Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 36 - 20. februar 2009 nað enn heimloysi num av vinnulívinum í býnum. Landið er sera korrupt, fyrst og fremst løgreglan. Løgreglan kann handtaka fólk á gøtuni, og krevja pening aftur fyri at lata ein fara. Tí fer mann í Manilla ikki út uttan at hava nakað av peningi uppi á sær, í fall at løgreglan kemur fram á ein. - Kríggj millum fólk á gøtuni og løgregluna er ikki óvanligt. Ta einu náttina vórðu 21 løgreglufólk drip- in í einum av hesum saman- brestunum, men tað hoyrd- ist ikki eitt orð um hvussu nógv onnur lótu lív hesa náttina, greiðir Annbjørn Simonsen frá. Sigoynarin Annbjørn Simonsen hevur verið búsitandi í Danmark tey seinastu nógvu árini, og hann hevur ferðast nógv í sínum lívi. - Eg eri kanska nakað av einum sigoynara, heldur hann skemtandi fyri. - Men Manilla hevur kanska vunnið sær eitt serligt pláss í hjartanum, ásannar hann. Tað er fyrst og fremst fólkinum, hann er fallin fyri, men søgan hjá býnum hevur somuleiðis hansara áhuga. Býurin hevur varðveitt nógv av síni søgu, og eru leivdir frá kolonitíðini framvegis at síggja í býnum. Hann hevur samband við vinir, hann hitti í Manilla, og hevur ætlanir um at vitjað landið aftur í summar ella á jólum. Fara at veiða hval Nýggja stjórnin í Íslandi fer kortini ikki at ógilda avgerðina hjá fyrrverandi fiskimálaráðharranum Einari K. Guðfinssyni at geva hvalabátum loyvi til at skjóta stórhva tey næstu fimm árinil. Avgerðin vakti stóran ans víða, og nýggja stjórnin lovaði at endurskoða hana. Men nú hevur Steingrímur Sigfússon, fiskimálaráð- harri, gjørt av, at hvalabátarnir fáa loyvi at veiða stórhval. Men loyvið er bara galdandi í ár og ikki í fimm ár, sum undanfarni ráðharrin ætlaði. Fleiri flóttafólk til Finnlands Síðani fleiri lond í Evropa herdu sínar innflytarareglur fyri at tálma flóttafólkastreyminum úr Irak, hava innflytaramyndugleika rnir í Finnlandi havt úr at gera. Útlendingastovan í Helsinki sigur, at í fjør komu 1.255 iraksk flóttafólk til Finnlands, og tað var fýra ferðir fleiri enn í 2007. Orsøkin er serliga, at lond sum Noreg, Svøríki, Bretland og Niðurlond herdu sínar innflytara- reglur. Umframt irakar koma nógvir somalar til Finnlands. Í fjør vóru teir næstan 1.200 í tali. Myndirnar eru úr privata myndasavninum hjá Annbirni Simonsen. Tær mynda nøkur av fólkunum, hann gjørdist góður við á Manilla ferðini. Kvinnan, ið Annbjørn heldur um, fekk einki at eta frá Annbirni, men takkaði honum hjartaliga fyri matin til børnini. Uppi í horninum er heimleysur drongur uttan bein avmyndaður. Heim hansara brendi niður tá hann var lítil, og meðan pápin royndi at bjarga honum, brendust beinini, og vórðu ikki til at bjarga. Á næst síðstu myndini á síðuni, er Annbjørn Simonsen avmyndaður saman við George, og seinasta myndin vísir heimið hjá George á gøtuni í Manilla