fríggjadagur 20. februar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 sosialurin 20. februar 2009
Rákið – hús & heim
7 góð ráð til føstulávint
1. Keyp CE-merkta sminku og tilfar til ítriv
2. Vel vørur uttan anga
3. Smyr eitt tjúkt lag av feitum svanamerktum
andlitskremi sum undirlag, áðrenn sminkan
verður løgd á
4. Ansa eftir at fáa alt burtur, tá sminkan
verður vaskað av aftur
5. Brúka svanamerkt lím. Har mugu ikki vera
ftalat og klorerað loysingarevni í
6. Vaska hendurnar á børnum væl, um tey
hava verið við til at mála og líma
7. Keypið ikki ítrivsvørur, so sum glimmur,
máling ella lím, um tað er vandamerkt
Kelda: Umhvørvisstovan
Føstulávint og sminka
7 góð ráð at spara streym
SEV sigur, at el-rokningin kann minka 10 - 15 prosent, um tú bert
broytir nakrar av gerandisvanunum hjá tær og tínum húski.
1. Tá ið vanligar gløðiperur bresta, skiftið tá út við "spariperur" -
serliga í teimum rúmum, har ljósið er tendrað í nógvar tímar
hvønn dag.
2. Sløkk á vegginum fyri elektriskum og elektroniskum tólum, so
sum uppvaskimaskinu, sjónvarpi og teldu, tá ið tólini ikki eru í
nýtslu. Gomul tól kunnu stjala nógvan streym. Royn at sløkkja
fyri sjónvarpi, selektorboks og DVD-spælara við einum
avbrótara, t.d. einum forleingjaraskinnara við einum reyðum
avbrótara. Ger tað somuleiðis lætt at sløkkja bæði teldu,
printara, hátalarar og subwuffara.
3. Keyp altíð elvørur við lágari elnýtslu, hygg serliga eftir, hvussu
stór standby-nýtslan er.
Eitt gamalt køliskáp ella gomul frystiboks ella telda kunnu
lættliga brúka nógvan streym.
Vel altíð hvítvørur eftir orkupílunum, har A-merkið er hitt besta.
4. Set tendri -/ sløkkiklokku á ljósið uttandura, soleiðis at hetta
bert lýsir, tá ið tørvur er á tí.
Sum dømi kunnu nevnast smáar, uttandura ljósperur/ljósketur,
sum bert lýsa, tá ið onkur hevur gleði av at tær lýsa.
5. Ansa eftir pumpuni til oljufýrið. Skrúa t.d. pumpuna niður um
summarið.
6. Royn at fáa øll í familjuni at hava góðar elvanar. Fyll vaski- og
uppvaskimaskinuna, áðrenn tú setir hesar í gongd. Nýt
eftirhitan í bakarovninum. Lat bert lítið av vatni í grýtuna, tá ið
eplini skulu kókast. Legg frystar vørur í køliskápið at tiðna. Tað
er best fyri vøruna, og samstundis sparir tú streym.
7. Eygleið streymnýtsluna. Les elmálaran av hvørja viku og skrivið
talið niður. Soleiðis ber til at síggja úrslitið av betri elvanum.
Um elnýtslan brádliga veksur, ber til at finna orsøkina
beinanvegin og harvið steðga vøkstrinum.
Kelda: SEV
Útisavnið í Hoyvík
Á útisavninum Heima á Garði í Hoyvík kanst tú vitja ein gamlan føroyskan garð við sethúsum, úthúsum,
amboðum og mongum øðrum, ið hoyrdi til gerandislívið í Føroyum fyrr. Sethúsini á Hoyvíksgarði verða søgd
at vera frá umleið 1812, men eru í dag innrættað sum tey vóru o.u. 1920.
Matrikulgjøldini
eru hækkað
Matrikulgjøldini í Føroyum hava í
nógv ár verið nógv tey lægstu í
norðurlondum. Tí hevur Løgtingið,
eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni
og Innlendismálaráðnum, nú gjørt
av at hækka gjøldini, við gildi frá
fríggjadegnum 13. februar 2009.
Hetta merkir, at allar matrikulerar
umsóknir eins og umbønir um kort
og líknandi, ið er innkomnar frá
hesum degi, verða avgreiddar eftir
teimum nýggju gjøldunum.
Umsóknir, ið eru innkomnar
áðrenn 13. februar 2009, verða
avgreiddar eftir teimum gomlu
gjøldunum.
Fríðaðir bygningar
Ein bygningur, sum verður mettur at hava
nóg stórt byggilistarligt ella søguligt virði
av týdningi fyri tjóðina, kann verða
friðaður. Vanliga skulu bygningarnir vera
eldri enn 100 ár. Í serstøkum førum kunnu
yngri bygningar verða friðaðir.
Í sambandi við friðing av einum bygningi
kann eisini umliggjandi øki upp til 100 m
frá mentanarminninum verða friðað, um so
er, at tað er ein týðandi partur av teirri
heild, sum ynskt verður at tryggja við
friðingini. Tað kann t.d. vera ein urtagarður,
eitt serligt tún, og tað kann eisini vera eitt
størri øki, um tað hevur týdning fyri
varðveitingina av søguliga umhvørvinum,
sum mentanarminnið er liður í, sigur
Fornminnissavnið.