týsdagur 24. februar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 38 - 24. februar 2009
- Tað er í løtuni so
stórur prísmunur
á ráfiski í Føroyum
og uttanlands, at
vit undrast stórliga
yvir henda munin.
Eg eri givin at rógva
út burtur av, tí so
lítið fæst fyri fiskin,
og nú er útróðurin
hjá mær, sum áður
var grundarlagið
undir okkara tilveru,
bert hjávinna,
sigur fyrrverandi
útróðrarmaður
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Útróðrarflotin er bert ein
partur av okkara ísfiska
veiði, men hetta eru bátar,
sum føra tann nýggjasta og
feskasta fiskin til lands. Í
flestu førum er hetta dagga
mal fiskur, sum útróðr
armenn meta eisini átti at
fingið besta prísin.
Kjakið um útróðrarfisk
mótvegis eitt nú línuog
trolfiski, sum verið hevur
gjøgnum mong ár, er enda
leyst, og nógvar ymiskar
meiningar eru um, hvør
fiskur
hevur
uppiborið
besta prísin.
Leggja bátarnar
Men tað var ikki hetta mál
– kjakið um hvør fiskur
eigur besta prísin – sum
fyrrverandi fulltíðar útróðr
armaður,
ið
ringdi
til
Sosialin í gjár, hevði upp á
hjarta.
Eg havi ein lutfalsliga
bíligan bát, og eg havi í
fleiri ár livað av tí, sum eg
havi fiskað. Men fyri eini
tíð síðan mátti eg síggja í
eyguni, at hetta bar ikki til
meira. Soleiðis, sum prís
legan á eitt nú toski hevur
verið í seinastuni, ber hetta
so slett ikki til.
Maðurin, sum setti seg í
samband við okkum í gjár,
hevur tí fingið sær annað
arbeiði, har hann hevur frí
aðru hvørja viku.
Nú havi eg útróðurin
sum hjávinnu, og eg vænti,
at tað verða nógvir, sum
fara at gera tað sama, um
høvið býðst. Menn eru sera
misnøgdir við fiskaprísin,
og eg havi eisini skilt, at
onkur av teimum, sum eiga
teir
størru
línubátarnar,
hugsa um at binda bátarnar,
tí tað nyttar so lítið at loysa,
sigur hann.
Hvat úrslitið í longdini
verður av at binda bátarnar,
veit ein og hvør.
Stórur prísmunur
Hendan eina dagin, sum
maðurin, vit hava tosað við,
var á floti, fór toskurin,
hann fekk á línuna, fyri
einans 9 krónur í miðal fyri
kilo.
Toskaprísurin í Føroyum
í dag man soleiðis var ein
hin
lægsti,
sum
hann
nakrantíð hevur verið á
marknaðinum yvirhøvur.
Fyrrverandi
útróðrar
maðurin sigur, at hann
hendan dagin fekk 9 krónur
fyri kilo av toski 3, 9 krónur
fyri tosk 4 og 9,30 krónur
fyri kilo av toski 5.
Telda
og
netsamband
man vera í næstan hvørjum
húsi í Føroyum í dag, og
menn eru óførir at leita sær
kunning og samanburðir
aðrastaðni.
Tað hevur maðurin, sum
nú hevur útróður sum
hjávinnu, eisini gjørt.
Sama dag, sum eg
avreiddi fyri ein miðalprís á
9 krónur fyri kilo av toski,
síggi eg, at prísirnir á eitt
nú danska marknaðinum á
sama fiski eru tvær og
tríggjar ferðir so høgir.
Hann vísir á, at miðal
prísurin á størsta toskinum
á marknaðinum í Hanstholm
hendan var 31,91 krónur
fyri kilo, og 1’arin fór fyri
31,82 krónur.
Taka vit tosk 2, so fór
hesin fyri ein miðalprís upp
á 22,67, toskur 3 fyri 18,49,
toskur 4 fyri 19,28 og
toskur 5 fyri 13,94 krónur
fyri kilo.
Fyrrverandi
útróðrar
maðurin sigur, at besti
prísur á størsta toskinum
hendan dagin var 44 krónur
fyri kilo, toskur 1 fór fyri
40, toskur 2 fyri 33, toskur
4 fyri 23 og toskur 5 fyri
besta prísin 17 krónur fyri
kilo.
Eg haldi eisini, at
prísurin á toskarognum í
Føroyum er láturligur. Í
Føroyum fært tú einar 8,30
krónur fyri kilo, meðan
prísurin á somu rognum í
Hanstholm liggur omanfyri
30 krónur fyri kilo.
Hvat er galið?
Maðurin, sum hevur vent
sær til Sosialin, spyr, hví
munurin á toskaprísinum í
Føroyum og uttanlands er
so velduga stórur.
Vit hava virkir, sum
keypa og virka fisk, og vit
hava skip, sum tvær ferðir
um vikuna siglir av land
inum við feskum fiski.
Spurningurin er tí, hvat tað
er, sum ger tað so trupult
hjá føroyskum avtakarum
at geva líkinda prís fyri
fiskin,
tá
hesin
fiskur
annars verður seldur fyri
góðan prís á útlendska
marknaðinum.
Eitt er, vísir hann á, at
fíggjarkreppa er í Føroyum
í løtuni, men hetta er einki
serstakt føroyskt fyribrigdi.
Kreppan hevur so sanni
liga eisini sett síni spor
uttanlands við uppsagnum
og
stongdum
vinnu
virksemi.
Maðurin, sum nú hevur
útróður sum hjávinnu, stúrir
fyri, at nógvir útróðrarmenn
og línumenn annars noyðast
at leggja sínar bátar, um
prísurin á ráfiski í Føroyum
ikki kemur uppaftur á
líkinda støði.
Tað dýrt at reka sjó
vinnu, og tað er ikki nøkt
andi fyri teir, sum føra
ráfiskin til lands, at hetta
fyrsta liðið, sum er grund
arlagið undir øllum tí, sum
kemur
aftaná,
soleiðis
skravar botnin og ekur á
knøunum. Tað kann ikki
vera rætt, at hetta fyrsta
liðið skal bløða og fara av
knóranum, tí onkur annar
antin rindar ov lítið – ella
ikki er sína uppgávu vaksin,
sigur hann.
Vit kunnu bara skoyta
uppí, at fer útróðurin í
søguna, fer eisini tann part
urin í søguna, sum í nógvum
bygdum hevur verið ein
týðandi partur av bygda
samfelagnum,
nevniliga
egningin, har ung sum eldri
– í felagsskapi og hugna
ligum práti um leyst og fast
– vinna sær nakrar krónur.
Sosialurin fer at venda
aftur til hetta mál í einum
øðrum blaði.
Útróðrarvinnan bløðir út
- Tað er ikki nøktandi, at fyrsta liðið, sum er grundarlagið undir øllum tí, sum kemur aftaná, skravar botnin og ekur á knøunum. Fiski-og útróðrarmenn eiga ikki at
bløða og fara av knóranum, tí onkur annar antin rindar ov lítið – ella ikki er sína uppgávu vaksin, sigur fyrrverandi útróðrarmaður. Myndin er tilvildarlig
Mynd: Vilmund Jacobsen
Matrikulgjøldini eru hækkað
Nú er vorðið dýrari at fáa matrikuleringar framdar. Matrikul
gjøldini í Føroyum hava í nógv ár verið nógv tey lægstu í norður
londum. Tí hevur Løgtingið, eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni
og Innlendismálaráðnum, nú gjørt av at hækka gjøldini, við gildi
frá fríggjadegnum 13. februar 2009. Hetta merkir, at allar matriku
lerar umsóknir eins og umbønir um kort og líknandi, ið er inn
komnar frá hesum degi, verða avgreiddar eftir teimum nýggju
gjøldunum. Umsóknir, ið eru innkomnar áðrenn 13. februar 2009,
verða avgreiddar eftir teimum gomlu gjøldunum, sigur
Umhvørvisstovan.
Obama brúkar ongantíð ein penn tvær ferðir
Gomul siðvenja hevur við sær, at amerikanski forsetin brúkar ein spildurnýggjan pen, hvørja fer hann
undirskrivar eitt týðandi alment skjal. Tá Obama týsdagin skuldi skriva undir sín fyrsta stóra lógarpakka,
uppskotið, sum skal fáa amerikanska búskapin á rættkjøl aftur, rætti hann 10 ferðir út eftir einum nýggj
um penni. Orsøkin er tann, at pennarnir verða lætnir teimum fólkunum í umsitingini, sum hava arbeitt
við málinum. Av tí at har sjálvandi altíð fleiri fólk upp í, so er ein pennur ov lítið. Men á tíðindafund
inum hevur Obama eftir øllum at døma sjálvur sæð tað komiska í hesum, tí hann forkláraði seg óført.
Eg noyðist at brúka allir 10 pennarnar, segði hann við pressuna, sum skemtaði sær á tíðindafundinum.
Pennarnir, sum allir eru serframleiddir til forsetan, eru av slagnum Cross Townsend. Á síðuni eru seglið
og undirskriftin hjá forsetanum graverað. Merkið er amerikanskt, men pennarnir verða framleiddir í
Kina og graveraðir í USA, sigur danska kringvarpið, DR.