Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 36 - 20. februar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Føðingar 17. februar fingu Eyðun og Niels Áki ein lítlabeiggja. Hann var 51 cm langur og vigaði 3550 gr. Foreldur teirra eru Ragnhild og Jákup Mørk úr Havn. 6. januar fingu Karla Ignatiussen og Johannes Vestergaard, Sumba, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4290 gr. 28. januar fingu Linda og Allan við Rætt, Toftum, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 5000 gr. 7. februar fingu Johild Kallsgarð, Trøllanesi, og Bjarni á Hólalagi, Hvalba, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2700 gr. 10. februar fingu Sirið og Jan Nón Bjartalíð, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3500 gr. 12. februar fingu Signy A. Petersen og Emil Hermansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr. 12. februar fingu Teresa og Magnus Joensen, Lamba, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4050 gr. 13. februar fingu Marsanna Petersen og Henrik Johansson, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3400 gr. 14. februar fingu Petra B. Simonsen, Viðareiði, og Sune Vatnsdal, Sandi, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 2500 gr. 16. februar fingu Hansa L. Hansen og Einar Tróndargjógv Hansen, Saltangará, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3750 gr. 16. februar fingu Jóanna Djurhuus og Niels Petur Jacobsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3225 gr. 18. februar fingu Synnøva Magnussen, Lamba, og Bogi F. Christiansen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3600 gr. 18. februar fingu Krista og Sámal Hanni Lognberg, Skopun, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3125 gr. 19. februar fingu Anja Vidtfeldt Kvilt og Vagnur Skúvadal, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3355 gr. Hósdagin læt ein fram sýn­ ing hjá Fríðtíðarskúlanum í Hornabø upp í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini eru 124 listaverk, sum børnini sjálvi hava gjørt, 64 málningar og 61 gipsmaskur. Málningarnir og mask ur­ nar eru gjørdar av hvørjum barnið sær. Tey hava málað við ymiskum litum, við og uttan glimmur. Sigrun Magnussen, leið­ ari á Frítíðarskúlanum í Hornabø, sigur, at fram sýn­ ingin er serliga ætlað for­ eldrum hjá børnunum sum ganga í skúlanum, soleiðis at foreldrini keypa lista­ verkini, og peningurin fer óskerdur til okkurt hugna­ ligt tiltak saman við børn­ unum. Men øll eru væl­ komin í Smiðjuna at síggja framsýningina, sigur Sigr­ un. Framsýningin var opin hósdagin og letur upp aftur mánadagin 23. februar, tá opið er frá kl. 13­19, og mikudagin 25. februar, tá opið er frá 11­15. Í Frítíðarskúlanum í Horn a bø ganga tilsamans 62 børn frá 1. og 2. flokki á Venjingarskúlanum. mg Børn sýna fram í Smiðjuni Ein framsýning við ljós­ mynd um letur upp í Norð­ urlandahúsinum sunnu­ dagin 22. februar kl. 16. Tað eru 10 limir úr ljós­ myndafelagnum Fókus í Íslandi, ið sýna fram. Fram­ sýnararnir fóru ljós mynda­ ferð til Føroya á vári 2007. At teimum dámdi væl bygd­ irnar og lívið í Føroyum, kemur fram á forvitnisligu framsýningini. Tey sýna ein part av úrslitinum av ferðini í Norðurlandahúsinum. Framsýningin av ljós­ myndum úr Føroyum verður í Norðurlandahúsinum frá 22. februar til 15. mars 2009. Íslendsk myndaframsýning Trý av listafólkunum á framsýningini f..v.: Torkil, Ægir og Jónfinnur. Mynd: Magnus Gunnarsson Ein framsýning við ljósmyndum letur upp í Norðurlandahúsinum sunnudagin 22. februar kl. 16.00