mánadagur 23. februar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 23. februar 2009
13
Endurskoði íløguætlanin
ar. Nýti ein part av ætl
aðu íløgunum til alneyð
ugan rakstur. Støðgi
tekni og framtíðar plan
leggingunum av nýíløgum
í vegir og tunnlar í hundr
að millióna- klassanum.
Uppraðfesti heldur neyð
ugar umvælingar av ver
andi bygningum, vegum,
tunnlum og almennum
ognum; tað kemur veru
liga at geva arbeiði til
fleiri hendur
Landstýrismaðurin við
ábyrgd fyri fíggjarlógini
sigur, at fíggjarlógin er eitt
verri upptak og at fatalar
broytingar og faktuellir
feilir eru gjørdir av
Fíggjarnevndini.
Serliga innan skúla,
mentan- og almannamál,
hevur stórur ótryggleiki
valda, við fráboðan um
afturlating av almennum
tilboðum, ætlandi uppsagn
ir av starvsfólki og niður
raðfesting av tilboðum, har
ætlanin var at uppraðfesta.
Tað hendir, hóast fíggjar
nevndarlimir tvíhalda um,
at meir peningur er játtaður
og umstøðunar sostatt
skuldu verið betraðar.
Landstýriskvinnan í
almannamálum hevur
fráboðað, at hon fekk boð
um at spara, og tað hevur
hon gjørt. Landstýriskvinn
an í mentamálum sigur seg
lítla og onga ávirkan hava
havt á fíggjarlógina. Løg
tingslimir úr samgongu og
andstøðu skiftast um at
átala og vaska hendur,
støðan er ótolandi og higar
til eru pensjónistar, børn
og ung við serligum tørvi,
útbúgving og skúli serliga
meint rakt.
Nógvar av raðfestingun
um, gjørdar vórðu í Fíggj
arnevndini, eru á tekni
borðinum og verða start
skotið til verkætlanir í
hundrað-millióna klassan
um. Fleiri av hesum ætlan
um verða neyvan veruleiki,
við hóttandi framtíðarút
litunum, hóast hesar hava
fingið eina C-átekning. Er
tað tá rætt í slíkum føri, at
brúka nógvan pening til
tekning og projektering ?
Vit mugu repa seglini
samsvarandi hóttandi
veðurforsøgnini og vitanini
um fíggjarliga illveðrið,
sum byrjaði í USA og nú
herjar kring heimin. Vit eru
í eini bíðistøðu, tí eiga vit
nú heldur at nýta møgu
leikan at røkja almennu
ognirnar sum treingja til
viðlíkahald. Føroyskir
handverkarar eru tøkir og
arbeiðslønin, ið fylgir
eftirspurninginum er
normaliserað. Vit eiga ikki
at niðurbinda føroyska
samfelagið, við at byrja
ovurstórar íløgur í nýggjar
vegir og tunnlar sum tola
at bíða nøkur ár afturat.
Tíðin er komin, at vit
mugu raðfesta: Alneyðugt,
neyðugt og ynskiligt.
Almenn áheitan
á limirnar í Fíggjarnevndini, sum gjørdu semju um íløguætlanina í undirstøðukervi fyri 2009
løgtingsmaður
Kári P.
Højgaard
Nú fáa børn við serligum
tørvi, menningartarnað,
fólk við serliga truplum
sjúkum og pensionistar
rokningina fyri vánaligu
stýringina hjá ABC-sam
gonguni. Í fleiri ár hevur
Miðflokkurin ávarað um,
at avleiðingarnar av at
minka um skattainntøkur
landskassans verður eitt
samfelag, har minni rúm
verður fyri at bjóða teim
um veikastu tey neyðugu
tilboðini. ABC-samgongan
hevur við sínum skattalætt
um minkað um inntøkur
landskassans við umleið
300 milliónum um árið, og
sjálvandi gjørdist støðan,
at almennar útreiðslur
mugu minkast eins nógv.
Tí standa landsstýrisfólkini
nú við stóra spurninginum:
hvar skal sparast.
Og landsstýriskvinnan
við almannamálum hevur
funnið nakrar sparingar.
Fólk við aspergersyndromi
skulu flyta bústað, familju
deildin á Barnaheiminum
skal niðurleggjast, viðgerð
arhúsini Rókin og Slóðin
skulu leggjast saman, dag
tilhaldini hjá pensionistum
missa sín stuðul, javningin
í pensjónunum verður
minkað úr 4% í 3% og so
framvegis. Og fyri alt hetta
fær fíggjarnevndin skuld
ina. Tað er altíð onkur
annar, sum fær skuldina.
Men fíggjarnevndin kann
illa hava ábyrgdina, tí har
eru ongar sparingar framd
ar. Tað einasta, fíggjar
nevndin hevur gjørt, er at
STEÐGA VØKSTRINUM
í almennum útreiðslum.
Tað merkir, at nýggj størv
og tilboð ikki skulu setast
á stovn. Tað merkir ikki, at
stovnar og tænastur skulu
niðurleggjast.
Játtanin til børn og ung
Tað er ófatiligt, at lands
stýriskvinnan í almanna
málum ikki ger tað, sum er
mest sjálvsagt at gera, tá
tað snýr seg um játtanina
til børn og ung. Í staðin
fyri at leggja stovnarnar
Rókina og Slóðina saman
og niðurleggja familju
deildina á Barnaheiminum,
átti hon at fingið tey børn
ini, sum í dag eru á sam
døgursstovnum í Danmark,
heimaftur til Føroya og
veitt teimum hjálpina í
Føroyum. Tí hvør er mun
urin á einum donskum
námsfrøðingi ella sálar
frøðingi og einum føroysk
um? Veruleikin er, at tað
kostar samfelagnum nær
um tvífalt at senda børn av
landinum heldur enn at lata
tey fáa tilboðini í Føroyum.
Fyri tað fyrsta fáa tey
flestu, sum høvuðsbarna
verndin sendir til Danmark
ar, pláss á samdøgurs
stovni, og fyri tað næsta
gjalda donsku námsfrøð
ingarnir og sálarfrøðing
arnir ikki skatt í Føroyum.
Viðgerð á samdøgursstovni
kostar munandi meiri á
dagstovni. So har eru peng
ar at spara. Donsk starvs
fólk, sum fáa løn fyri før
oyskar pengar, gjalda ikki
skatt í Føroyum, so har eru
pengar mistir. Tilsamans er
talan um nógvar milliónir.
Heldur velur landsstýris
kvinnan at minka um til
boðini í Føroyum. Avleið
ingin verður, at útreiðslan
fyri tað almenna helst verð
ur størri. Tí hesi, sum nú
ikki kunnu fáa familjuvið
gerð á Barnaheiminum,
mugu helst fara av landi
num at fáa viðgerð, og tað
er altíð dýrasta loysnin.
Rósa Samuelsen! Tak teg
saman og finn upp á okk
urt annað enn hesar ússa
ligu loysnirnar, sum er
reinur ágangur á tey allar
veikastu í okkara sam
felagi. Landsstýrið situr
sum ryssa yvir deyðum
fyli. Er tað so, at tit ikki
kunnu koma við nøkrum
betri, er tíð uppá, at tit lata
onnur taka yvir. Tað ber
ikki til at sita á maktini,
bara fyri maktina skuld.
Megnar man ikki at hugsa
fram loysnir, sum gagna
fólkinum, er skilabest at
halda seg burtur frá
maktini.
Eg havi ringar vónir um,
at hetta skeiðið við ABC-
samgonguni fer at vera
gott fyri Føroyar. Byrjanin
prógvar eina samgongu,
sum bæði er ódugnalig og
virkislamin.
ABC er ein vanlukka
løgtingsmaður
Bill
Justinussen
Á býráðsfundi hóskvøldið
19. feb 2009 gav ein meir
iluti í Tórshavnar Komm
unu loyvi at samráðast um
lánstreytir til eitt lán upp á
góðar 200 mill.kr.. Síðani
kemur málið aftur á býráðs
fund til endaliga støðutak
an. Eg metti ikki, at eg
visti, hvat eg atkvøddi fyri
tí tað lá eingin frágreiðing
ella nærri, útgreinan hvat
pengarnar skuldu brúkast
til. Eg eri vælvitandi um,
at nógvar íløgur eru sam
tyktar, men peningur
manglar til at seta tær í
gongd við, men ein útgrein
an eigur altíð at fyriliggja,
so borgarin veit hvat,
hvagar skattakrónurnar
fara.
Men tað sum gjørdi, at
eg ikki var ílatin til støðu
takanina, var málið um
eina eykarokning upp á
stívliga 20 mill.kr. til
Glyvursveg. Her hevur
meirilutin í Tórshavnar
Kommuna fullkomiliga
mist tamarhaldið á skatta
borgarans peningi. Men tað
sum skelkaði enn og meir,
var at eykarokningin upp
runaliga var upp á 35 mill.
kr., men er spard niður á
stívliga 20 mill.kr..
Tí metti ikki, at fyri
liggjandi upplýsingar vóru
nøktandi at heimila Býráðn
um at upptaka lán. Málið
kemur fyri býráðið aftur, tá
lánstreytirnar fyriliggja.
Vónandi eru meira full
fíggjaðar upplýsingar tøk
ar, tá tað endaliga loyvið
skal viðgerast í býráðnum
seinri í ár.
Men prinsippielt eri eg
ikki ímóti at læna pening,
tí tað er júst í hesum tíð
um, vit skulu hava hjólini
malandi, fyri ikki at alt
skal steðga upp. Við einari
álíkning á knappar 600
mill.kr., er einki í vegin í
so máta at hava eitt lán á
200 mill.kr..
Men eg skal líka gera
vart við, at rakstarútreiðsl
urnar í tíðarskeiðnum 2004
til 2008, eru øktar frá kr.
312 mill. til kr. 485 mill.,
tað er heili 55%, sostatt ein
markantur vøkstur. Vit
kunna rokna við einari
inntøkuminking í ár og
næsta ár, so tað ræður um
at planleggja neyvt og
stýra skattaborgarans
peningi við ábyrgd.
Tórshavnar Kommuna er
annars ein vælvirkandi
kommuna við nógvum
góðum tilboðum til bæði
ung og gomul. Við viti og
skili skulu tilboðini økjast
ár undan ári. Tað skal
verða gott at búgva í Tórs
havnar Kommunu.
Tí atkvøddi eg ikki
býráðslimur
Annfinn
Brekkstein
Eg ætli mær ikki í alment
kjak við borgarstjóran í
Vági tíðindaflutningin úr
Vágs Býráð á hesum sinni.
Men yvirskriftin í grein
ini er vald út frá tí órongi
liga veruleika, at Vágs Býr
áð er einasta kommunu
stýri í Suðuroy, sum fram
vegis tosar um at skipa
Suðuroy í tvær kommunur.
Øll hini kommunustýrini
hava fleiri ferðir boðað frá,
at skal oyggin leggja sam
an, skal tað vera í eina
kommunu.
At tað skal vera so stórt
framstig, at Vágs Býráð nú
vil kanna fyrimunir og
vansar við einari- ella
tveimum kommunum í
Suðuroy, veldst sanniliga
um eyguni í síggja.
Sum gongdin hevur
verið í Suðuroy seinastu
hálvu øldini, er tað mær
rætt og slætt ein gáta, at
kommunurnar í Suðuroy
ikki hava sett hol á hetta
arbeiði fyri árum síðani.
Kirstin Strøm Bech sipar
eisini til onnur áhugaverd
mál, sum vóru á skránni í
Vági. Nú hevur hon verið
so mikið leingi í politikki,
at hon átti at vita, at tað er
ikki óvanligt, at spjaða
tíðindi frá einum tiltaki
yvir fleiri bløð.
Endin á lesarabrævinum
hjá borgarstjóranum í Vági,
kann tykjast órættvísur:
Sosialurin er ikki eitt heppi
kór hjá Vágs Býráði. Men
er tað nakar, ið hevur
skriva um viðurskifti í
Vági og í Suðuroy sum
heild, eisini tey jaligu, er
tað undirritaði. Og uttan at
gera meg til talsmann fyri
nøkrum, má ásannast, at
hvat kommunusamanlegg
ing viðvíkur, er altso ikki
nógv jaligt at skriva um í
Suðuroy, tú fyri mær at
síggja, hava kommunurnar
í fleiri ár runnið undan síni
ábyrgd á hesum øki- alt
ímeðan at fólkatalið í
Suðuroy minkar og minkar
og minkar.......
Svar
blaðm
Áki
Bertholdsen