Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 187 - 28. september 2001 Nr. 187 - 28. september 2001 21 Handilin er á tremur við heitum góðum vetrarklæðum til børnini 0-12 ár Sosialurin - 311820 BENETTON Langan leygardag ymiskar heystrestir 1/2 prís Tel. 317661 Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • UNITED COLORS OF BENETTON. Tilboð bert - Í kvøld verður ein stór mótasýning í diskotekinum Platform í Havn. Málbólkurin í hesi sýning er tað yngra ættarliðið, og verður hon ikki sum mótasýningar flest. MÓTI Ingrid Bjarnastein Í kvøld klokkan 22.00 verður ein mótasýning í Platform í Havn. Við eru ymsir handlar, og fara teir at sýna fram undirklæðir, mótaklæðir, ítróttaklæðir, skógvar og hár. Tað er Havgrímur Johannesen, sum eigur og rekur Plat- form, ið skipar fyri. Hendan mótasýningin verður ikki sum móta- sýningar plaga at vera. Tað verða fleiri pallar, ið verða stillaðir upp. Tað merkir, at talan er ikki um ein pall við einum frásøgumanni, sum vanligt er. - Hendan mótasýningin verður meira nýmótans og nýskapandi, sigur Hav- grímur Johannesen. Handlarnir, ið verða við eru: Kallkyn, Mótaskálin, Skálabúðin (undirklæðir), Thomas Dam Ítróttur, Handilskjarnin (bæði mannfólka- og konufólka- deildin), Hon & Hann (klæðir og hár), Wrangler Shop, TM Junior, Salong Ása, Línbúðin (undirklæð- ir), Seytjan, Fljóðið og Fótbúni. Akkuleya og Trónd Hansen pynta inni í hølunum. Atgongumerki á 50 krónur kunnu fáast í forsølu í omanfyrinevndu handlum og á Kunningarstovuni. Atgongumerkini eru eisini galdandi til dansin, ið verður aftaná sjálva mótasýningina. Væntað verður, at sýningin kemur at varða um tveir tímar. Onki aldursmark er til mótasýningina, men til dansin verður aldursmark. Leggjast skal afturat, at tað er avmarka atgongd. Ikki seld atgongumerki verða seld við dyrnar. Stuðlað mótasýningini hava: Føroya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Faroe Travel, Hotel Hafnia, Føroya Tele og Fotobúðin. Stór mótasýning í Platform í kvøld C M Y K 21 20 HANDIL Rannvá Danielsen Jytta Drangastein Tað er Anida Johannesen, ið eigur nýggja handilin, sum lat upp í gjár. Handilin eitur T.M Junior og liggur í Dr. Jakobsensgøtu 15. Tað er eisini Anida Johannesen, ið eigur handilin Benetton, sum nú víðkar virksemið við einum handli afturat. Í mun til Benetton, sum hevur klæðir upp til 12 ár, fer T.M Junior at hava klæðir upp til 16 ár. Dentur verður lagdur á at hava góð, rúmlig gerandisklæðir úr bummull. Høvuðsmerkini hjá T.M. Junior verða tað danska merkið Miller Junior og tað týska merkið Tom Tailor. Miller Junior er eitt nýtt danskt merkið, ið hevur fingið framúrskarandi góða móttøku í Europa við teirra klassisku barnaklæðum til gentur og nú eisini til dreingir í aldrinum 0 til 16 ár. Tom Tailor er týskt og hevur eins og Benetton handlar runt um í øllum heiminum. Tom Tailor er serliga dámt fyri at vera frammi við tí síðsta nýggja til rímiligar prísir til børn frá 2 til 16 ár. Umframt upplatingar- tilboð letur T.M. Junior 3 vinningar burtur. Øll kunnu koma inn í handilin útfylla eitt spurnarblað og vera við í lutakastinum um eina mountain bike, eitt renni- hjól ella eitt gávukort frá T.M. Junior á 500 krónur. Drigið verður 6. oktober. Anida bjóðar øllum at vera vælkomnan inn í sín hugnaliga handil. Nýggjur handil letur upp í Havn ALV ALV ALV Sølubúðin á vaglinum Sølubúðin á vaglinum Nó N gvar heimagj ó ø jø j rdar vø vø v rur Til fø fø f únan: Mannfó fó f lkatroyggjur, hosur og hosubond Konufó fó f lkatroyggjur, turriklæð læð l i og fyriklæð læð l i Specialvø vø v rur til g ørur til g ø vur. i, grindareið ið i ýð ý i, grindaknívar v.m. var v.m. Til hansara og hennara til stó tó t r og smá ALV Sølubúðin tlf. 313667 Skóleistar Troyggjur Bundnaturriklæðir Handskar Vøttir Hosur Einar Mikkelsen Sp/F Góðk. el-innleggjari Bøgøta 12 Postboks 321 · FO-110 Tórshavn Telf. 31 22 11 - Fax 31 07 45 Hugnið um heimið við ljósketum Bamboo 130,- Gummihjørtur 149,- Ríspapír lampa 199,- Silva t/vegg 391,- GullhorniÝ hevur alt til alt til ¿ll GULL- HORNIÐ v/ L.E.H.N Bringsnagøta 1 • Dandastova FO-100 Tórshavn Tel. 314430, heima 318361 øta 21 - Tel 315315 Fæst í svørtum ráhvítum og nú eisini í lavendel Tróndagøta 32 • 100 Tórshavn • Tel. 31 23 85 Línbúðin Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið