systrar og politistar. “Outfitini” eru
fleiri í talið, men hvar gongur markið?
Føstulávint er skeg. Ótrúliga stuttligt
at lata seg í og gera okkurt serstakt
burturúr hesar dagar.
Hugdi einaferð eftir einum tøsifilmi
um føstulávint, og har segði høvuðs-
leikarin soleiðis: “Holloween is the
only day of the year that a girl can
dress like slut, and no one can say
anything about it”...... Hmm....
Vinkonurnar og eg fara í býin í viku-
skiftinum, og fara eisini at “dress up”.
Eg veit, at ein vinkona ætlar at verða ein “naugthy nurse.
Minnist einaferð, at vit vinkonur vóru í býnum á føstulávint,
og ein vinkona var ílatin sum ein “playboy bunny” við oyrum,
longum ljósareyðum eygnavippum, stuttum ljósareyðum kjóla
og hvítum stillet stylvum(og hon var mega hot by the way).
Hennara upplivingar vóru bæði góðar og ringar. Tað góða við
tí var millum annað, at dreingir steðgaði henni, og spurdi um
teir kundu taka myndir saman við henni. Hehe mannfólk ha ? ☺
anyway, tað ringa var, at dagar, vikur og mánaðir aftaná bleiv
hon konfrontera við hennara val av “outfit”, og fólk nærmast
flentu eftir henni (allarhelst tí tey vóru øvundsjúk) leingi aftaná.
Spurningurin er so, nær er ein kvinna ein “slut”?
Eg haldi ikki, at kvinnur kunnu stemplast sum skøkjur, bara tí
at tær á føstulávint fara í playboy bunny- ella naugthy nurse
klæðir.... Heilt erligt altso. Eg haldi, at føroyingar mangan
eru skjótir at døma onnur (serstakliga ungar vakrar kvinnur),
fyri eitt og hvørt tilvildarligt ting. Men eg má siga fyri mítt
viðkomandi, at eg haldi, at kvinnur, sum lata seg í eftir hvussu
tær sjálvar føla seg, eru mega kul. Um ein kvinna heldur, at
hon riggar væl í einum naugthy nurse outfitti, og følir seg væl
í tí, so YOU GO GIRL! Forb...... feitt, at kvinnur tora at lata seg
í eftir hvat tær sjálvar halda er pent á teimum, og ikki minst, at
tær hava so mikið nógv sjálvsálit, at tær tora at lata seg “frekt”
í. Og apropo høgt sjálvsálit, so er tað altso ikki ein neiligur
eginleiki at hava. (Kann verða strævið um misbrúkt, men kul
annars)
Men hvør er tað sum stemplar kvinnur fyri teirra val av
klæðum? Veit at mannfólk kunnu verða keðiligir á hasum
økinum viðhvørt, men eg trúgvi hóast alt, at tað eru kvinnurnar
sjálvar, sum døma hvørja aðra. Hví?
Nógv av tí botnar allarhelst í fordómum, men eg trúgvi tó, at
tað botnar, meira enn man heldur, í vantandi sjálvsáliti. Eg havi
viðhvørt fangað meg sjálva í at siga okkurt niðrandi um ein
aðra kvinnu, egentliga ikki tí eg veit NAKAÐ um hana, men bert
tí at eg haldi hon riggar irriterandi væl. Kanska er tað bara eg,
men eg giti mær til, at aðrar kvinnur vita hvat eg tosi um.
Eg haldi at vit skulu verða bevístar um at stuðla hvørjari aðrari,
og ikki hugsa niðrandi um hvørja aðra. Um kvinnur fara/halda
fram við at niðra, døma og spilla hvørja aðra út orsaka av
útsjónd, klædnastíli ella ov nógvum sjálvsáliti, so kunnu vit í
øllum førum vænta tað frá mannfólkunum eisini, umframt at
vit minka um sjálvsálitið hjá hvørjum øðrum, og hvør vil tað ?
Eg fari í dag at keypa mær føstulávintsklæðir, veit enn ikki hvat
tað verður, men tit vøkru, sjálvsálitsfullu og lekkru kvinnur:
fari út og keypi tykkum tað sum TIT halda riggar væl. Hvíl í
tær sjálvum, so skulu hini nokk varnast tín innara vakurleika
og styrki - óansæð outfit - og hvør veit, kanska vit kunnu flyta
nøkur mørk? – GIRL POWER –