Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 39 - 25. februar 2009 Frítíðarhandilin Stubbin í Vestmanna selur í hesum døgum út av stóru goymsluni. Tað eru fyrst og fremst versnandi tíðirnar, sum fær Stubban at taka hetta stigið HANDIL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Stubbin átti sín uppruna í Kvívík. Tað vóru hjúnini Ann og Kári Hansen, sum tóku stig til handilin, sum serliga vendir sær til frí­ tíðarfólkið. ­ Vit byrjaðu í Kvívík, har vit búgva, fyri umleið fimm árum. Hetta er ein handil, sum serliga er ætl­ aður frítíðarfólki ella fólki við uttandura frítíðar áhug­ um, sigur Kári Hansen. Navnið á handlinum sigur seg næstan sjálvt. ­ Nú búgva vit í Kvívík, og sum øllum kunnugt vera kvívíkingar róptir stubbar, so hvat var meiri náttúrligt enn at nevna handilin Stubb­ in, sigur Kári Hansen. Handilin byrjaði í einum hølum í Kvívík, men virk­ semið vaks so skjótt, at tað var næstan beinanvegin, at hølini gjørdust og trong. ­ Vit fingu so avtalu í lag við eigararnar av bygningin­ um, har Timburhandilin í Vestmanna hevði hildið til, og leigaðu ein part av hon­ um. Seinni keyptu vit so bygningin, og her halda vit til enn, sigur Kári Hansen. Tað er sum nevnt útgerð til frítíðarfólkið, sum hand­ ilin selur, og har hava hús­ vognar fylt sera nógv – serliga í umsetninginum. ­ Vit hava selt sera nógvar húsvognar, í meðal um 40 um árið. Okkurt árið nakrar færri onnur ár nakrar fleiri. Hartil koma so frítíðarbátar­ nir, sum vit eisini hava selt rættiliga fitt av, sigur Kári Hansen. Nýggjan makkara Tá tíðirnar versna, eru tað nøkur øki, sum verða fyrst rakt. Klassiskt er tað lýsingar­ fyritøkur innan handil, men eisini marglætishandlar og frítíðarhandlar. Og Stubbin kemur undir seinast nevnda. ­ Enn er eitt sindur trupult at siga, um og hvussu sonevnda fíggjarkreppan rakar okkum. November til mars eru altíð slakir mán­ aðir í húsvognasølu, og tað sama kann sigast um søluna av frítíðarbátum. Men tað er væl hugsandi, at fólk aftra seg við at keypa slíka útgerð, tá tíðirnar ikki eru so góðar, og tað er eisini tí, at vit hava gjørt av at selja út av goymsluni, sigur Kári Hansen. Stubbin hevur í løtuni einar seks húsvognar á goymslu, og við versnandi útlitunum vilja eigararnir minka um »deyða kapital­ in«, sum teir orða seg. Fyri umleið tveimum árum síðani, nakað væl eftir at fyritøkan var flutt til Vest­ manna, kom ein nýggjur partaeigari við í Stubban. Tað er Leif Klein, sum orsakað av stórum virksemi legðist aftrat. Tey trý hava so rikið fyri­ tøkuna fram til dagin í dag, og umframt húsvognar og frítíðarbátar eru í bygning­ inum rúmlig handilshøli, við alskyns útgerð til frítíð­ arfólkið, alt frá sjónvørpum til húsvognar til sílahúkar. ­ Vit mugu bara staðfesta, at tíðirnar ikki í løtuni eru tað, tær hava verið, og so mugu vit bara laga okkum til tað, sigur Kári Hansen. Stubbin repar seglini Í stóru framsýningarhøllini eru einir seks húsvognar, men øll sløg og allar støddir kunnu útvegast. Á myndini teir báðir Leif Klein og Kári Hansen, sum saman við konu Kára, Ann, eiga frítíðarhandilin Stubban Mynd: Álvur Haraldsen Kári Hansen, sum seinastu fimm árini saman við konuni og Leif Klein hevur rikið frítíðarhandilin Stubban, gevst nú við handilsvirkseminum og fer til Danmarkar at lesa til maskinmeistara ÚTBÚGVING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Eg havi so leingi havt eitt ynski um at fáa mær eina maskinmeistaraútbúgving, og nú eri eg vorðin 48 ára gamal, so skal tað verða, skal tað verða nú. Tað sigur Kári Hansen, sum seinastu umleið fimm árini annars hevur tikist við handilsvirksemi. Hann hevur í yngri árum fingist nógv við skip, bæði sum siglandi maður, men eisini í mong ár sum reiðari á Grunningi. ­ Mær hevur altíð dámað sera væl at fingist við mot­ orar, og eg havi eisini í fleiri ár siglt við fiskiskipum og ansa motorum undir 500 HK. Síðani var eg eisini í mong ár reiðari á Grunningi, líka inn til eldur kom í skip­ ið og tað gjørdist ikki aftur, sigur Kári Hansen. Tað var tá, at hann og kon­ an fóru undir frítíðarhandil­ in, Stubban, sum tey, seinastu fimm árini, hava rikið saman. Seinastu tvey árini eisini saman við Leif Klein. Men nú stundin er komin at repa seglini í Stubbanum, hevur Kári Hansen valt at gera ein gamlan dreym til veruleika, nevniliga at nema sær útbúgving sum maskinmeistari. ­ Hetta er nakað, eg leingi havi gingið og hugsa um, og nú tykist tíðin vera hin rætta at gera dreymin til veruleika, sigur Kári Hansen. Stirvin skipan Hann og konan hava tí gjørt av at selja teirra part í Stubb­ anum, rykkja lívið upp við rót og flyta til Danmarkar. Fyritøkan hevur eisini sett bygningin til sølu, men Kári Hansen er sannførdur um, at grundarlag er fyri í hvussu er einum handli av slíkum slag í Føroyum. Tíð­ irnar gera bara, at neyðugt er at repa seglini. ­ Eg havi spælt við tank­ anum eina tíð, og tá løtan nú tykist hin rætta, setti eg meg í samband við Vinnu­ skúlan fyri at vita um treyt­ irnar, ið settar verða, fyri at blíva upptikin, sigur Kári Hansen. Men har fekk hann greitt at vita, at hann ikki skuldi gera sær hugsningar um at sleppa inn har, tí hansara skúlagongd var langt frá nøktandi. Hann skuldi somu­ leiðis gloyma alt um at søkja Mentamálaráðið um loyvi – ella undantaksloyvi – tí tað fór hann ikki at fáa. ­ Og so kundi eg vísa á allar verðsins royndir, sum eg havi frá 25 árum sum sjómaður, maskinmaður og reiðari. Har var einki at gera, sigur Kári Hansen. Hann heldur, at tað er undarligt, at ein siglandi tjóð sum Føroyar skulu hava eina so stirvna skipan, og at royndir í verki – fleiri ár sum maskinmaður – als ikki skulu telja nakað sum helst í føroysku útbúgving­ arskipanini. Hann setti seg so í sam­ band við maskinmeistara­ skúlan í Frederikshavn, og haðani hoyrdust heilt aðrir tónar. ­ Tað var so at siga leyst og liðugt beinanvegin. Útbúgvingarstjórin á skúl­ anum segði mær, at mínar royndir vóru meiri enn nóg mikið til, at eg kundi fáa pláss á skúlanum, og koma vit fram til, at neyðugt verð­ ur við onkrum serskeiði sum tíðin líður, so kunnu tey takast á skúlanum, sigur Kári Hansen. Í løtuni er konan, Ann, í Danmark fyri at finna teim­ um okkurt at búgva í, og eftir summarfrítíðina flyta tey bæði so niður til Freder­ ikshavn, har Kári fer undir tríára longu útbúgvingina sum maskinmeistari. Kári roynir nýggjar leiðir Ein stirvin útbúgvingarskipan í Føroyum ger, at Kári Hansen nú verður noyddur at fara niður til Frederikshavn at lesa til maskinmeistara Mynd: Álvur Haraldsen Danir fáa skattalætta Danska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon fer at tingast við hinar flokkarnar um at broyta skattaskipanina. Eftir ætlanini skulu danir gjalda 23 milliardir krónur minni í skatti av lønarinntøku umframt tríggjar milliardir krónur í øðrum skatti. Tað skal gerast við at lækka marginalskattin úr 63 í 56 prosent, millumskatturin, sum er seks prosent, verður strikaður, toppskattamarkið hækkar 36.000 krónur, og rentufrádrátturin minkar. Samtíðis verður skattaloftið sett til 51 prosent. Tá eru arbeiðsmarknaðargjaldið og kirkjuskatturin ikki við. Stjórnin hevur boðið øllum flokkum at samráðast um skattalættan, men helst endar tað við einari semju við Danska Fólkaflokkin, sum tó hevur sagt, at hann vil hava nakrar broytingar. Scandlines sigur upp Reiðaríið Scandlines, sum rekur ferjusigling millum Danmark og Týskland og onkra einstaka rutu í Danmark, hevur sagt 400 av sínum 2.400 starvsfólkum úr starvi. Sambært týsku tíðindastovuni DPA eru inntøkurnar hjá reiðarínum minkaðar munandi síðani seinasta summar, og leiðslan væntar uppaftur størri minking í ár. Nógvir danir arbeiða hjá Scandlines, men sambært DR er ógreitt, hvussu nógvir teirra miisa arbeiðið. DPA veit at siga, at helmingurin av teimum 400, sum missa arbeiðið, eru knýtt at virkseminum í týska býnum Rostock.