fríggjadagur 20. februar 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2009
35
Mánadagin verður
leiðaraskifti í Javna. Tá
leggur Anna Háberg
frá sær eftir tvey ár
sum leiðari, og Rúna
Sivertsen tekur við
LEIÐARASKIFTI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mánadagin
tekur
Rúna
Sivertsen við sum dagliru
leiðari í Javna.
Anna Háberg, sum hevur
verið dagligur leiðari í
felagsskapinum síðani í
apríl 2007, hevur valt at
siga starvið frá sær, fyri at
fara aftur í sítt gamla starv
sum fangavørður.
- Hetta hevur verið eitt
ótrúliga mennandi starv. Tú
møtir
einari
rúgvu
av
ótrúligum menniskjum. Her
er ógvuliga nógv at tríva í,
og tú verður ongatíð liðug,
heldur ikki, tá tú kemur til
hús, sigur Anna Háberg.
Har er nógv at taka sær
av í starvinum sum dagligur
leiðari. Eitt nú hevur Anna
Háberg nýtt nógva tíð og
orku upp á eitt mál sum
Børkugøtu, har húsini vóru
í so ringum standi, at
vindeygu ikki fingust upp.
- Men tað er eisini ein
rúgva av persónligum mál-
um at taka sær av, sigur
Anna Háberg.
MBF er paraply-organi-
satiónin hjá nógvum feløg-
um í Føroyum, sum umboða
fólk við ymsum brekum, og
Anna Háberg vildi ynskt, at
hóast hesi feløg standa væl
saman, at teirra samanhald
gjørdist sjónligari, so tey
kundu staðið enn sterkari.
- Fyri at siga tað stutt, so
hevur Javni til endamáls at
betra um korini hjá teimum
menningartarnaðu og teirra
avvarandi, og eitt, sum er
alneyðugt at fáa broytt, er
verjulógin
hjá
teimum
menningartarnaðu, tí tá tey
gerast myndug, enda tey í
einum
ongamannalandi,
har foreldrini onga ávirkan
hava meiri, meðan tey menn-
ingartarnaðu sjálvi ikki í
øllum førum sjálvi eru før
fyri, at taka neyðugar av-
gerðir, sigur Anna Háberg.
Byrjar mánadagin
Tað verður sum nevnt Rúna
Sivertsen, sum tekur við
sum nýggjur leiðari í Javna,
og hennara arbeiðsdagur
hjá felagsskapinum byrjar
mánadagin.
Men longu í gjár var
nýggi leiðarin á fundi við
Rósu Samuelsen, umboð-
andi Javna.
- Tað verða nógvar og
ymiskar uppgávur at taka
sær av, og eg rokni við, at
tað eisini fer at hava eina
ávirkan á starvið, hvussu
persónligu eginleikarnir hjá
leiðaranum eru, sigur Rúna
Sivertsen.
Av
uppgávum
kunnu
nevnast týdningurin av at
vísa andlitið hjá felags-
skapinum úteftir, at útvega
hættir at vinna felagsskapi-
num pening og at skipa fyri
ymiskum tiltøkum, sum
kunnu varpa ljós á korini
hjá
teimum
menningar-
tarnaðu.
- Umframt nevndina hev-
ur Javni eisini fleiri økis-
feløg, sum eg komi at sam-
skifta við, sigur Rúna
Sivertsen.
Hon kemur frá einum
starvi sum parttíðar skrivari
hjá
Sjálvstýrisflokkinum,
umframt at hon hevur gjørt
nógv við arbeiðið sum sjálv-
boðin hjálpari hjá ABC-
barnahjálpar
felagsskapi-
num, har hon millum annað
var við í Liberia fyrr í ár.
Starvið
sum
dagligur
leiðari er eitt fulltíðarstarv,
og Rúna Sivertsen tekur
sum nevnt við hesum starvi
mánadagin.
Rúna nýggjur leiðari í Javna
Útbyggingar skulu fremjast av flogvøllinum og
farstøðini eins og virksemið hjá floghavnini skal
rekast á handisligum grundarlagi. Ein spennandi tíð
stendur fyri framman. Flogvøllurin verður longdur, og
farstøðin skal útbyggjast.
Søkt verður tí eftir projektsamskipara til P/F Vága
Floghavn. Projektsamskiparin skal í samstarvi við
leiðslu felagsins hava ábyrgdina av:
t at ábyrgdin hjá Vága Floghavn sum byggiharra
verður hildin og uppgávurnar loystar stundisliga
t at samskipa nógvu ymisku áhugamálini í sambandi
við útbyggingina, so arbeiðið ótarnað kann ganga
sína gongd, har í millum at tryggja at neyðugar
avtalur og loyvi eru tøk so hvørt, sum tørvur er á
teimum
t saman við ráðgevum, arbeiðstakarum og veitarum
annars støðugt at virka fyri, at bestu loysnir
viðvíkjandi góðsku, tíð og kostnaði verða nýttar
t regluligari rapportering til leiðsluna um gongdina
t øðrum uppgávum í sambandi við virksemið hjá
Vága Floghavn
Førleikakrøv
Tann rætti umsøkjarin
t hevur útbúgving sum verkfrøðingur ella aðra
hóskandi útbúgving
t hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt
t hevur royndir frá privata ella almenna
arbeiðsmarknaðinum innan samskipan, planlegging
og leiðslu av húsabygging og annlegsarbeiði, fegin
frá byggiharrasíðuni
t hevur kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál
løn og setanartreytir
Miðað verður ímóti at seta starvið 1. mars 2009,
ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við
at venda sær til Dávid Reinert Hansen á telefon
354400 ella teldupost drh@floghavn.fo
Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. februar 2009.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu
sendast til:
Dávid Reinert Hansen,
P/F Vága Floghavn
380 Sørvágur
Ella við neyðugum fylgiskjølum til teldupost
drh@floghavn.fo
P/F Vága Floghavn hevur frá juli 2008 tikið við virkseminum
hjá Vága Floghavn haðani eini 220.000 ferðafólk árliga
ferðast til og úr Føroyum.
Projektsamskipari
P/F Vága Floghavn søkir eftir projektsamskipara
sansir.fo
Rúna Sivertsen (til vinstru) er nýggjur dagligur leiðari í Javna.
Her avmyndað saman við formanninum í nevndini, Óla
Wolles, og fráfarandi leiðaranum, Annu Háberg
Mynd: Álvur Haraldsen
Volvo S40 til sølu
Sera væl hildin ikki-roykjara bilur. 1.8 bensin við 125
hk. Árg. 10/2005, koyrt 33.000 km. Hevur ljósagrá
leðursetur, leður róður, leður gearknobb v/alu, alu-
panelir, el-spegl, orig. 17” alu-felgur, niðurbl. bakk-
spegl v/kumpass, klimaanlegg, innbygd barnasetur
aftan o.m.a. Í sera góðum standi. Hevur bert havt 1
eigara. Bilurin verður nú seldur bíliga.
Áhugaði kunnu ringja 21 19 96 ella senda ein
t-post til kho@post.olivant.fo