Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2009 17 Berghild á Steig, Klaksvík, fer til gravar úr Christianskirkjuni leyg ar dagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Berghild kunnu lata Før oya felag móti Krabba meini eina pen­ ingagávu. Jóhan (Jóan) Frederik Davidsen, Kvívík, and­ aðist mánadagin, 76 ára gamal. Jarðarferðin verð ur lýst seinni. Jónhard Petersen, Syðrugøta, andaðist í heiminum mikumorg­ unin, 56 ára gamal. Jarð arferðin verður lýst seinni. Herdis Joensen úr Mykinesi andaðist týs­ dagin á Sýnuni í Mið­ vági, 93 ára gomul. Far­ ið verður av Sýnuni fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður frá Sørvágs kirkju leyg­ ardagin klokkan 14. Sung ið verður úr sálma­ bókini. Andlát og jarðarferðir Dagurin 20. februar. Eucharias, deyður á 788. Biskupur í Orleans, sum fyri fleiri undurgerðir varð skírdur halgimenni. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Fríggjadagin 20. februar verður Sune Hansen í Nólsoy seksti. Foreldur Suna vóru Leif Hansen, lærari úr Nólsoy, og Ger­ trud, fødd Djurhuus, ættað úr Hvalvík. Sune giftist í 1974 Unu, fødd Poulsen, eisini úr Nólsoy og eiga tey børnini Ann­Mari, Leif og Katrin. Abbabørnini eru seks í tali. Sune fór eftir lokna skúla gongd í heimbygdini til Havnar at læra til snikk­ ara. Tað er eisini sum snikk­ ari og timburmaður, at Sune, við áhuga og dugna­ skapi, hevur havt og hevur sítt lívsyrki. Sune ferðaðist í 70 – og 80 árunum nógv til Havnar at arbeiða, men hevur tey nógvu seinastu árini mest arbeitt í heimbygdini. Sune arbeiddi eitt skifti sum vitapassari á Borðuni inntil vitin varð automati­ seraður miðskeiðis í nítiár­ unum. Sune arbeiddi eisini nøkur ár sum avgreiðslu­ maður hjá Stranderðsluni. Afturat hesum var altíð nógv at takast við í handlin­ um. Innan andaliga arbeiði í Nólsoy hava hjúnini Sune og Una havt ómetaligan týdn ing. Trúðliga hevur Sune røkt starvið sum organ istur við Nólsoyar kirkju í samfull 44 ár. Eitt virki, hann í 2005 varð heiðraður fyri við for­ tjenestes medalju frá Mar­ gretu drotning. Sune hevur, umframt at sitið við urguna í kirkjuni og í missións hús­ i num, eisini sitið í kirkju­ ráðnum í mong ár – síðani 1993 sum formaður. Mong eru tey, sum í kirkju­ og missi ónsørindum hava ver­ ið á gátt hjá Suna og Unu. Umframt stóra áhugan fyri kirkjuligum spurn ing­ um, hevur Sune havt al ­ stóran áhuga fyri kórsangi og var eisini ein av teimum, ið stovnaði kór í bygdini. Nú Sune rundar tey seksti verður ynskt honum hjarta­ liga til lukku við degnum. J. Leygardagin 21. februar halda hjúnini Gunnvør og Jefri Justinussen í Havn 140 ára føðingardag í Páls­ stovu við tað at tey verða 70 ár. Jefri fylti 30 sep­ tember 2008, og Gunnvør fyllir sunnudagin 22. februar. Gunnvør er úr Havn, og Jefri er leirvíkingur. Gunn­ vør er dóttir Tinnu, f. Han­ sen, av Toftum og Sigurd Berghamar úr Havn. Jefri er sonur Minu, f. Vang, úr Kálvhúsinum á Glyvrum, og Absalon Justinussen, vanliga nevndur Absalon á Garði, í Leirvík. Gunnvør vaks upp við Rættará og seinni flutti familjan í nýggj hús við Dalavegin í Havn. Sum ung arbeiddi hon í skóhandlinum hjá Demmusi og seinni í fleiri ár á Posthúsinum í miðbýnum í Havn. Gunnvør er sera kreativ og væl liggur fyri at yrkja til veitslur og onnur há ­ tíðarhald í familjuni. Jefri er sjómaður burturav, hann hevur siglt so at siga alt sítt lív og ger tað enn. Hann fór til skips við slupp­ ini Lizzie, hjá Jógvan Simonsen á Høgabóli, 23. apríl 1953. Í 1959 fór hann á skiparaskúla og tók prógv á sumri í 1960. Hann sigldi sum dekkari við línubátinum Bresti hjá P/F Kimbil frá 1961­63. Frá 1963­72 sigldi hann sum stýrimaður við Beinir hjá sama reiðaríi. Hann sigldi sum stýrimaður við Norðborg hjá P/F Hval­ nes frá 1972­88. Eitt skifti var Jefri ar ­ beiðs formaður á flaka virk­ in um Frost í Leirvík, frá 1989 til 1993, tá hann fór umborð aftur á Norðborg, har hann er enn. Hann skal ein av fyrstu døgunum til Chile eftir nýggju Norðborg. Eftir meira enn hálva øld á sjónum hevur Jefri upplivað tær ómetaliga stóru broyt­ ingarnar frá gomlu slupp­ unum til nútímans fiskifør við øllum hentleikum. Gunnvør og Jefri giftist í 1961 og hava búð í Krosslíð síðan 1966. Tey eiga børn­ ini: Absalon, Annika, Sigurð og Tróndur. Barna­ børnini eru 7 í tali. -red Gunnvør og Jefri 70 ár Sune Hansen seksti 80 ára føðingardagur Í dag, 20. februar, fyllir Erling Davidsen í Kvívík 80 ár. Dagurin verður hildin leygarkvøldið hjá dóttrini í Steinagerði 8 frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur 21. februar verður Jens Bolstad, Sandvík, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við børnum og barnabørnum. Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, sum vaktu okkum við sangi tann 16. januar 2009 á diamantbrúdleypsdegnum. Somuleiðis børn við familju, barnabørn og kenningar, ein hjartans tøkk. Heilsan Eleonora og Einar Ikki bara á Sandoynni, men eisini í Suðuroynni, verður hildið fast við siðvenjuna at hava dans føstulávints­ mána kvøld. Í Vági verður grýludansur í VB­Húsinum mána kvøld­ ið. Ljótasta, vakrasta og kreativasta grýla fáa vinn­ ing. Tað er bólkurin 005, ið spælir til dansin, og harvið er dygdin í lagi, og okkurt er til bæði ung og tilkomin, tí 005 spælir eitt sindur av hvørjum, og er bólkurin samansettur av royndum tónleikarum. 005 spælir til grýludans Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri pápi, abbi og verfaðir Jóan Frederik Davidsen Kvívík andaðist mánadagin 16. februar, 76 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum leygardagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju sunnudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Jóan Hendrik, Annelisa og Bjarna Tey, ið vilja minnast Jóan Frederik við kransi ella blómum, kunnu lata eina peningagávu á konto í Eik.