Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2009 Líka síðani tiltiknu lásagøluna í Tinga­ nesi, hava politikarar roynt at fáa undirtøku fyri at seta ein óheftan kanningarstjóra at kanna málið til botns. Men nú hava teir givið skarvin yvir og sostatt er síðsta punktum sett fyri merkiligastu politisku gølu í Føroya Søgu Lásagølan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er tað loksins blivið greitt, at tað verður ongin kanning sett í verk fyri at kanna tiltiknu lásagøluna í Tinganesi til botns. Sostatt er greitt, at nú er endaligt punktum sett fyri merkiligastu politisku gølu í Føroya søgu. Gølan tók seg upp eftir at løgmálaráðið og uttan­ríkis­ ráðið fóru at klandrast um eina skrivstovu í Tinganesi og tað førdi til, at lásið í skrivstovuni varð brotið upp. Tað førdi til enntá til samgonguslit tá ið Jóannes Eidesgaard, varpaði Tjóð­ veldið úr Samgonguni við teirri grundgeving, at lása­ gølan var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Óbótalig skomm Tað var beinanvegin, at Sjálvstýrisflokkurin boðaði frá, at hann vildi hava eina óhefta kanning av málinum. Men eisini Annita á Fríðriksmørk úr Tjóð­ veldinum boðaði alment frá, at hon fór at taka stig til at seta ein kanningarstjóra. - Hetta málið hevur verið ein óbótalig skomm fyri føroyskan politikk og tá ið vit vóru uttanlands í politiskum ørindum í tíðina aftan á lásamálið, varð tað javnan, at útlendingar, vit komu í samband við, skutu okkum við hesi lásagøluni, sigur Kári P. Højgaard, for­ maður Sjálvstýris­floksins. Hann sigur, at skommin var so stór fyri politisku skipanina og fyri føroyingar sum heild, at tað er eitt mál, sum vit avgjørt áttu at sett ein óheftan kanningarstjóra at lýst málið út í æsir, sigur hann. Gevur skarvin yvir Líka síðani hevur hann roynt at fáa politiskan meiri­ luta fyri einum kanningar­ stjóra. Hann sigur, at hann hevur eisini skrivað eitt upprit til ein arbeiðssetning hjá kanningarstjóranum, sum hann síðani hevur latið øðrum flokkum í eini roynd at fáa undirtøku fyri kanningini. - Eg havi havt eina grund­ aða vón um at fáa undirtøku fyri einum kanningarstjóra og tí hava vit arbeitt við málinum alla tíðina. Hesa vóna hevur hann havt serliga tí at teir báðir høvuðspersónarnir í gøluni, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal, sum tá var landsstýrismaður í uttan­ ríkismálum, sjálvir boðaðu alment frá, at teir høvdu onki ímóti eini kanning. Harafturat hevur hann bíðað eftir svari frá ávísum politikarum. Men hósdagin mátti Kári P. Højgaard so ásanna, at politisk undirtøka fæst ikki fyri kanningini. - Eg má bara staðfesta, at politisk undirtøka er ikki fyri kanningini og tí hava vit nú gjørt av at slept málinum endaliga, sigur Kári P. Højgaard. - Meirilutin av Føroya Løgtingi vil ikki kanna málið út í æsir. Tað kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar og tað er ongin orsøk til at gera meiri við hetta málið. Hann vil ikki siga nakað um, hvør er fyri ella ímóti kanningini. Men hann váttar kortini, at tað er ikki Tjóðveldið, sum hevur ligið í buktini. Tað skilst eisini á honum, at andstøðan tekur undir við kanningini, men at ongin í samgonguni vil vera við til at lýsa málið út í æsir. Óvirðiligt Men hví er júst hetta málið so áhugavert, at tit halda, at tað er neyðugt at kanna hetta út í æsir? Hetta málið er ein so stór gøla. Tað spønaði eina samgongu sundur og tað er neyðugt at fáa øll kortini á borðið fyri at vita, hvør bar seg rætt at og, hvør fór yvir um mark. Tað hevði verið virðiligt fyri politisku skip­ anina og Føroya fólk, at vit fingu greiði á, hvat veruliga fór fram. Eisini fyri parta­ menninar báðar átti tað at verið ein fyimunur at fingið ein virðiligan enda á málinum. - Samstundis hevur hetta kostað føroyska skatt­gjald­ aranum eina millióna­upp­ hædd í bíðiløn til frákoyrd landsstýrisfólk. - Men tað ringasta er tann skaði, hetta hevur verið fyri okkara umdømi uttanlands, har vit vóru hildin fyri gjøldur, tá ið vit vóru uttanlands í politiskum ørindum. Tað var so pínligt, at tað er ikki orð fyri tí, sigur Kári P. Højgaard. Síðsta orðið sagt í lásagøluni í Tinganesi - Tað kann ikki for­ svarast at brúka eina millión upp á ein kanningarstjóra til lásagøluna í Tinga­ nesi, samstund­is sum vit skerja um­­støð­urnar hjá teimum veikastu, sigur politiski for­­mað­urin hjá Javnaðar­flokkinum - Tað er heilt burturvið at seta ein kann­ingar­ stjóra at kanna lása­ gøluni í Tinganesi. Tað staðfestir John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðar­ flokkinum. Hann leggur dent á, at orsøkin til, at hann er ímóti kanningini, er ikki tí at hann ræðist úrslitið. Men lásagølan í Tinganesi botnaði kan­ ska meiri í eini polit­ iskaru ósemju ímillum tveir politikarar heldur enn nakað annað. Og eg haldi ikki, at tað kann forsvarast at brúka eina millión upp á at kanna eina politiska ósemju, samstundis sum polit­ iska skipanin hóttir við at fremja sparingar, sum raka tey veikastu í samfelagnum meint. Aðrir politikarar hava vísa eisini á, at áður hevur landsstýris­mála­ nevndin mett um málið, men er komin til ta nið­ urstøðu, at hon ger ikki meiri við tað, tí mett verður ikki, at Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal hava gjørt nakað beinleiðis ólógligt. -áki- Burturvið at seta kann­ingar­ stjóra Ikki fyrrenn nú er endaligt punktum sett fyri tiltiknu lásagøluni í Tinganesi, sum má sigast at vera merkiligasta politiska gøla í Føroya søgu. Men nú er so endaliga greitt, at tað verður ongin óheftur kanningarstjóri settur at kann málið út í æsir Sandmaðkur í norskum makreli Í fjør funnu norðmenn sandmaðkin Kudoa Thyrsites í 0,8 % av makrelinum, sum varð veiddur í Norðsjónum. Hesin sand­maðk­ur ger fiskin bleytan og fyribrigdi í fiskinum verður rópt “soft flesh”. Sandmaðkurin elvir ikki til nøk­ur sjónlig brek hjá liv­andi makreli, men eitt stórt samdøg­ur eftir, at fiskurin er deyð­ur, byrjar sandmaðk­ urin at f­ram­leiða sterk evnir, sum oyðileggja muskulaturin í fiski­num, sum aftur ger, at fiskurin verður bleytur. Fyri­brigdi gongur útyvir flakið í fiskinum, skriva norskir fjølmiðlar. Minni laksur til Ruslands Í Noregi vænta tey, at sølan av laksi til Ruslands fer at minka fyrra hálvár í ár. Tað heldur stjórin hjá einum av størstu laksainnflytarum í Ruslandi, Børge Prytz Larsen, sum starvast hjá felagnum Servernaja. Hann sigur, at tað eru tvær týdningarmiklar orsøkin til, at Rusland væntandi fer at keypa minni laks úr Noregi í fyrra hálvár í ár. Nógv gerast arbeiðsleys, fólk hava minni pening um hendi, og væntandi fer russiska gjaldoyra at fella meira í virði. Fyrst í hesum árinum vóru tilsamans 19 norsk laksaalibrúk góðkend av russisku veteriner myndugleikunum til útflutning av norskum laksi. Russiski marknaðurin hevur annars verið hin skjótast veksandi marknaðurin hjá norskum laksaútflytarum. Men tað hevur ikki bara verið sum at siga tað hjá norðmonnum at sleppa inn á russiska marknaðin. Í 2006 settu russar avmarkingar í verk fyri innflutningi av norskum laksi, tí myndugleikarnir har yviri mettu, at ov nógv tungmetallir vóru í norskum alilaksi. Í dag eru norsku útflytararnir, sum kunnu selja laks til Ruslands, góðkendir av russisku myndugleikunum.