fríggjadagur 20. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 36 - 20. februar 2009
Hóast altjóða
figgjarkreppu og
skrædl í parta bræva
kursinum, megnaði
før oyska flogfelagið
kort ini at koma út við
einum sera góðum
útsliti fyri 2008.
Úrslitið gjørdist 18,6
milliónir krónur í
av lopi áðrenn skatt
ROKNSKAPUR
Leo Poujlsen
leo@sosialurin.fo
Atlantic Airways kann í
rokn skapinum fyri 2008
vísa á eitt rakstraravlop á
18,6 milliónir krónur fyri
skatt og 15,3 milliónir
krónur eftir skatt. Hetta er
14. árið á rað, at føroyska
flogfelagið hevur avlop á
rakstrinum, og felagið er
sera sterkt fíggjarliga at
taka við komandi av bjóð
ingum.
Atlantic Airways økti í
2008 munandi um sínar
inntøkur á grundrakstrinum.
Úrslitið áðrenn av skriv ing
ar, skatt og kursjavningar
var 87 milliónir krónur
saman borið við 65 milliónir
krónur í 2007. Økingin var
34%.
Farna árið hevði við sær
nógvar avbjóðingar, bæði
vænt að ar og óvæntaðar, so
vit fegnast um, at vit hava
gott avlop á botnlinjuni,
hava økt um vanligu inn
tjen ingina og eisini styrkt
nógv um gjaldførið, sigur
Magni Arge, stjóri í Atlantic
Air ways.
Atlantic Airways vaks
nógv um framleiðsluna í
2008. Tímatalið á flogi
øktist úr 11.600 tímum upp
í 15.000 tímar, ið svarar til
32%. Somuleiðis vaks talið
á ársverkum úr 192 upp í
277. Hetta var í sjálvum
sær ein stór avbjóðing, men
methøgu oljuprísirnir í fjør
og óstøðug viðurskifti í
al tjóða búskapinum settu
eisini felagnum stór krøv
um at tillaga seg nýggjar og
óvæntaðar umstøður.
Útreiðslurnar til brenni
evni
á
rutuflúgvingini
øktust 27 milliónir krónur í
2008 ella 36%. Av skriv ing
arnar øktust úr 45 milliónum
krónum upp í 60 milliónir
krónur orsakað av stórari
tilgongd av ognum. Eisini
bar felagið 13,5 milliónir
krónur í fíggjarútreiðslum
saman borið við 9 milliónir
kónur. í fíggjarinntøkum í
2007.
20 ár á baki
Kortini gjørdist úrslitið eitt
munagott
avlop,
18,6
milliónir krónur í 2008
saman borið við 29 milliónir
krónur í 2007. Eginognin er
nú 221 mió. kr., solvensurin
51 prosent, og gjaldførið
vaks úr 38 mió. kr. upp í 82
mió. kr.
Partabrævið hjá Atlantic
Air ways stóð seg best
millum
flogpartabrøv
á
norður lendsku
keyps
skálunum í fjør. Flest øll
parta brøv fullu í virði, og
so leiðis var eisini við parta
brævinum
hjá
Atlantic
Airways, sum í meðal fall
28 prosent. Hetta var minni
enn
hini
norðurlendsku
flog partabrøvini, sum fullu
millum 39 og 77 prosent.
Árið 2008 var eitt merkis
ár fyri Atlantic Airways, tí
28. mars vóru 20 ár liðin,
síðan felagið fleyg sín
fyrsta túr millum Vágar og
Keyp mannahavn.
Í 1988 fór felagið á flog
við einum flogfari, sum
bjóðaði av á rutuni til Keyp
manna havnar. Tá vóru sløk
30 fólk í starvi.
Í 2008 røkti felagsins 277
starvs fólk flúgving til 10
ferða mál við fýra flogførum
við støð í Føroyum, flúgv
ing fyri SAS til ferðamál í
Evropa við trimum flog
førum við støð í Keyp
mannahavn,
og
tyrlu
tænastan røkti alla innan
oyggja flúgving og leiti og
bjarg ingararbeiði
kring
Før oyar umframt at vera
virk in
í
hollendsku
frálandavinnuni.
Atlantic
Airways
ger
eisini nógv burturúr at
markn aða rføra
Føroyar
sum ferðamannaland og
stend ur fyri tollfríari sølu í
Vágum.
Tilsamans flutti Atlantic
Airways 593.000 ferðafólk
í 2008. Talið á ferðafólkum
á rutuflogførunum vaks úr
212.000 í 2007 upp í góð
215.000 ferðafólk í 2008.
Útlit fyri 2009
Atlantic Airways væntar, at
støðið á virkseminum innan
rutuflúgving í 2009 fer at
laga seg til sveiggini í
bú skapinum. Sum útlitini
eru, verður helst talan um
eina minking í ferðsluni, tí
bæði útlendingar og før oy
ing ar fara at ferðast minni.
Hóast felagið hevur góðar
royndir frá samstarvinum
við eitt nú SAS, væntar
fe lagið eina munandi mink
ing í leiguflúgvingini, tí
min ni virksemi er innan
hetta økið í londunum kring
okkum.
Felagið
hevur
um støður at umstilla seg og
kann tí minka ella vaksa
um talið á flogførum og
flog manningum við stuttum
skot brái.
Sambært
sátt
mála num endar flúgvingin
fyri SAS í mai, og felagið
fer tí væntandi at minka um
talið á flogførum og flog
mann ingum.
Atlantic Airways er eitt
sera sterkt felag. Vit eru
væl fyri fíggjarliga, hava
eitt væl útbúgvið lið av
starvs fólki, sum duga sítt
arbeiði og hava virðismiklar
royndir frá altjóða flog
ferðslu, bæði tá tað snýr
seg um flúgving við flog
førum og tyrlum. Hóast vit
síggja fyri framman av bjóð
andi ár, so kenni eg meg
sannførdan um, at Atlantic
Air ways hevur dygdirnar,
sum skulu til fyri at koma
væl burtur úr komandi
av bjóðingunum,
sigur
Chris tian
Andreasen,
nevndar for maður í Atlantic
Airways.
Atlantic Airways gott ár
Nevnd, leiðsla og grannskoðarar hjá Atlantic Airways. Frá vinstru: Ingi S. Joensen, nevndarlimur, Verna Rasmussen, nevndarlimur, Eyðfinnur Jacobsen,
nevndarlimur, Jóannes Joensen, grannskoðari, Heini Mortensen, grannskoðari, Marius Davidsen, fíggjarleiðari, Magni Arge, stjóri, Christian Andreasen,
nevndarformaður og Petur J. Eiriksson, nevndarlimur
Mynd: Jens Kristian Vang
Einki sprutt á flogi
Í Russlandi eru myndugleikarnir so troyttir av at draga
drukkin ferðafólk úr flogførunum, at nú umhugsa teir at
broyta lógina, so tað verður bannað at selja selja sterkt
umborð á russiskum ferðamannaflogførum.
Myndugleikarnir siga, at alt ov ofta eru flogfør seinkað
orsakað av druknum ferðafólkum. Eitt nú var eitt flogfar,
sum skuldi úr Moskva til Bangkok, seinkað fleiri tímar, tí
fleiri av ferðafólkunum høvdu fingið í meira lagi av
sterkum niðurum, skrivar AFP.
Hillary ávarar Norðurkorea
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, ávaraði í gjár
Norðurkorea um, at viðurskiftini millum Norðurkorea og USA
fara ikki at batna, fyrr enn norðurkoreanska stjórnin vil
samráðast við grannalandið Suðurkorea um at gevast við
sínum ætlanum á kjarnorkuøkinum. Hillary Clinton tingaðist í
gjár við leiðsluna í Suðurkorea, og í dag helt hon leiðina fram
til Kina. Frammanudan hevur hon verið í Japan og Indonesia á
sínari fyrstu ferð sum uttanríkisráðharri.