fríggjadagur 20. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 20. februar 2009 27
Rákið – hús & heim
• SPILDURNÝTT • SPILDURNÝTT
• SPILDURNÝTT • SPILDURNÝTT
Ein løðari til
allar telefonir
– endiliga!
Fyritøkurnar, sum framleiða
fartelefonir, eru endiliga
vorðnar samdar um, at allir
løðarar til fartelefonir skulu
vera eins innan ár 2012.
Á altjóða messuni fyri
fartelefonframleiðarar,
Mobile World Congress,
sum var týsdagin í farnu
viku, boðaðu fyritøkurnar
frá, at tær framyvir fara at
samstarva um at menna ein
standardløðara, sum
hóskar til flestu
fartelefonirnar á
marknaðinum innan ár
2012.
Millum fyritøkurnar, sum
luttaka í samstarvinum,
kunnu vit nevna eitt nú
Nokia, Samsung og
Motorola.
Norska blaðið VG sigur, at
endamálið við avtaluni er at
minka um burturkastið og
um útreiðslurnar hjá
teimum, sum keypa sær
eina nýggja fartelefon.
Framleiðararnir hava í
fleiri ár verið undir trýsti frá
ES, sum krevur standardar
á nærum øllum økjum.
Fyrr í vikuni segði Guenter
Verheugen, ráðharri í
vinnumálum hjá ES, við
týskt útvarp, at tolið varð
uppi, tá hann fann útav, at
tað eru fleiri enn 30 ymiskir
løðarar á marknaðinum í
teimum 27 ES-londunum.
Her fann hon bana sín peran
Ímynda tær, at tú ongantíð aftur skalt skifta eina
brostna peru, og at hon, sum situr í lampuni,
tá ið tú keypur hana, fer at lýsa í úti við 60
ár. Og at ljósið verður bæði klárari og betri
enn í perunum, sum sita í lampunum í dag.
Granskarar á Cambridge University í Bretlandi
kollvelta í hesum døgum hugtøkini ljósperur og
spariperur. Tað nýggjasta eru bíligar og góðar
ljósdiodur, sum lýsa í heili 60 ár.
Hetta ljóðar kanska ótrúligt, men verður skjótt
tann rami veruleiki, skrivar The New Scientist.
Colin Humprey, professari og leiðari av
verkætlanini á Cambridge University roknar
við, at tey hava funnið ein haldgóðan
framleiðsluhátt av dioduperum innan fimm ár,
og at hetta fer at hava við sær, at prísurin á
dioduljósi minkar munandi. Higartil hevur høgi
prísurin verið ein forðing fyri hópframleiðslu av
dioduljósi. Men gongst sum ætlað, fer vanligi
brúkarin skjótt at kunna keypa dioduljós fyri
minni enn 20 krónur fyri hvørt.
Herligi Acapulco-stólurin er upprunaliga ein meksikanskur klassikari.
Men tveir ungir danir, Kirsten Krogh og Jacob Fasting Andersen, hava
nú lagað sniðið á honum til norðurlendska marknaðin. Plastiksnórarnir
og stálbeinini vekja minni um avslappaðan loungestemning og litfagrar
50’ara coktailar. Stólurin kostar umleið 2.500 krónur og kann bíleggjast
heim av netinum frá www.oficinakreativa.com
Modernaður
meksikanskur
jetsett-stílur
Eitt tyssi av
tannbustum
Pynta við at seta
tannbustirnar í fínar vasar
frá KopCup. Vasarnir
eru at fáa við ymiskum
mynstrum, so har er ein í
part til hvønn í familjuni.
Eru at finna hjá www.
applicata.dk
Við Stelton í bað
Kenda fyritøkan Stelton er nú á markn-
að inum við vøkrum lutum til baðiverilsi.
Røðin, sum eitur Stelton Bath og er í
sjey pørtum, er úr rustfríum stáli og
myrkagráum plasti við gummibotni.
Fæst samlað fyri umleið 1.500 krónur
ella hvør sær.
Lagt til rættis: Rigmor Dam