Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2009 heilsanir Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum við gávum, blómum og heilsanum gleddu okkum á gullbrúðleypsdegi okkara tann 17. januar 2009. Tøkk til børn, svigarbørn og barnabørn við familjum fyri alt tit gjørdu fyri okkum. Heilsan Emma og Hanneba Vit vilja fegin takka øllum, sum gleddu okkum á gullbrúðleypsdegnum 14. februar. Takk fyri gávur, blómur, heilsanir, teldubrøv, sms, telefonsamrøður, vitjanir og serliga tøkk til sangararnar í Dupultkvartettini, sum við sangi góvu okkum eitt ógloymandi kvøld. Eisini sungu Brita og Eli sangin: »Langa leið« so yndisliga, at hjørtu okkara »blotnaðu«. Harrin signi og varði tykkum øll - um landið alt og uttan fyri landoddarnar – Esther og Johan M. Restorff Góða Dagmar Hjartaliga tillukku við 40 ára føðingardegnum 21. februar. Minnist tú hesa myndina?? Ein góður túrur!! Heilsan maður tín Góða mamma Hjartaliga tillukku við 40 ára føðingardegnum. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Heilsan Frank, Jóhan, Árni og Haldor Góði elskaði Elias Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum 22. februar. Kærar heilsanir omma og abbi á Skála Okkara allarbesti Elmar Hjartaliga tillukku við runda degnum. Vit ynskja tær og tínum alt tað besta. Klemm frá stórum og smáum á Barnadeildini Góði elskaði Teitur Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum 19. februar. Nú ert tú blivin ein stórur drongur. Mamma elskar teg. Muss og klemm frá mammu Góði Teitur Hjartaliga tillukku á 6 ára føðingardegnum tann 19. februar, og Rúnar, sum fyllir 3 ár 9. mars. Michael, sum fylti 6 ár 13. desember fær eisini eina heilsan. Kærar heilsanir omma og abbi 31