Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2009 36 Granskingarleiðarar Talan er um leiðarastørv í tveimum granskingarkjarnum, ið skulu arbeiða við ávikavist framleiðslutøkni og veiði- og reiðskapstøkni. Dentur verður lagdur á ávikavist at fáa meira burturúr allari hjávøru (biotøkni) og at minka um oljunýtslu. Talan er í fyrsta umfari um trý ára verkætlan. Búskapargranskari Talan er um granskarastarv til at greina fíggjarliga virðið á millumlandaavtalum Føroya við onnur lond. Talan er í fyrsta umfari um níggju mánaða verkætlan. Faklig krøv og ynski Vit vænta, at tú sum granskari › hevur granskingarførleika og ert forvitin › hevur eitt skipað og málrættað arbeiðslag › hevur góð leiðslu- og samstarvsevni › hevur viðkomandi akademiska útbúgving og eftirútbúgving › hevur hollar granskingarroyndir Viðv. búskapargranskaranum verður hugsað um ný- út búnan búskaparfrøðing, sum hevur áræði og hug at granska víðari. Viðkomandi skal eisini lesa og skilja føroyskt. Vit bjóða Vit bjóða trý spennandi størv, har tey settu í stóran mun sleppa at skapa og ávirka innihaldið eftir bestu sann før- ing síni saman við einum stýrisbólki. Setanarviðurskifti Størvini verða sett eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálaráðið, og arbeiðsstaðurin verður í Havn. Byrjað verður 1. apríl 2009 ella eftir avtalu. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðmælum skulu sendast til: Fiskimálaráðið, att. Jákup Mørkøre, samskipari í Fiskivinnugransking, P. O. Box 347, Heykavegur 6A, 110 Tórshavn Skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. februar 2009. Umsóknir kunnu vera á føroyskum, norðurlends- kum ella enskum máli. Meira at vita? Meira fæst at vita um størvini á www.fvg.fo ella við at venda sær til Jákup Mørkøre, tlf. 35 30 30, jakupmo@fisk.fo, ella Hjalta í Jákupsstovu, stýrisformann, tlf. 35 39 00. Sí meira um Fiskivinnugransking á www.fvg.fo. Granskarar til Fiskimálaráðið Fiskimálaráðið søkir eftir tveimum granskingarleiðarum og einum búskapargranskara til komandi granskingarverkætlanir hjá Fiskivinnu gransking. Fiskimálaráðið Um Fiskivinnugransking: Fiskimálaráðið hevur á løgtingsfíggjarlógini tvær játtanir til gransking og menning. Undir einum verða hesar játtanir nevndar Fiskivinnugransking. Dagligu umsitingina av granskingini hava samskipari ráðsins og ein stýrisbólkur, ið er mannaður við trimum umboðum úr fiskivinnuni og trimum umboðum frá almennum stovnum. Sí meira um Fiskivinnugransking á www.fvg.fo. Nýggi mentanardepilin í Runavík er nú um at verða liðugur, og Mentanarhúsfelagið hevur í hesum sam- bandi avgjørt, at skriva út eina navnakapping. Depilin verður karmur um tónleik, sjónleik og aðrar listagreinir. Møguleiki verður eisini at hýsa størri tiltøkum sum ráðstevnum o.ø. Til ber at lesa meira um mentanardepilin á “Svørtu talvu” á www.runavik.fo. Navnauppskot kunnu sendast til : Mentanarhúsfelagið Boks 171 610 Saltangará. Innlatingarfreistin er mánadagin 9. mars 2009. Vinarliga merkið brævbjálvan “Navnakapping”. Mentanarhúsfelagið tekur støðu til innkomin uppskot. Nevndin tilskilar sær rætt til ikki at brúka nakað uppskot. Verður eitt uppskot valt, verður ein virðisløn uppá 5000 kr. latin. NAVNAKAPPING MENTANARHÚSFELAGIÐ Í RUNAVÍKAR KOMMUNU K R E A Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólka- skúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upp livingar. Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2009–2010. Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir „Listaleypurin.” Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknar blað og við - hefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið. Ein úrvalsnevnd velur út tíggju verkætlanir, ið hvørjar fáa 10–40.000 kr. at nýta til fi mm skúlavitjanir. Listaleypurin velur somuleiðis skúlarnar og avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk. Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá verk- ætlanar leiðaranum, Hedvig Westerlund-Kapnas, á teldupostadressuni hedvig@nlh.fo ella á tlf. 210125. Freistin at søkja er 30. apríl 2009 kl. 18.00. Listaleypurin 09–10 Norðurlandahúsið í Føroyum