Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2009 Tað var giktsjúka, ið førdi Annbjørn Sim­ onsen av Sandi til heita Manilla, stutt fyri jól. Túrurin gjørdist kort­ ini til meir og annað enn ein marglætis­ túrur. Í fátæka Manilla, sum er merkt av nógv­ um harðskapi, rørdist hann av at síggja børn líða neyð, og treiv hann tískil í egnan lumma eftir mati til fátækra­ fólkið. – Tey kenna ikki til annað enn heim­ loysi, sigur hann Samrøða Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Eg havi fingið eina giktsjúku, sum plágar meg. Læknin hjá mær í Danmark ráddi mær til at fara til eitt heitt land í eitt tíðarskeið at vera, tí hitin hjálpir uppá sjúkuna, sigur Annbjørn Simonsen. Hann tók læknan uppá orðið, og leitaði sær til høvuðsstaðin í Filipsoyggj- unum, Manilla. Ein sonur hansara er giftur til Filips- oyggjarnar, og er landið tískil ikki fremmant fyri Annbjørn Simonsen. Fyrstu ferð hann vitjaði Filips- oyggjarnar, var í 2007, og stutt fyri jól í fjør legði hann aftur leiðina til Filips- oyggjarnar, hesa ferð við einum vinmanni við á ferðini. Á hesi ferðini búðu teir á gistingarhúsi mið- skeiðis í Manilla býi. - Fyrru ferð, eg var í Manilla, kom eg í samband við ein heimleysan, sum vildi selja mær eitthvørt. Hann æt George, og hann vildi fegin vísa okkum býin. Hann bleiv ein sokallaður vaktarmaður hjá okkum, soleiðis at skilja, at hann ansaði eftir okkum tá vit vóru úti og gingu í býnum. Tað rindaðu vit honum 63 krónur um dagin fyri, greiðir Annbjørn Simonsen frá. - Tá eg so aftur kom til Manilla í desember, segði eg við onkran tilvildarligan á gøtuni, at eg var í býnum, og at eg fegin vildi koma í samband við George aftur. Tað gingu tveir dagar, so stóð hann uttan fyri gistingarhúsið hjá mær og bíðaði. Ein metur av osti og 35 fransbreyð Manilla er næst fólkaríkasti býur á Filipsoyggjunum. Har er fátæksligt, og er samfelagið somuleiðis nógv merkt av harðskapið og korruptión. Uttan fyri gistingarhúsið hjá Annbirni Simonsen, búði ein familja. Hvørt kvøld keypti hann familjuni tvíflísar og vatn við heim, tí tað verður rátt fólki frá at geva fátækum og heimleysum pening. Peningurin verður ofta nýttur til rúsevni í staðin. - George fortaldi mær, at tey ríku ofta tóku børn inn í síni heim at halda jól. Øll hava sjálvsagt ikki tann møguleikan. Tað eru so óendaliga nógv heimleys har, at tað munar ikki, um nøkur verða tikin inn til eina familju at halda jól. Tað eru framvegis so nógv eftir á gøtuni, sum ikki fáa møguleikan. Tískil fór Annbjørn Simonsen út at keypa ost og breyð til fátøku grann- arnar. Osturin var ein metur til longdar, hann keypti 35 fransbreyð og ein fullan beriposa av víndrúvum. - Eg tók so ein hýrubil oman til teirra, og fór yvir við matinum. Fleiri teirra hava fastan bústað á gøtuni, hóast tey ikki hava tak yvir høvdið. Tey flokkaðust rundan um meg, men mennirnir syrgdu fyri at bert børnini fingu at eta. - Tað er ófatiliga hart at síggja, hvussu tey hava tað. Og teirra møguleikar fyri útbúgving eru so smáir. Tey flestu kenna ikki til annað enn heimloysi, og í veru- leikanum er tað ótrúligt, at tey yvirliva, sigur Annbjørn Simonsen. Korruptión og gøtukríggj Tað eru kinverjar og kore- anar, ið stýra størsta parti- - Tey kenna ikki til an Danskir hermenn særdir Fimm danskir hermenn vórðu særdir av einari granats- preinging á herstøðini Camp Bastion har suðuri í Afghanistan í gjárkvøldið. Danska herleiðslan sigur, at óhappið hendi, beint eftir at hermenninir vóru komnir aftur til støðina eftir eina eftirlitsferð. Av einari ella aðrari orsøk brast ein granat, júst sum hermenninir vóru við at leggja útgerðina til viks. Fimm hermenn vórðu særdir, tá granatin brast. Herleiðslan sigur, at ein av hermonnunum varð illa særdur, men at hann er ikki í lívsvanda. Hinir fýra fingu smærri snuddir. ES-politikkur kostað arbeiðspláss Bretskir ES-andstøðingar hava roknað út, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES hevur kostað 97.000 arbeiðspláss í Bretlandi, og at hann hevur kostað hvørjum einasta húsarhaldi í landinum umleið 1.800 krónur. Ein av stigtakarunum til kanningina, Lee Rotherham, sigur, at ES-eftirlitið við bretskari fiskivinnu hevur verið ein fullkomin vanlukka. Hann sigur, at ES-fiskivinnupolitikkurin hevur tikið lívs- grundarlagið undan 9.000 bretskum fiskimonnum, og at 88.000, sum høvdu arbeiði við tilknýti til fiskivinnuna, hava eisini mist arbeiðið. Annbjørn Simonsen millum tey heimleysu, sum hann hevði breyð og víndrúvur við til. Tey vaksnu lótu børnini sleppa fram at at fáa sær