fríggjadagur 20. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 sosialurin 20. februar 2009
Rákið – hús & heim
SPILDURNÝTT • SPILDURNÝTT •
SPILDURNÝTT • SPILDURNÝTT •
Nú kunnu øll fáa sær eitt lekkurt funkishús á tremur við designaramøblum í lutfallinum
1:16.
Húsið er eitt fullkomið kopi av húsinum hjá danska sniðgevanum Arne Jacobsen í
Charlottenlund. Fyritøkan Minimii frá Hellerup hevur gjørt húsið, við loyvi frá familjuni
hjá Arne Jacobsen.
Funktionalisman, sum gjørdi um seg í 30’unum, eisini her heima, er brúkaravinarlig og
eyðkend av reinum linjum við ongum pynti.
Minimii framleiðir smá kopi av veruligum húsum, møblum, list og innrætting, við tí fyri
eyga at geva børnum vakrar dygdarleikur, sum eisini lærir tey at virðismeta gott design.
Millum annað Eggið, Svanan og Sjeyarin frá Fritz Hansen og eitt spísiborð. Húsið, sum
fæst frá 1. mai 2009, kostar umleið 3.200 krónur, og kann bíleggjast longu nú frá
www.minimii.com.
Feitt mini-funkis
Barnabaðikarið The Flexi Bath frá donsku fyritøkuni Play for Life ApS vann
Formland Design Award – Spring 2009 á Formland-messuni í Herning herfyri.
Í grundgevingini segði dómsnevndin soleiðis: The Flexi Bath hevur eina wow-effekt.
Hetta er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu loysa ítøkiligar trupulleikar við at brúka
gott design. Flestu barnafamiljurnar kenna til, at baðikarið hjá teimum smæstu fyllir
ov nógv. Hetta hevur Play for Life ApS nú funnið eina einfalda og skilagóða loysn
upp á, tí karið kann leggjast saman, tá tað ikki er í brúki. Eisini skiftir proppurin í
botininum lit, um vatnið verður ov heitt. Baðikarið er stuttligt og spennandi á at líta,
litríkt og í einari príslegu, har øll kunnu vera við. Fæst fyri umleið 270 krónur.
Barnabaðikar vann
designvirðislønina
Festligt frá
teimum bestu
í Svøríki
Litríka PXL borðlampan
úr lakeraðum aluminiumi
og metali er frá svensku
lampufyritøkuni Zero, sum er
millum tær fremstu í norður-
londum. Lampan kostar umleið
8.000 krónur og er millum
annað at fáa á
www.boshop.dk
Vistfrøði, bundið
og ullint ganga
upp í eina hægri
eind við klassisku
brúkslutunum frá
Sirri. Sum altíð,
lekrir mótsetningar til
modernaða, stílreina
ella romantiska
stílin í føroyskum
heimum. Teppir,
pútir og plaidar fyri
millum 395 og 1095
krónur.