fríggjadagur 20. februar 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 sosialurin 20. februar 2009
Rákið – hús & heim
Gamla pulturkamarið
gjørdist hugnaligt
dreingjakamar
Familjan er Alice og Anders – og
børnini Rúni, 6 ár, Atli, 3 ár og Erla, 1
ár. Alice er føroysk, og maðurin Anders
er svii. Tey búgva í svenska býnum
Borlænge.
Húsini, tey búgva í, eru bygd 1947,
og hava alt ov fá kømur til eina stóra
familju. Alice og Anders vilja fegin hava
børnini tætt hjá sær, tá tey sova, og tí
var hugt eftir tí gamla pulturkamarinum,
tá farið var undir at seta í stand.
– Pápi mín, Tróndur Streymoy, var her
og hjálpti okkum at gera køkin, men so
fingu vit hugskotið at fara undir at
byggja tvær sengur til dreingirnar í lítla
rúminum, sum næstan ikki hevði verið
brúkt fyrr, sigur Alice Streymoy.
Tróndur hevur arbeitt sum
timburmaður í Føroyum, og smekkaði
skjótt sengurnar upp eftir tekning sum
Anders hevði gjørt.
– Vit vildu hava sengurnar eitt sindur
»hyttisligar«, og tí gjørdu vit tær rundu
opningarnar, fortelur Alice.
Kamarið var málað hvítt, og gólvið
slípað og hvíttlakerað.
Rúni og Atli skuldu deila kamarið, og
Rúni, sum tá var 4 ár, gjørdi av at alt tað
hvíta skuldi brótast av við einum
»havtema«. Fiskar, hav, og blekkspruttur
skuldu nýtast at pynta við.
– Tað mesta av tí, vit hava brúkt at
pynta við, er keypt á IKEA ella
Lagerhaus. Tað sum er trupult við hesum
kamarinum er, at tað bara er átta
fermetrar, og tí kann onki stinga ov langt
út, alt má vera smalt fyri at ikki taka ov
nógv pláss, sigur Alice.
Í endanum av tí avlanga kamarinum
hava tey gjørt eitt hugnahorn við pútum
og madrassum. Púturnar hava bókstavir
á, og eru tað bókstavarnir hjá børnunum
Rúna, Atla og Erlu.
– Hetta kamarið verður mest nýtt til at
sova í og lesa í. Viðhvørt vilja børnini
sleppa upp her at spæla, men oftast eru
tey í spælikamarinum og taka tað róligt
her, sigur Alice at enda.
___________________________________
Orð & myndir: Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Familjan Streym
oy hugsar ikki
sum vit onnur.
Tá vit síggja eitt
óbrúkiligt pultur
kamar, síggja
tey eitt hugnaligt
dreingjakamar.
Tá vit stappa
barna kamarið
fult av leik um,
gera tey tvey
kømur – eitt at
spæla í og eitt at
sova í
Púturnar í hugnahorninum
hava bókstavarnar hjá
børnunum á. Rúni, Atli og
Erla hava øll fingið hvør
sínar fýra pútur í jólagávu.
Her er tað lítla Erla, sum
ummøblerar
Blekkspruttur og fiskar eru partur av
»havtemaðinum« í kamarinum
Sakkosekkirnir eru mest til
mammu og pápa, tá tey lesa
góðanátt-søgu fyri Rúna og Atla.
Gólvið var slípað og hvíttlakka.
Máttan er frá Lagerhaus
Eitt lítið
seingjarborð
varð smíðað
til sengurnar
Myndir av
familjuni
í Føroyum
og Svøríki hanga á
vegginum. Duratjaldið
er frá IKEA og gevur
kamarinum ein serligan
dám. Diskokúlan hóskar
væl saman við restini